Oyggjarnar - 25.05.1905, Blaðsíða 2

Oyggjarnar - 25.05.1905, Blaðsíða 2
tó ikki allar líka vakrar — tær hægsti (hvítu) bera prís. Ein heldur lítil, hvítmálaður bátur, í føroyskum skapilsi, hann tekur seg út á sjónum. Teir ljósagrønu, hvítrandaðu eru eisini sera vakrir — smáir og stórir; men verður óv nógv- ur litur klíntur uppá bátin, so ber ikki til lukka. Teir svarti bátarnir eru tristari at sjá enn tey svørti húsini — hesu hava ofta græs- grønar tekjur, snjóhvíta glugg- ar (vindeygur) og kunnu vera so eiendómiliga vøkur — meðan tann tjøraði báturin altíð hevur mint okkum á líkberara (lík- transport). Stolið 2 gull-ur og 10 diamantringar frá systur síni. Sylvia Bjerring fær ríkar gávur, tí hon er vøkur og syngir sum ein nattargali um Jóansøku. Hon býr millum lind og bøg úti í Keypmannahavns forstað. Frederiksberg. í øðr- um horni av staðnum eigir hon bróður, sum ikki heldur tað ómak vert at arbeiða, tá ein hevur systur. sum kann syngja sær ríkdømi til. Men tann, sum ikki hugsar um annað enn lív í lystigheit, mann ofta tróta pening, um hann so hevur 10 nattargalir til systrar, og peningartrongd bar ofta á hjá baggja frøkin Sylviu. Eitt kvøldið, tá ið systur sang á variótó fyri teimum muntri Kjøbinhavnarinum , smoygdi bróður seg inn í húsið hjá henni og tømdi goymslunar, har hann visti dýrgripir lógu: 2 gull-ur, 10 diamantringar, arm- band og halsband av gulli, og slapp sær heppin út aftur, uttan at politiið ænsaði hann. Frøkin Sylvia kom heim og sá, at dyr og skuffur vóru smyldraðar! Allar dýrgripunar stjolnar! Og »meldar« tá alt í einum. Tjóvurin var flygtaður út á Nørubrúgv, men var so fegin uppi yvir veiðini, at hann for- ráddi seg við at fara itin um gatudyr, har ljós var inni, fyri at skoða tjóvagóðsið. og gloymdi at lata dyrnar aftur. Politibe- tjentur, sum hevði vakt á gøt- uni. rakar við ungan mann, sum stóð innanfyri og sá út til ikki at vera á erligari ferð. Politimaðurin tók fangstin frá tjóvinum og leiddi hann inn á politikamarið. Har segði hann frá, hvussu hann hevði fingið đýrgripunar. og fortaldi sjálvur, at Oann var baggi frk. Sylviu. Hvat er besta høsnaslagið? Til hesa forvitnu mælur ein høsnahaldari í »Norsk !and- mannsblað*, sum prentað verð- ur í Stavanger: í øll tey árini, eg havi fingist við høsnarøkt. havi eg roynt 16—18 sløg. Tey, sum geva ráð um høsnaæling, vísa oftast á hvit og brún italiensk og svert minorkas. Eftir mín- um royndum eru tey hvítu ita- liensku og minorkas betri enn tey brúnu italiensku. Tað ræður ein tnest um at finna høsnaslag, sum er harð- ført, nøisamt og verpur dúg- liga. Væl er hann stađdur, ið fær sær slag við hesum dygd- um; men tað er ikki so ógvu- liga nemt. Eg skal nevna eitt slag. sum eg á hendan hátt haídi vera tað besta: silver hamburgere! Eftir mínum tykki er hetta slagið nógv ov lítið kent; tað er komið frá Onglandi, og er ikki so ógvuliga nýtt: smá, kviklig og vøkur høsn, harð- førari og nøisámiligari enn nakað annað slag, ið eg havi kent. Sjálvsagt verpa tey ikki so stór egg sum italienarir og minorkas; men tey verpa nógv fleiri. Tann besta hamburger- hønan hjá mær hevur verpið 240 egg um árið. Aðrir høsna- haldarir siga, at hon kann verpa 260; so høgt tal havi eg ongantíð fingið. Onnur siga. at tað ræður mest um at. kjósa sær slag, sum verpur tung og stór egg. Hví tá? Eg havi latið mesta- partin av eggjunum hjá mær til Kristiania — ikki eftir vegt, men eftir tali. Tá ið eg havi fingið sama prís fyri eggirii undan »silver hamburgere* sum fyri øðru, kann ein og hvør skynna á. hvat ið tjent verður uppá tey kríatúr, sum eta '/s meira og verpa nógv færri egg. Um tann tíð kemur, at vit noyðast at lata hvørt egg eftir vegt, so fer eingin, sum hevur »silver hamburgere«, at sleppa sær av við tað slagið. Vinsámiliga S. Brunsvik, Almenning. Lærarskúlafylgi, sum byrjar aftur til heystar, verður fyrsta lið, sum fær móðurmálið til skúlafag: 2 tímar í Feroysk um vikuna skulu setast inn sum skúlafag í lærarskúlanum ístaðin fyri Eingilsk, meðan Dansk er 4 tímar. Eingilska málið verður heilt útkoyrt. Mann nakar av di- sciplinum hevur haft annað enn tíðsspidli burtur úr tí eingilska lærdóminum, sum tey fingu í 2 ár, og 2 tímar um vikuna! uttan fortsetilsi! — Eingilsk er tað hentasta fremmanda mál at kenna, tá ein kann tað til fulnar. — Hesin lærarskúla-reform- urin er eitt framstig fyri málið — um vit enn áttu at veruð komin so langt fyri 1—2 manns-

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.