Oyggjarnar - 18.05.1905, Blaðsíða 2

Oyggjarnar - 18.05.1905, Blaðsíða 2
uppfinnilsi á máli. Eitt eingilsk blað sigir, at nú kann ein og hvør í tryggum ferðast yvir at- lantirhavið, uttan at drukna — frátikið, at ein loypur á sjógvin. Blaðið fortelur annars: Allir stórir atlantirhavs- damparir hava dyr til at koyra niður fyri hvørt rúm og hol, at steingja fyri sjónum, tá ið vandi er fyri hond. Men hvør hurð skal latast aftur fyri seg, og ofta við hondkraft; áðrenn alt hettar er gjørt, gongur tíðin, og vanlukka kann vera borist á. »Stone ].loyd«, sum harr- arnir Stone & Co. hava sett inn í Cunard-linje damparin »Caronia«, steingir sjógvin úti alt í einum; t. d. »Caronia« er stødd úti í myrkri, onkustaðni um leiðina Sandy Hook. Klokk- urnar ringja, tudhornini ýla og »Caronia« er við at koma føst við annað skip. Kaptainurin tekur tá bara í eina honk uppi á »brúgvini«. Elektriskar klokk- ur ringja tá í sama viðfangi um heila skipið, ein klokka í hvørjum rúmi. 20 sek. ringja klokkurnar, dyrnar smokka nið- ur fyri, og so er lufttætt. Skip- ið kann ikki søkka. Hesar jarndyrnar klamsa ikki niður við eitt, so at tær lætt kunna gera mannaskaða; tær smokka so líðandi niður fyri — við »hydrauliskari« kraft. Er ein av skipsfólkini innistongdur, nýtist honum bara at snara á eina lítla 'honk, sum er hvørju- minni dyrnar; hurðin fer tá upp, so hann fær smokkt sær út, men glíður niður fyri aftur, í tí hann sleppur honkini. Hettar nýggja uppfinnilsið er roynt í Liverpool, áðrenn »Ca- ronia« í apríl mánað sigldi til New York. Apollinaris-kelda í íslandi, Konsul Vidalin á suðurland- inum í íslandi eigir eina kelđu við lekjuvatni, fult so gott sum ekta Apollinaris — eftir frásøgn frá danskum og eingilskum vit- skapsmonnum. Keldan, sum rennur dúgliga, var stutt siðan nær blivin selgd til eitt eingilsk felag, tá ið Vidalin kom í tankar um heldur at læta danskarnar útnytta hana. Formaður (direktør) fyri einu av størsti aktie-felaginum i Danmark er nú á ferð við at klekja »plánir« um at gera hettar kelduvatni til stóra handils- varu, sum tað er rímuligheit fyri at vinna nakrar fáar milliónir uppá. Thor Tulinius hevur fingið franska »dekoratión« Officier d’ Academie. Eitt kvøldið inni hjá kvinnuliga handils- og kontoristfelaginum i Keypmannahavn. — Eg havi frætt, at tit hava So kosligar og interesseraðar fundur í tykkara felag. frú . . . sleppi eg ikki inn har okkurt kvøldið? — Komi tygum við beint nú, sigir formaðurin, frúl.ovisa Hansen; í kvøld skal røðast um \ seregna sak; vit ætla at byrja 1 ein begravilsiskassa afturat sjúkukassanum; tað er ein av liminum, sum skal seta evnið fram. — Vit eru so inni í felagshús- inum, sum stendur í »centrum« av staðinum. Stórir hallar! við elektrisk ljós! fornemt. men ikki uppstásað, kosligt og } heimligt. sum sigir frá kvinnu- I Hgt førarskap. Fram um forhallin koma vit inn í skrivarastovuna, har } frúgvin Paludan-Miiller er skatt- meistari og formaðurfyri »enga- geringsbureauet«, hettar rúmið, sum er álfti hjá teimum ungu forrætningskvinnunum — mest teimum, sum koma eina til stór- staðin. Tætt við skrivarastov- una er forsamlingssalurin og bíbliotekið. Frúgvin Emma Rasmussen er bfbliotekar; hon fortelur okkum, at felagið longu eigur 1800 bøkur. Vit bera uppá mál um, hvussu frískar og blomstrandi limirnir sfggja út, at tað ikki týðir uppá innisitandi arbeiði og nógvan lesnað. — Tygum gloyma, at lim- irnir 1 kvinnuligu handils- og kontoristfelaginum eru viðgitnar fyri framiligheit í fimleiki, og her er tað frúgvirnar Helene Bærentsenog HenrietteFuglede, sum standa fyri. Vit hava kapping í fimleika um premiu, og tey bestu millum kunstnarir halda fyrilestrar og' konsertur her, ymislig vetrakvøld. Men tað besta er, sigir fru etatsraad- inde Hansen, at tær flestu eru so nærlagdar at vinna sær kunnskapir, og at nýggju keyp- mannsskúlin hevur latið upp sínar dyr, so at tær kunnu fáa lærdóm í freinmanđa máli (sprog) og handilskunnskapi saman við teimum á keypmannsskúlan- um. — At har var álvara i arbeiðin- um, trúskap og standsfølilsi millum felagslimirnar, ivaðist vit ikki í, tá ið vit komu fram í møtusalin, har fundurin skuldi vera. Eisini hesin hallurin var vakurt og fínt ordnaður; hann hevur 300 sessir, og tykist okkum væl við at sita og lurta eftir teimum róligu og væl- tonkti orðinum frá tí kvinnu- liga talarstólinum. Frúgvin Maja Hansen, konto- rist hjá einum av mest ansæddu yvirrætssakførarinum í Keyp- mannahavn, helt fram við for- slag um at byrja begravilsis- kassa, sum kundi standa hond i hond við felagsins sjúkukassa, sum nú hevði verið til so miklan gagn fyri felagið. Gløgg og besinđig sum ein jurist legði

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.