Oyggjarnar - 25.05.1905, Blaðsíða 1
i. árgangur.
Nr. 6.
OYGGJARNAR.
Hósdagin 25. mai 1905.
»
Oygjrarnar* kosta 25 oyra um mánaðin
við flutningspenin^i.
Føroysk vikublað.
Lýsingai: smæstu skrift 12 oyrur reglan
á fyrsti síðu, hinar 8, útlendskar 15—i2oyr.
Bræv til „Oyggjarnar“.
. . . vág, 8. 5 05.
Tygum sendu mær boð við
Trónd á Møl og biða meg
siga »Oyggjunum« frá øllum
tí nýggja, her er gingin fyri
seg í bygdini, síðan tygum
vóru her siðst, og halda, at eg
dugi so væl at fortelja........
uttan at rása mær — øðri hava
sagt tað sama.
— ... vág fer nú at kall-
ast ein framelig bygd í Førjum
•— júmen ger hann so. I fjør
fingu vit »Sportsforening«, í
vetur hava vit havt »I)anse-
kursus«; vit hava eitt felag,
sum heitir »Byens Haab«, og
ein nýggjan, breiðan veg, mitt
gjøgnum bygdina, sum kallast
»Nyvej«, út frá hesum gongur
ein annar nýggjur vegur, sum
vit ætla at kalla »Ny-Nyvej«,
so hugsi eg, at »Nyvej« fer at
heita »Gammel Nyvej«. Hópur
av nýggjum húsum eru sett
upp á Gammel Nyvej: gul,
grøn, reyð, blá, nøkur litaðu
rætt sum ælabogi; á summum
stendur við forgyltum bókstav-
um »Skotøjsforretning«, á øðr-
um: »Bageri«, »Sparkkasse«,
»Pakhus«, »Frevsamlingssted«
o. s. fr.........Ein dag eg
tosaði við Tronda um hesu be-
týðuligu framskritt, tveiti hann
mær ein ávíslepa fyri næsarnar,
og harí stóð: Et Folk i Opl&s-
ning.
Húsini eru sett á tann hátt,
sum vinmaður mín á herskip-
inum (»Beskytteren«) rópar fyri
kunstnerisk uorden, i zigzag,
nettupp sum tá tygum síggja
snarljós slær niður. Tróndur
kallar tað arkitektonisk forvir-
ring, og finst at tí, at: húsa-
skjøldrini standa og gløða at
hvørjum øðrum, yvir um vegin,
sum tveir vegrar, ið hava gjørt
sær renningarlop at studast!
Tað, sum m'ær mest varum
at siga »Oyggjunum« frá, er
eitt óhapp, sum hettar annars
frálíka stuttliga »Dansekursus«
valdi okkum í vetur.
Tað stóð í nógv kvøld eitt
stríð millum tann føroyska
dansur og eingilskdansin — sum
Tróndur rópar fyri snurredans.
Hinur begynti ógvuliga menni-
liga, men tá ið so fór at tróta
við kvæðunum hjá teimum,
koyrdu vit undir dansalærarin
og bóðu hann klemma uppá;
fingu so fatur á ein harmoniku-
spælara afturat.
Nú var stovan okkara —
við eingilskdansimm. Kvað-
kempunar sloppu ikki framat
aftur, men gingu út og inn og
blótaðu, søgdu: at hettar var
ólógligur atburður av okkum, tí
teir áttu størsti luturnar í dansu-
húsaktiunum.
Soleiðis stóð til tað mesta
j av vetrinum; men so veit ikki
betri við, enn at hesir ófriða-
j kropparnir •— allir sum ein —
koma við skrivilsi og undir-
skrift, hvar teir siga upp teirra
aktier í dansuhúsinum, sum —
tí verri -— skulu fornýggjast
aftur í heyst.
Vit hava nú smábýtt hesar
aktiunar og bjóðað tær út til
konufólkini, sum ganga til dans
— ikki at stikla »Oyggjarnar«
— tað slagið skal eingin rættur
maður líta á . . . tær gera seg
til av at vera gingnar í felag
við ófriðakropparnar og hava
alt tikið lut í nýggjari dansu-
stovu, hvar køkur og kaffistova
skal verða, meðan tey ætla at
seta uppi yvir úthurðini við
stórum, hvítum bókstavum:
Føroysk dansustova.
Spælumenn sleppa ikki inn.
Hesin atburður hevði aldri
gingin í ......vík; har hava
eingilskdansarnir, genturnar og
beskyttarnir langt síðan vunnið
og tikið borgina.
Vinarliga
Esmar Michal Gerðum.
Frá døkkasti jørð til hvítasti lín.
Tað gongur við teim før-
oysku bátinum sum við hús-
inum . . . teir frýðkast í hvørj-
um. . . . Vit spæla »skalaen«
heilt út, frá koltjøri til zink-
hvít . . . millum tónunar eru