Oyggjarnar - 25.05.1905, Síða 3
ævur slðan. Føroyska málið
er tað, sum ger okkum tilFør-
oyingar; uttan tað kunnu vit
lcallast Fransar, Turkar, írar og
Japanesarir — — altuttanFør-
oyingar, tí mugu vit fegnast
við hvørt lítið framstig, sum
verður íbirt. Frá síðsta megin-
felagsfundi sæst, at góðar vónir
eru fyri viðari rásum hjá móður-
málinum.
Lærarskúladisciplar, sum
hava lært hegartil og sita sum
lærarir. fara nú at seta sitt álít
til »feriekursus«, fyri at gera
seg kunnigan við landsmálið.
Út á fríkursus í Keypmannahavn.
Við »Tjaldrinum« fóru ung-
frúinar Ringmor Liitzen og El-
gina Kruse út á kunstflidsfelag-
sins skúla í Keypmannahavn.
A hesum skúla fæst lærdømi
í øllum kvnstrigum hánđarbeiði.
sum ein kann nýta til nytti og
pynt í heiminum, læra fra sær,
ella selja sum handilsvaru.
Skúlin letur fleiri fríplássir
burtur um árið til ungar gentur
í kongaríkinum: harímillum fáa:
2 úr Føroyum, 2 úr íslandi, 2
frá Slesvig og 2 frá Vestindien.
Tær fáaaltfrítt: lærdømi, ferð-
ina út og heim, kostpengar til
upphald í Keypmannahavn,
meðan tær ganga á skúlan;
umframt verður víst teimum
forngripagoymslur (ymislig mu-
seum) og framsýningar. Teatur-
og koncertbillettur fáa tær ikki
sørt av. Góð heim bjóða teimum
stundum til gest.
Vit vita ikki um tíðin er y2
ár ella 3 mánaðar til hesu frí-
kursus, men vit skulu koma
aftur um hettar evni seinri og
greiða frá fyri teirra skuld,
sum hava sinni at søkja aftur
á ári, ella seinri.
Til hettar summari søkti
tríggjar gentur úr Føroyjum;
tann triðja hevur fingi lyfti til
næsta ár, so ikki er meira enn
ein afturat, sum sleppir framat
til næsta summar.
Tað góða er altíð smábítt.
Søgn um kong Sverre.
Niðurskrivað 5° &r síðan.
Kong Sigurd (Mund) var
sonur llarald Gille. Hann
ráddi yvir Nøreki saman við
brøður sínum Eysten og Ange,
eftir teirra faðirs deyð.
Sigurd var evnaligur, vakur,
kvinnukærir og ógiftur. Gun-
hild røktaði kongsins hús; hon
var av góðari slekt, men ikki
høgætta, stór og ferm, ikki
vøkur, var altíð í kongsins
ferðalag millum Trondhjem og
Bergen. Tá ið hon ongan
hevði yvir sær í kongsins
garð, var hildið, at tað kom av
tí, at hon ’nevði verið har
leingi.
Vápnasmiður hjá kong
Sigurd varUni; hann var borin
í heim í Førjum. Hann var
góður við Gunhild, men hon
segði hvørki ja ella nej. Uni
var ikki ríkur, og hann hevði
tað gott hjá kongi.
Eina nátt droymdi Gunhild,
at hon setti rætt av villu djór
fyri kongin; hann var so fegin
uppiyvir hesum góða máltíð,
at hann rætti henni skonkin og
segði: »Nú skal tú drekka av
mínum horni. Fyrst skal tað
smakka tær søtt og væl, síðani
súrt og beiskt, men síðstu
dropin verður søtur.« Hon
grundaði ofta á hendan dreym.
FLitt várkvøld lovaði kong
Sigurd Gunhild at hava umsorg
fyri henni so leingi, sum han
livdi.
Sama summar kom ein
»prælat«, útsendingur frá páva-
num í Rom, til Nøreki. Ørindi
hans var at mægla frið og
semju millum kongarnar. Tá
ið han frætti, at kong Sigurd
var ógiftur og hevði son —
kannska fleiri •—, tykti hettar
honum ringa vónir fyri landa-
frið — í framtíðini; og trúðaði
kongin við at lýsa hann í bann,
um hann ikki helt av á hendan
hátt.
Kongurin var illa við, og
segði Gunhild tá, ;rt nú visti
hann ikki betri ráð enn at
drepa síni børn — so sárt tað
enn var at hugsa um. •— Stutt
eftir kendi Gunhild á sær, at
hon var við barn, og hugsaði
nú bara um at ríma úr Nøreki,
pá tað, at barnið kundi sleppa
undan at vera dripið.
Gunhild átti bróður, sum
hevði skip, og sjálvur førdi tað.
Ein dag var tað í Bergen, annan í
Trondhjem.
Um hesa leið lá skipið í Ber-
gen, liðugt at fara til Føroyar,
men skiparin var í Trondhjem,
í ferðalag við kong Sigurd,
prælatin, Uni og tað heila hof.
Gunhild var sloppin sær undan
ferðini við at leggja seg í
seingina og siga seg sjúkan;
men kongins lið var ikki meira
enn farið av garði, tá ið hon
var aftur av seingini, hevði
klætt seg i grovt vaðmal, og
var umborð á skipinum hjá
baggjanum, har hon bað mann-
skapið um at sleppa við: Hon
vildi so fegin til Førjar, men
eingin mátti vita tað.
Skipið kom væl til Tórs-
havn. Gunhild fór á landi,
vesælaklødd sum tann, ið ong-
an góðan hevur, liðug at taka
hvat arbeiði, sum var fyri
hond.
Biskopurin í Kirkjubø var
tá gamalur og seingjaliggjandi.
Hann hevði »kapellan«, sum
æt Røe og var bróður at Uni
vápinsmiður, men hann visti
einki um, at Uni hevði biðið
um Gunhild, og hon fekk tá
pláss í bispagarðinum sum
neytakona. Fjósið lá væl
burtur frá húsum — sum oftast
var tá í tíðini i Førjum —, og
har tætt við búði gamal
maður og kona, sum Gunhild
ofta var behjálpelig, so tey
fingu miklan góðheit fyri henni.
Ein kavadag um jóltíðir
stóð Gunhild í »suggini« og
fylti tara uppá eitt ross, tá ið
hon bráttliga føldi seg búgvin
at hvíla (fara í gólv). Hon
leyp tá inn til tey gomlu og
átti har ein son; tá ið hon
skjótt bleiv røsk, og hin gamla
var henni trúgv,‘ fekk eingin
nakað at vita um hettar, sum
hent var. (Niðurlagt.)