Oyggjarnar - 23.06.1905, Blaðsíða 1

Oyggjarnar - 23.06.1905, Blaðsíða 1
OYGGJARNAR. Nr. io. i. árgangur. Fríggjadagin 23. juni 1905. »Oyggjarnar« kosta 25 oyra um mánaðin við flutningspeningi. Føroyskt vikublað. Lýsingar: smæstu skrift 12 oyr'ur reglan á fyrsti síðu, hinar 8, útlendskar 15—i2oyr. Útvandringssj úkan í Skandinavien. Danskarnir útvandra ikki meira enn gott ger. Svensk- arnir heldur ikki; men Norð- menn og fslændingar bjarga sær brátt líka nógvur í fremmanda landi sum í heimlandinum. Har rýmur so nógv burtur at landa- stýri má innføra fremmanda fólk til tað arbeiði, sum liggur mest í vanrøkt. Tað norska fólki hevur gjøgnum tíðirnar havt ovlítlan studning av ríksstýrinum. Land- sins midlar hava hegartil gingi uppá jernbanar, kostbarar offent- ligar bygningar og alskyns stór- fyritakandi, meðan stórir lands- partar liggja óbebygdir, og sum oyðumørk. íslanđ er fátakt og ófrukt- bart; teirra ánđiliga liv stendur neyvan aftur u.n naka annað lanđ, men tað kropsliga hevur ikki hildu stev við hinum. Fólki er yvirhøvur ikki virk- samt; teir vilja heldur royna tað óvissa í øðrum londum enn sita heima við lítlari inntøku. Tá so úthugurin er skerdur, vera teir oftað útibirdur fyri alla ævina — av peningartrongð. Føroyingar eru so miki heitnakærir, at útvandrarasjúkan aldrin hevur biti á teimum. Vit vóna, at hon ongantíð ger tað, tí tað er ikki minsti skamplet- urin fyri eitt land, at fólki rím- ur sin veg og fremmendar komað aftur at passa hús og garð. Føroyingar hava ongan- tíð ræðst strevi, ella at taka eitt tak! fyri hvønn tað skal vera — sjálvt um lønin bleiv ógvuliga lítil. Føroyar treingja til at hava alt sítt fólk heima, tí tað er virksamt, harðført, natúrbe- gávað og nøjsamt. Tað mesta vit tarvast er andilig ballast. Oyggjarnac nr. 9 fyrsti síði, øðri spalti, frá Klakksfundinum stendur: Mannamúgvan 400 í tali, hátíðsligt og væl kynd . . . har skal standa: hátiðsstemt og væl hýrd. Sangur úr Klakksfundinum. L a g : Det haver saa nyligen regnet. Eg var mær og vitjaði bróður, sum er størri og eldri enn eg; mangan hevur hann verið mær góður, mangan víst mær á beinasta veg. Greiddi eg honum frá, hvussu vónloysi lá yvir mær og mínum landi við. Eg við sorg honum sannleikin segði, at her kuldin skjótt drap alla vón, at tann kavi, sum veturin legði, ikkí tána vil burtur av lón, at her stird er hvor sál, sum hon úr Heljarskál hevði drukkið haft deyðadrykkin sín. Bróður mín leit seg um og hann bendi á tað land, sum han nú hevur bygt; sólin logandi ljósgeislar sendi kveikti lív í hvort sovandi kykt; og har sungu tey øll — fólk i smáttu og hall — sungu eldhugavónir út um land. Og hann mælti tey orð á tí sinni — tey i sál míni enn ljóða hvøll —: »Kæri bróður mín, legg tær í minni, at vit sjálv eiga lívsneistar ell, at tað verður eitt bál, um at hver manna sál leggur sín neista til hin sama ekL. Simiin Skarð. Tórshavns havn. Til at undirsøkja havnar- viðurskiftini við Tórshavn vil danska ríkisstýri í summar senda ein av sínum havna-»ingeniør- um«. Stubbar frá Klakksfundinum. Nevndin, sum kjósin var á síðsta meginfelagsfundi til at standa fyri innsamlingini til Nólsoyarpálís minnisvarða, bleiv upplisin fyri fundarfólkinum og

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.