Oyggjarnar - 25.05.1905, Blaðsíða 4

Oyggjarnar - 25.05.1905, Blaðsíða 4
Gott húshald. at spara er ikki eins við at knípa. At vera skjót fyri at j geva er ikki eins við at oysla ! og- skvatla við sínum midlum. I Væl tonkt sparsomheit-i hús- inurn, sum annars í lívinum. er at fáa tað mesta og besta burtur úr øllum, ein hevur millum hendur; men tað er ikki sum »fótir í hosu«. nógv lættari er at »píra«, hvar ein kann koma framat. At nokta sær, ella j sínum, hvønn stuttleika, sum finnst, tað er ikki gott húshald, men gniara atburð. sum ger hjartað trongt, sinnið ilfvskut, og livið til eitt kors — tað má kallast dýrt. Alt sum umræður í góðum húshalđi — í heiminum. for- rætningi og annans øllum lívs- vegum — er at læta út eftur sum ein fær inn, (at seta tering eftur nering), hava rættan sar.s fyri hvat sum »terir« og hvat sum »nerir«. Ikki alt sum vit læta út er væl fari . . . tað er at ansa millum tað sum er neyð- ugt og tað sum ikki treingist. Príðuligasta húshaldi er ikki at gera sær ringan vana ikki hava bekotnað av slíkum sum oyður heilsina, millar. tíð- ina og'forstandi, t. d. pípan og fløskan, kaffi og skrá. Men tað sum vit aldri skuldu verið for knípin við er, at fegn- ast tá ið grannar, slektningar, og vinur hava held og heilsi. Misunnilsi tekur megina. og ergrilsi stjelur matlyst og arbeiðs- lystin frá okkum. Tað er vert at hyggja um tað vakra og góða er millum manna, og fegnast við tað, tí tað er ánd og sinni til frama. Ver tí ikki for knípin á tann hátt í tínum húshaldi. Stóri biðudagur var rattur summardagur við bakandi sól frá morgun til kvøldseting. Føroyskar royndir. Rabarbersuppa. Skola stelkarnar væl, flis teir so tunt sum møguligt, sker teir í pettir og set teir útá við i V2 potti av vatni pá kvørt pundi av stelkum og nakað av óstoyttum kanel og citrónskal, ella bara nakað av kvørjum. I.at tað kcka væl sundur, tak tað so út av og síla tað; set suppuna so aftur á og javna hana — ikki for tjúkka — við sagomjøl, ella rísmjøl, men hava passuliga søta áðrenn javning- urinjverður gjørdur út á. Vín kann koyrast f terrinina, men suppan er valsmakkandi og leskilig forutan. Tvebakkar, helstsmágir, mugu vera afturat. Stúvaðar sýrir og spinat til bjørgfugl og stórhvalakjøt, Sýrir: Rfv bløkkunar frá stelkinum og skola sýrinar fleiri ferður í køldum vatni. Set tær út á við eitt sindur av vatni — unđir tættum logi, so tær mest damp- kóka. til tær eru heilt moyrar; rør tá í við sleiv. og kroyst tær væl. til tað er sum rættuliga tunnur greytur. koyr so ein klump av smøri, sugur, nakað lftið av salti í; tá eru tær lidnar at oysast upp úr. Sýrinar mugu ikki kóka longur enn til tær eru moyrar, annars fer kraftin úr teimum; stendur vatni omanfyri tær, tá ið tær eru kókaðar. so má tað stoytast burtur. áðrenn smør, sugur og salt fer í. Eru tær ógvuliga súrar, má takast í meira lagi av vatni, og so stoyt- ast burtur straks tær eru sundur- kókaðar. Við javnt góðum elđi kunnu sýrinar gerast til í 7—8 minuttur, tá ið tær fyrst eru avrivnar og skolaðar. Altfor hart skulu tær helst ikki kóka. Spinat: Skola og kóka spinatið (bløkkunar) til tað er moyrt, læt so løgin renna frá gjøgnum sigti, hakka tað ógvuliga fint saman við nakað lítið av mjøli. Set tað so út á við stoytt mu- skat og rør tað væl um, tynn tað so upp við søtum róma ella nýmjølk til tað er sum tjúkkur vællingur. Spinatið nvtist bara at fáa eitt gott uppkók; tak tað so út av og koyr smør og í minsta iagi av salti í. Bæði fyri útsjánd ogsmakkin er tað best at brúka emalieraði ílát til stúvaðar grøntsakir. A. — Hvatdagkoma »Oyggj- arnar« út? B. — Tírsdag — leygardag. A. — Tað var ein drúgvur dagur. B. — Leingi er tað, sum væl skal vera. Lýsingar. Vakurt og bíligt Tapetpapír fæst f bókhandlinum í Havn. Tohs. Patursson: Færøsk Politik I kr. — Gunløgskvæði 25 oyr. — Tingstarv 25 oyr. Sverre Patursson: Dagdvølji 25 oyr. fæst í bókhandlinum í Havn. Støk bløð av „Oyggjarnar“ fáast í bókhandlinum í Havn fyri 10 oyr. Blaðstýrari: Helena Patursson. Prentað í Prentsmiðja »Dimmaljetting«s.

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.