Oyggjarnar - 18.04.1905, Side 3
ferður um vikuna. Høsnini mugu
verða mett av korni tá ið tey
fara upp á vagl í verpingatíð.
Tað er sjálvsagt ónyttigt at
føða hønu, sum ikki verpur væl,
og høna, sum verpur væl heldur
ikki á meir enn 3 ár; tá má
hon takast av.
Tann, sum ikki ger sær
ómak við høsninum, fær aldri
góða nyttu av teimum.
Blom.sturfræ.
í marts og apríl er besta
tíðin at sáa inni, tær fiestu
plantirnar bera tó blómur i juli
mánað. Fín, rein, turr og góð
mold; ógvuliga grunt má sáðast
so smáfræðið sleppur upp unđan.
Tað kann myldast javnt við
einum lítlum. fløtum træpetti.
Tøð nýtast ikki, og urtapottur
ella kassi kann altfyri eitt set-
ast upp í sól og ljós. Er kalt
í veðrinum, er best ikki at hava
moldina altfor váta í fyrstu
tíðini.
Chrysantemum carinatum, er
lagalig at fáa til at veksa, ber
sera vakrar blómur í nógvum
litum, av stødd sum dáli (2 kr,-
stykki). Um morgunum breiða
blómurnar seg út, flatar sum
dálin, og um kvøldið goyma
tær seg saman aftur; stelkurin
er 3/4 al. høgur.
Reseda og gyldenlack eru
úgvuliga nem til at veksa, tey
hava innuligan royk, sum frískar
væl upp í stovunum. Gylden-
lak er harðfør planta, sum
stendur grøn allan veturin og
kemur uppaftur í fleiri ár.
Stedmoderblomst og for-
glemmigei kunnu standa sjáld-
sama stór og vøkur í urtapotti,
fyrstnevndu bera blómur fleiri
ár og standa grøn um vetratið.
Cinerarium er best at sáa í
september og ber tá blómur
tíðliga á sumri; hendan plantan
stendur í fleiri ár, er sera vøkur
(violett og hvít blomstur), lugtar
gott og pyntar nógv.
í Førjum nyttar lítið at
sáa blomsturfræ úti fyrr enn
naka inn í maj mánað. Har má
eisini sáast grunt og í fínari
mold, sum ikki er nýtøða og
myldist tilslut.
Virginia stack, eru vøkur
smáblomstur, sum veksa bæði
skjótt og væl í kálgarðinum,
samaleiðis eschsholtzia, har eru
blómunar brandgular, av skap-
ilsi sum kræmarhús. Digitalis,
anseðulig planta, sum eigir at
sáast í bed fyri seg, hon má
ikki umveltast um vári, tí hon
kemur uppaftur. Studentar-
nelikar bera dimreyðar, ljós-
reyðar og hvítar blómur, stelk-
urin er høgur, tey pynta nógv
— sum øll høg blomstur —
men blomstra sjáldan fyrsta
árið. íslandsvalmua (Munsteads),
er eisini høg og vøkur planta,
sum ber blómur í 2—3 ár.
Summarvalmua er í øllum litum
og veksur sum ókrút. tær mugu
sáast á hvørjum ári.
Tað er at minnast til, tann
sum keypur blomsturfræ, at
spyrja biomsturhandlarnar, um
tað ikki stenđur uttaná pakkan-
um, hvat slag ið bara veksur eitt ár
og hvat sum kemur uppaftur,
tí tað eiga teir at vita.
B a b b.
Vit eru øll menniskjur uttan
reyða ryssa Hanus, tað var
eitt boyst.
*
Kom hegar og hygg um
tær tykist hendan lugtin.
*
Værsogóður, smyr tær feitt
uppá ertrina, er hann for stór,
kanntú klúgva hana.
Heilsan er betur enn gull.
Kaffi, the. eplur, nógv feitt,
rugbreyð og rugdrilur ger ringan
maga, ringt humør og ijótt
dæmi.
Mjølk, chokolada, byggreyt-
ur, havragreytur — á fastandi
hjarta um morgunum — før-
oyskur drýlur, røtur, øll sløg,
og grøntsakir og frukt ger
vakurt dæmi, frískar magan,
skjerpur vitið og styrkir nerv-
irnar.
í London er eitt felag, har
hvør limir skrivar seg fyri at
eta tvey súreplir um dagin fyri
at fáa friskan kulør.
Apelsinir verða nógv brúktar
fyri influenza og allan slags
febir.
Bibil og álmanakki
hava størst skyld í øllum teimum
! ljótu nøvninum, vit Føroyingar
ganga við. Her eru nøkur nøvn
til foreldur, sum unna børninum
í væl:
Gunhild
Svanhild
I Brynhild
Ragnhild
Borghild
Dagny
j Gudny
j Sonjá
Elin
Martha
Ásta
Guðrun
Sigga
Elina
Hilda
Hellen
Ragna
Ása
Gusta
Birta
Herdis
Hjørdis
Magnus
Heini
Erling
Ragni
Sigvald
Einar
Sverre
Trøndur
Bartal
Hjalgrim
Sigmund
Gunnar
Sigurd
Michael
Hilmar
Haraldur
Leif
Osvald
Gudmund
Eirik
Oluf
Kamban
Hvat vita okkara skúlabørn?
Elin Maria er uppvakt skúla-
genta á 13. ári. Seint í heyst
gisti eg eina nátt hjá foreldur
hennara. E. Maria sat um
kvølđið og las sær uppá inni
í kamarinum hjá ommuni. í
lærubók kunđi hon, men sálm-
urin var eftir, hann gekk tvørliga
— tað eina versið bedrøvuligt: