Oyggjarnar - 18.04.1905, Page 3

Oyggjarnar - 18.04.1905, Page 3
ferður um vikuna. Høsnini mugu verða mett av korni tá ið tey fara upp á vagl í verpingatíð. Tað er sjálvsagt ónyttigt at føða hønu, sum ikki verpur væl, og høna, sum verpur væl heldur ikki á meir enn 3 ár; tá má hon takast av. Tann, sum ikki ger sær ómak við høsninum, fær aldri góða nyttu av teimum. Blom.sturfræ. í marts og apríl er besta tíðin at sáa inni, tær fiestu plantirnar bera tó blómur i juli mánað. Fín, rein, turr og góð mold; ógvuliga grunt má sáðast so smáfræðið sleppur upp unđan. Tað kann myldast javnt við einum lítlum. fløtum træpetti. Tøð nýtast ikki, og urtapottur ella kassi kann altfyri eitt set- ast upp í sól og ljós. Er kalt í veðrinum, er best ikki at hava moldina altfor váta í fyrstu tíðini. Chrysantemum carinatum, er lagalig at fáa til at veksa, ber sera vakrar blómur í nógvum litum, av stødd sum dáli (2 kr,- stykki). Um morgunum breiða blómurnar seg út, flatar sum dálin, og um kvøldið goyma tær seg saman aftur; stelkurin er 3/4 al. høgur. Reseda og gyldenlack eru úgvuliga nem til at veksa, tey hava innuligan royk, sum frískar væl upp í stovunum. Gylden- lak er harðfør planta, sum stendur grøn allan veturin og kemur uppaftur í fleiri ár. Stedmoderblomst og for- glemmigei kunnu standa sjáld- sama stór og vøkur í urtapotti, fyrstnevndu bera blómur fleiri ár og standa grøn um vetratið. Cinerarium er best at sáa í september og ber tá blómur tíðliga á sumri; hendan plantan stendur í fleiri ár, er sera vøkur (violett og hvít blomstur), lugtar gott og pyntar nógv. í Førjum nyttar lítið at sáa blomsturfræ úti fyrr enn naka inn í maj mánað. Har má eisini sáast grunt og í fínari mold, sum ikki er nýtøða og myldist tilslut. Virginia stack, eru vøkur smáblomstur, sum veksa bæði skjótt og væl í kálgarðinum, samaleiðis eschsholtzia, har eru blómunar brandgular, av skap- ilsi sum kræmarhús. Digitalis, anseðulig planta, sum eigir at sáast í bed fyri seg, hon má ikki umveltast um vári, tí hon kemur uppaftur. Studentar- nelikar bera dimreyðar, ljós- reyðar og hvítar blómur, stelk- urin er høgur, tey pynta nógv — sum øll høg blomstur — men blomstra sjáldan fyrsta árið. íslandsvalmua (Munsteads), er eisini høg og vøkur planta, sum ber blómur í 2—3 ár. Summarvalmua er í øllum litum og veksur sum ókrút. tær mugu sáast á hvørjum ári. Tað er at minnast til, tann sum keypur blomsturfræ, at spyrja biomsturhandlarnar, um tað ikki stenđur uttaná pakkan- um, hvat slag ið bara veksur eitt ár og hvat sum kemur uppaftur, tí tað eiga teir at vita. B a b b. Vit eru øll menniskjur uttan reyða ryssa Hanus, tað var eitt boyst. * Kom hegar og hygg um tær tykist hendan lugtin. * Værsogóður, smyr tær feitt uppá ertrina, er hann for stór, kanntú klúgva hana. Heilsan er betur enn gull. Kaffi, the. eplur, nógv feitt, rugbreyð og rugdrilur ger ringan maga, ringt humør og ijótt dæmi. Mjølk, chokolada, byggreyt- ur, havragreytur — á fastandi hjarta um morgunum — før- oyskur drýlur, røtur, øll sløg, og grøntsakir og frukt ger vakurt dæmi, frískar magan, skjerpur vitið og styrkir nerv- irnar. í London er eitt felag, har hvør limir skrivar seg fyri at eta tvey súreplir um dagin fyri at fáa friskan kulør. Apelsinir verða nógv brúktar fyri influenza og allan slags febir. Bibil og álmanakki hava størst skyld í øllum teimum ! ljótu nøvninum, vit Føroyingar ganga við. Her eru nøkur nøvn til foreldur, sum unna børninum í væl: Gunhild Svanhild I Brynhild Ragnhild Borghild Dagny j Gudny j Sonjá Elin Martha Ásta Guðrun Sigga Elina Hilda Hellen Ragna Ása Gusta Birta Herdis Hjørdis Magnus Heini Erling Ragni Sigvald Einar Sverre Trøndur Bartal Hjalgrim Sigmund Gunnar Sigurd Michael Hilmar Haraldur Leif Osvald Gudmund Eirik Oluf Kamban Hvat vita okkara skúlabørn? Elin Maria er uppvakt skúla- genta á 13. ári. Seint í heyst gisti eg eina nátt hjá foreldur hennara. E. Maria sat um kvølđið og las sær uppá inni í kamarinum hjá ommuni. í lærubók kunđi hon, men sálm- urin var eftir, hann gekk tvørliga — tað eina versið bedrøvuligt:

x

Oyggjarnar

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.