Oyggjarnar - 25.05.1905, Blaðsíða 2
tó ikki allar líka vakrar —
tær hægsti (hvítu) bera prís.
Ein heldur lítil, hvítmálaður
bátur, í føroyskum skapilsi,
hann tekur seg út á sjónum.
Teir ljósagrønu, hvítrandaðu
eru eisini sera vakrir — smáir
og stórir; men verður óv nógv-
ur litur klíntur uppá bátin, so
ber ikki til lukka.
Teir svarti bátarnir eru
tristari at sjá enn tey svørti
húsini — hesu hava ofta græs-
grønar tekjur, snjóhvíta glugg-
ar (vindeygur) og kunnu vera
so eiendómiliga vøkur — meðan
tann tjøraði báturin altíð hevur
mint okkum á líkberara (lík-
transport).
Stolið 2 gull-ur
og 10 diamantringar
frá systur síni.
Sylvia Bjerring fær ríkar
gávur, tí hon er vøkur og
syngir sum ein nattargali um
Jóansøku. Hon býr millum lind
og bøg úti í Keypmannahavns
forstað. Frederiksberg. í øðr-
um horni av staðnum eigir hon
bróður, sum ikki heldur tað
ómak vert at arbeiða, tá ein
hevur systur. sum kann syngja
sær ríkdømi til.
Men tann, sum ikki hugsar
um annað enn lív í lystigheit,
mann ofta tróta pening, um
hann so hevur 10 nattargalir
til systrar, og peningartrongd
bar ofta á hjá baggja frøkin
Sylviu.
Eitt kvøldið, tá ið systur sang
á variótó fyri teimum muntri
Kjøbinhavnarinum , smoygdi
bróður seg inn í húsið hjá
henni og tømdi goymslunar,
har hann visti dýrgripir lógu: 2
gull-ur, 10 diamantringar, arm-
band og halsband av gulli, og
slapp sær heppin út aftur, uttan
at politiið ænsaði hann.
Frøkin Sylvia kom heim og
sá, at dyr og skuffur vóru
smyldraðar! Allar dýrgripunar
stjolnar! Og »meldar« tá alt í
einum.
Tjóvurin var flygtaður út á
Nørubrúgv, men var so fegin
uppi yvir veiðini, at hann for-
ráddi seg við at fara itin um
gatudyr, har ljós var inni, fyri
at skoða tjóvagóðsið. og gloymdi
at lata dyrnar aftur. Politibe-
tjentur, sum hevði vakt á gøt-
uni. rakar við ungan mann,
sum stóð innanfyri og sá út til
ikki at vera á erligari ferð.
Politimaðurin tók fangstin
frá tjóvinum og leiddi hann
inn á politikamarið. Har segði
hann frá, hvussu hann hevði
fingið đýrgripunar. og fortaldi
sjálvur, at Oann var baggi frk.
Sylviu.
Hvat er besta høsnaslagið?
Til hesa forvitnu mælur ein
høsnahaldari í »Norsk !and-
mannsblað*, sum prentað verð-
ur í Stavanger:
í øll tey árini, eg havi
fingist við høsnarøkt. havi eg
roynt 16—18 sløg. Tey, sum
geva ráð um høsnaæling, vísa
oftast á hvit og brún italiensk
og svert minorkas. Eftir mín-
um royndum eru tey hvítu ita-
liensku og minorkas betri enn
tey brúnu italiensku.
Tað ræður ein tnest um at
finna høsnaslag, sum er harð-
ført, nøisamt og verpur dúg-
liga. Væl er hann stađdur, ið
fær sær slag við hesum dygd-
um; men tað er ikki so ógvu-
liga nemt. Eg skal nevna eitt
slag. sum eg á hendan hátt
haídi vera tað besta: silver
hamburgere!
Eftir mínum tykki er hetta
slagið nógv ov lítið kent; tað
er komið frá Onglandi, og er
ikki so ógvuliga nýtt: smá,
kviklig og vøkur høsn, harð-
førari og nøisámiligari enn
nakað annað slag, ið eg havi
kent. Sjálvsagt verpa tey ikki
so stór egg sum italienarir og
minorkas; men tey verpa nógv
fleiri. Tann besta hamburger-
hønan hjá mær hevur verpið
240 egg um árið. Aðrir høsna-
haldarir siga, at hon kann
verpa 260; so høgt tal havi eg
ongantíð fingið.
Onnur siga. at tað ræður
mest um at. kjósa sær slag,
sum verpur tung og stór egg.
Hví tá? Eg havi latið mesta-
partin av eggjunum hjá mær
til Kristiania — ikki eftir vegt,
men eftir tali. Tá ið eg havi
fingið sama prís fyri eggirii
undan »silver hamburgere* sum
fyri øðru, kann ein og hvør
skynna á. hvat ið tjent verður
uppá tey kríatúr, sum eta '/s
meira og verpa nógv færri egg.
Um tann tíð kemur, at vit
noyðast at lata hvørt egg eftir
vegt, so fer eingin, sum hevur
»silver hamburgere«, at sleppa
sær av við tað slagið.
Vinsámiliga
S. Brunsvik,
Almenning.
Lærarskúlafylgi, sum byrjar
aftur til heystar, verður fyrsta
lið, sum fær móðurmálið til
skúlafag: 2 tímar í Feroysk um
vikuna skulu setast inn sum
skúlafag í lærarskúlanum ístaðin
fyri Eingilsk, meðan Dansk er
4 tímar.
Eingilska málið verður heilt
útkoyrt. Mann nakar av di-
sciplinum hevur haft annað enn
tíðsspidli burtur úr tí eingilska
lærdóminum, sum tey fingu í
2 ár, og 2 tímar um vikuna!
uttan fortsetilsi!
— Eingilsk er tað hentasta
fremmanda mál at kenna, tá
ein kann tað til fulnar.
— Hesin lærarskúla-reform-
urin er eitt framstig fyri málið
— um vit enn áttu at veruð
komin so langt fyri 1—2 manns-