Oyggjarnar - 18.05.1905, Síða 2
uppfinnilsi á máli. Eitt eingilsk
blað sigir, at nú kann ein og
hvør í tryggum ferðast yvir at-
lantirhavið, uttan at drukna —
frátikið, at ein loypur á sjógvin.
Blaðið fortelur annars:
Allir stórir atlantirhavs-
damparir hava dyr til at koyra
niður fyri hvørt rúm og hol,
at steingja fyri sjónum, tá ið
vandi er fyri hond. Men hvør
hurð skal latast aftur fyri seg,
og ofta við hondkraft; áðrenn
alt hettar er gjørt, gongur tíðin,
og vanlukka kann vera borist
á. »Stone ].loyd«, sum harr-
arnir Stone & Co. hava sett
inn í Cunard-linje damparin
»Caronia«, steingir sjógvin úti
alt í einum; t. d. »Caronia« er
stødd úti í myrkri, onkustaðni
um leiðina Sandy Hook. Klokk-
urnar ringja, tudhornini ýla og
»Caronia« er við at koma føst
við annað skip. Kaptainurin
tekur tá bara í eina honk uppi
á »brúgvini«. Elektriskar klokk-
ur ringja tá í sama viðfangi
um heila skipið, ein klokka í
hvørjum rúmi. 20 sek. ringja
klokkurnar, dyrnar smokka nið-
ur fyri, og so er lufttætt. Skip-
ið kann ikki søkka. Hesar
jarndyrnar klamsa ikki niður
við eitt, so at tær lætt kunna
gera mannaskaða; tær smokka
so líðandi niður fyri — við
»hydrauliskari« kraft. Er ein
av skipsfólkini innistongdur,
nýtist honum bara at snara á
eina lítla 'honk, sum er hvørju-
minni dyrnar; hurðin fer tá
upp, so hann fær smokkt sær
út, men glíður niður fyri aftur,
í tí hann sleppur honkini.
Hettar nýggja uppfinnilsið er
roynt í Liverpool, áðrenn »Ca-
ronia« í apríl mánað sigldi til
New York.
Apollinaris-kelda í íslandi,
Konsul Vidalin á suðurland-
inum í íslandi eigir eina kelđu
við lekjuvatni, fult so gott sum
ekta Apollinaris — eftir frásøgn
frá danskum og eingilskum vit-
skapsmonnum.
Keldan, sum rennur dúgliga,
var stutt siðan nær blivin selgd
til eitt eingilsk felag, tá ið
Vidalin kom í tankar um heldur
at læta danskarnar útnytta hana.
Formaður (direktør) fyri
einu av størsti aktie-felaginum
i Danmark er nú á ferð við at
klekja »plánir« um at gera
hettar kelduvatni til stóra handils-
varu, sum tað er rímuligheit fyri
at vinna nakrar fáar milliónir
uppá.
Thor Tulinius hevur fingið
franska »dekoratión« Officier
d’ Academie.
Eitt kvøldið inni hjá kvinnuliga
handils- og kontoristfelaginum
i Keypmannahavn.
— Eg havi frætt, at tit hava
So kosligar og interesseraðar
fundur í tykkara felag. frú . . .
sleppi eg ikki inn har okkurt
kvøldið?
— Komi tygum við beint
nú, sigir formaðurin, frúl.ovisa
Hansen; í kvøld skal røðast um
\ seregna sak; vit ætla at byrja
1 ein begravilsiskassa afturat
sjúkukassanum; tað er ein av
liminum, sum skal seta evnið
fram. —
Vit eru so inni í felagshús-
inum, sum stendur í »centrum«
av staðinum. Stórir hallar! við
elektrisk ljós! fornemt. men
ikki uppstásað, kosligt og
} heimligt. sum sigir frá kvinnu-
I Hgt førarskap.
Fram um forhallin koma
vit inn í skrivarastovuna, har
} frúgvin Paludan-Miiller er skatt-
meistari og formaðurfyri »enga-
geringsbureauet«, hettar rúmið,
sum er álfti hjá teimum ungu
forrætningskvinnunum — mest
teimum, sum koma eina til stór-
staðin. Tætt við skrivarastov-
una er forsamlingssalurin og
bíbliotekið. Frúgvin Emma
Rasmussen er bfbliotekar; hon
fortelur okkum, at felagið longu
eigur 1800 bøkur.
Vit bera uppá mál um,
hvussu frískar og blomstrandi
limirnir sfggja út, at tað ikki
týðir uppá innisitandi arbeiði
og nógvan lesnað.
— Tygum gloyma, at lim-
irnir 1 kvinnuligu handils- og
kontoristfelaginum eru viðgitnar
fyri framiligheit í fimleiki, og
her er tað frúgvirnar Helene
Bærentsenog HenrietteFuglede,
sum standa fyri. Vit hava
kapping í fimleika um premiu,
og tey bestu millum kunstnarir
halda fyrilestrar og' konsertur
her, ymislig vetrakvøld. Men
tað besta er, sigir fru etatsraad-
inde Hansen, at tær flestu eru
so nærlagdar at vinna sær
kunnskapir, og at nýggju keyp-
mannsskúlin hevur latið upp
sínar dyr, so at tær kunnu fáa
lærdóm í freinmanđa máli (sprog)
og handilskunnskapi saman við
teimum á keypmannsskúlan-
um. —
At har var álvara i arbeiðin-
um, trúskap og standsfølilsi
millum felagslimirnar, ivaðist
vit ikki í, tá ið vit komu fram
í møtusalin, har fundurin skuldi
vera.
Eisini hesin hallurin var
vakurt og fínt ordnaður; hann
hevur 300 sessir, og tykist
okkum væl við at sita og lurta
eftir teimum róligu og væl-
tonkti orðinum frá tí kvinnu-
liga talarstólinum.
Frúgvin Maja Hansen, konto-
rist hjá einum av mest ansæddu
yvirrætssakførarinum í Keyp-
mannahavn, helt fram við for-
slag um at byrja begravilsis-
kassa, sum kundi standa hond
i hond við felagsins sjúkukassa,
sum nú hevði verið til so miklan
gagn fyri felagið. Gløgg og
besinđig sum ein jurist legði