Oyggjarnar - 25.05.1905, Síða 1

Oyggjarnar - 25.05.1905, Síða 1
i. árgangur. Nr. 6. OYGGJARNAR. Hósdagin 25. mai 1905. » Oygjrarnar* kosta 25 oyra um mánaðin við flutningspenin^i. Føroysk vikublað. Lýsingai: smæstu skrift 12 oyrur reglan á fyrsti síðu, hinar 8, útlendskar 15—i2oyr. Bræv til „Oyggjarnar“. . . . vág, 8. 5 05. Tygum sendu mær boð við Trónd á Møl og biða meg siga »Oyggjunum« frá øllum tí nýggja, her er gingin fyri seg í bygdini, síðan tygum vóru her siðst, og halda, at eg dugi so væl at fortelja........ uttan at rása mær — øðri hava sagt tað sama. — ... vág fer nú at kall- ast ein framelig bygd í Førjum •— júmen ger hann so. I fjør fingu vit »Sportsforening«, í vetur hava vit havt »I)anse- kursus«; vit hava eitt felag, sum heitir »Byens Haab«, og ein nýggjan, breiðan veg, mitt gjøgnum bygdina, sum kallast »Nyvej«, út frá hesum gongur ein annar nýggjur vegur, sum vit ætla at kalla »Ny-Nyvej«, so hugsi eg, at »Nyvej« fer at heita »Gammel Nyvej«. Hópur av nýggjum húsum eru sett upp á Gammel Nyvej: gul, grøn, reyð, blá, nøkur litaðu rætt sum ælabogi; á summum stendur við forgyltum bókstav- um »Skotøjsforretning«, á øðr- um: »Bageri«, »Sparkkasse«, »Pakhus«, »Frevsamlingssted« o. s. fr.........Ein dag eg tosaði við Tronda um hesu be- týðuligu framskritt, tveiti hann mær ein ávíslepa fyri næsarnar, og harí stóð: Et Folk i Opl&s- ning. Húsini eru sett á tann hátt, sum vinmaður mín á herskip- inum (»Beskytteren«) rópar fyri kunstnerisk uorden, i zigzag, nettupp sum tá tygum síggja snarljós slær niður. Tróndur kallar tað arkitektonisk forvir- ring, og finst at tí, at: húsa- skjøldrini standa og gløða at hvørjum øðrum, yvir um vegin, sum tveir vegrar, ið hava gjørt sær renningarlop at studast! Tað, sum m'ær mest varum at siga »Oyggjunum« frá, er eitt óhapp, sum hettar annars frálíka stuttliga »Dansekursus« valdi okkum í vetur. Tað stóð í nógv kvøld eitt stríð millum tann føroyska dansur og eingilskdansin — sum Tróndur rópar fyri snurredans. Hinur begynti ógvuliga menni- liga, men tá ið so fór at tróta við kvæðunum hjá teimum, koyrdu vit undir dansalærarin og bóðu hann klemma uppá; fingu so fatur á ein harmoniku- spælara afturat. Nú var stovan okkara — við eingilskdansimm. Kvað- kempunar sloppu ikki framat aftur, men gingu út og inn og blótaðu, søgdu: at hettar var ólógligur atburður av okkum, tí teir áttu størsti luturnar í dansu- húsaktiunum. Soleiðis stóð til tað mesta j av vetrinum; men so veit ikki betri við, enn at hesir ófriða- j kropparnir •— allir sum ein — koma við skrivilsi og undir- skrift, hvar teir siga upp teirra aktier í dansuhúsinum, sum — tí verri -— skulu fornýggjast aftur í heyst. Vit hava nú smábýtt hesar aktiunar og bjóðað tær út til konufólkini, sum ganga til dans — ikki at stikla »Oyggjarnar« — tað slagið skal eingin rættur maður líta á . . . tær gera seg til av at vera gingnar í felag við ófriðakropparnar og hava alt tikið lut í nýggjari dansu- stovu, hvar køkur og kaffistova skal verða, meðan tey ætla at seta uppi yvir úthurðini við stórum, hvítum bókstavum: Føroysk dansustova. Spælumenn sleppa ikki inn. Hesin atburður hevði aldri gingin í ......vík; har hava eingilskdansarnir, genturnar og beskyttarnir langt síðan vunnið og tikið borgina. Vinarliga Esmar Michal Gerðum. Frá døkkasti jørð til hvítasti lín. Tað gongur við teim før- oysku bátinum sum við hús- inum . . . teir frýðkast í hvørj- um. . . . Vit spæla »skalaen« heilt út, frá koltjøri til zink- hvít . . . millum tónunar eru

x

Oyggjarnar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.