Oyggjarnar - 18.05.1905, Page 3
hon alt við sínum forslag, við
hví og hvussu.
Frúgvin Paludan-Muller kom
við ændringsforslag; har bleiv
stemmað á ændringsforslag, á
lógreglur, fleiri sakir blivu av-
rikaðar, »resolut< og greidliga.
Aftaná hendan interessanta
fundin bleiv hildið eitt lítið
verðskap. Okkum tykti, atbetri
stað at shalda til i« kunnu for-
eldur ikki ynskja teirra døtrum,
sum eru forrætningskvinnur.
(Dannebrog.)
Hvussu Katrin og Hanus
blivu til eitt kjøt,
Hon var ikki vøkur og
ikki ljót — hvat var hon tá?
Jú, mitt ímillum báðar partar,
tað, vit á føroyskum máli kalla
sámuligt fólk, heldur neyðarslig
av veksti og hjølbeint, men
hon var bóndadóttur, og ein
slík nýtist ikki at vera so óføra
vøkur fyri at fáa mann. Mann-
fólk eru nú so skikkað, at tað
ikki fer eftir bara vakurleika,
men eisini ríkdømi, og rik var
hon.
Allir dreingir vildu fegin
hava Katrin til konu, og helst
teir riku bóndasynirnir — eitt
vesælavætti, sum einki eigir,
skal ikki hugsa um konufólk,
og allarminst um bóndadøtrinar.
. . . Hanus var bóndasonur og
av teimum ríkastu; longu tá
han gekk í kjóla, høvdu hansara
foreldur ætlað, at hann og Katrin
skuldu koma saman, blíva eitt
kjøt, sum skriftin sigir. — Tey
roynđu tí tað, tey kundu, og
forelđur hennara vóru fegin
yvir hettar.
So vuksu tey til, men hvørki
bleiv vakurt. Tey blivu konfir-
meraðu saman, og tað árið, tey
gingu til, plagdi hann at bera
bøkurnar hjá henni; tað dámdi
henni væl, og honum ikki
minni.
Tá tey vóru um tjúgu ár,
hildu Hanusar foreldur, at Hanus
skuldi bera bønarorð upp fyri
Katrin, og hann, sum aldrin
hevði hugsað um annað enn
faðir og móðir, var samsintir
við teimum í hesum.
Eitt dansukvøldið um heystið
traðkaði hann hana á fótin, og
hon fataði tað, hann meinti, fór
út úr dansustovuni, og eina
løtu aftaná fór hann. Teyhildu
so leiðina oman móti neystunum,
hvar tey hugsaðu, at eingin
vildi gera teimum ófrið.
Tað var eitt vakurt kvøld;
einki lot andaði, firðurin var
spegilsslættur døkkur inni við
land av fjallaskugganum, men
longur úti gráur eins og loftið,
hvar eingin stjørna skein.
Hanus var komin í knípu;
tí øll tey orð, hann hevði lært
seg uttanat har heima, vóru
nú gloymd, og hann visti ikki,
hvat hann skuldi siga, ikki
heldur teskaði nakar honum í
oyra. Fríkst mót, Antenes, enn
hevur tú einki ilt gjørt. Fegin
vildi Katrin hjálpa honum á
glið, men hon komdi sær ikki.
Har stóðu nú tey og gløddi
pá hvørt annað; hvat skuldu
tey gera? Hanus dugdivísuna
um Hjálmar og Huldu; har
var almikið av eymum kærleiks-
orðum; men nú, tá hann skuldi
nýta tey, kundi han ikki meira
enn eitt ørindi; tó, tað var
eisini nokk.
»Tað aldrin skal spyrjast,
ið hvar eg skal fara o. s. v.;
neyvan hevði hann sagt hettar
ørindi, fyrr enn hann kendi seg
fevndan av tveimum mjúkum
kvinnuørmum. Hon kysti hann
so heitan koss, at »varrin vætti
vín«; tá glerið nú var tinað,
gekk hitt av sær sjálvum.
Tá tey vóru giftingafør,
lýsti presturin yvir teymum og
segði, at tey skuldu blíva eitt
kjøt, sutn skrivað stendur i
bók.
Soleiðis blivu Hanus og
Katrin eitt kjøt.
Sámal.
Fólk, sum hava gingið leiðina
norðir í Havnadalsbotni,
taka øll til tað frískú, reinu og
lætti luft, sum har heldur til —
allar ársins tíðir.
Talað hevur verið um at
seta upp bróstsjúkuhús har norði
. . . betri pláss kann væl ikki
fáast?
Her i Føroyum vísir nú
trongđin til bróstsjúkuhús seg
at veksa sum tíðin líður; so tað
er at hopa, at løgtingið fær
sítt arbeiði — hettar evni við-
víkjanđi — frá 'hondum í ár,
so at bygningurin. í síðsta lagi,
kann setast í gerð næstasummar.
Vit vita ikki betur enn, at
hvør kommuna, sum byggjur
sær sjúkuhús til teringspatientar
eftir nýggjari lóg. fær helvtina
av tilfarinum frá Statskassanum,
og nakað vist uppá dagin til
hvønn »patient«, sum søkjur um
peningastyrk.
Føroyskar royndir,
Kálk, sum riður úr gomlum
húsagrundum og múrveggjum,
er sera gott evni at blanda í
moldina, tá ið urtapottavøkstir
skulu umplantast ella setast
niður av nýggjum. Rósur nýt-
ast tað mest.
Pelargonia trívist bestíjørð,
sum er sandblandað.
Bíligur og góður fiskabollar
til húsbrúk.
Hakka fiskin væl og leingi
við tálg og salt, rør hann so
við nýmjølk í 20—25 minuttir,
koyr mjølkina í-so við og við,
til »farcen« er fult so tjúk sum
jólakøkudeiggj. Set bollarnar
út á kókanđi løg, við silvurskeið
ella tinskeið. Skeiðin má drypp-
ast í løgin millum hvørja ferð,
at bollarnir kunnu blíva snøggur
og rundur.
»Sauce« til bollarnar: Set
smør, væl av hakkaðum leyki,
salt, stoytt muskat og eitt sindur
av mjøli út á; tynn tað upp við