Oyggjarnar - 23.06.1905, Blaðsíða 2

Oyggjarnar - 23.06.1905, Blaðsíða 2
samtykt av øllum uttan einum gomlum manni, sum rætti knýt- tan neva mótir himli og hart og dýrt protesteraði, og annars so hvørt, hánaði talarnar tí teir stóðu og brútu seg. og hugsaði ikki um at takka fólki, sum høvdu gørt so langa leið til fundar. Maðurin var Kollafjørðingur og »væl farin«. Ein yngri maður, sjómans- klæddir, ikki drukkin, men ikki minni stuttligur — geilaði og rópti á Rasmus Rasmussen tí hann talaði um ándiligt lív og ikki um útiróður og skipini!!! »Torskur, sandflundra, há- kelling, havtaska, sibbi!« rópti ein uppvaktir ungur drongur, og fiskarin stoytti oman av fjøll- inum, sama vegin sum Kolla- fjørðingurin, miskendir og mis- forstaðin sum hin. Ein og hvør, sum stendur framm í mannamúgvi og manar sín næsta til einigheit og sam- arbeiði, má fyrst og fremst sjálvur vísa seg umgangjuligan og fordraguligan; annars bíður hann steinar fyri breyð. Hann má við køldum blóði tola at hoyra annan manns kri- tik og meining — skeiv ella bein, ikki loypa upp i øði at forsvara seg áðrenn hin hevur talað út, tí slíkur atburir vekir misljóð, ilvilja, splid, og spillur gott spæl. Tann maður, sum ikki dugur at brúka fordragiligheit, vinnur einki fyri øðrum og minnst fyri sær sjálvum. Fordragiligheit er fólkalig- heit. Lýsing um at vera á »Smi- ril« til Klakksfundin- kl 6 annan kvítusunnumorgum, stóð á hvørj- um geilarhorni í Havn fyrsta hvítusunnudag. Eg var úti í vertskapi fyrsta kvøld, men skundaði mær heim- aftur í song um miðunátt, fyri ikki at koma til fundar hálv- svøvntur og illa hýrdur. Eitt sindur av øtta og anvekri liggur ein svøvnskarvur við, tá | hann skal upp kl. 5, og er [ vanur at rætta seg eftir fast- settum klokkuslet — sum fólka- lig og pálidilig menniskir. Mær tykti næstan synd í konufólk- inum, teimum, sum skuldu kóka | drekka, seta fram. og beskikka sítt hús áðrenn tey skuldu møta á kongabrúgvini kl 6. Kl. bleiv 6, 7, 7 ‘/2. »Smiril« lá enn fyri ankar. og tá fyrst kom tað mesta fólki umborð. Iilsinni fley í meg, men eg visti ikki hvønn eg skuldi draga til ansvar fyri so stóra hensýns- leysheit, sum at narra fólk av seingini kl. 5, og ongan veg fara fyrr enn kl. 8, at læta tey bíða tveir tímar umborð og | gera tey leið við ferðina áðrenn [ hon er begynt. Eg tók í herðatoppin á síðsta manni, sum kom umborð og rópti tætt inn í anliti hans: Torir tú at sova til kl. 8, tá ið ferðin er sett til kl. 6? — Tað gera teir bara fyri at fáa fólk upp og av stað. — Hvørjir teir? — Ja kapteinurin er sak- leysur, hann er altíð greiðir at koma á samt við — men teir sum stanđa fyri ferðini seta af- gangstíðina. Tað er sluttiligt meira strev enn stuttleiki at standa fyri slík- ari útferð, tað er tí ógvuligani neyðugt at hava ein snórbeinan ordning at rætta seg eftir, uppá tað, at ikki for nógv misljóð kemur upp í leikin. Tey, sum ikki møta í rættan tíð, kunnu vera eftir; trúgv mær, tey minnast á, tá ferð býðst aftur. í bygdum nær Havnini sótu nógv fólk eftur, sum høvdu ætla sær á Klakksfundin, tí tey høvdu frætt at »Smiril« fór norð kl. 6 — summi søgdu kl. 4 á morni. Fundurin var lýstir í bløðunum til kl. 4 um eftir- miđdagin! Kl. 8 præcis hevði tí veri ógvuliga væl hóskandi tið at sett. Karl N. Ellendersen. Betri tíðir. (Eftir Lars Eskeland.) Stór er stund fyri steinuta landið: Fólkið várt fegið frælsi nú sær. Og leingi í landi liva vit skulu um fegin vit fylgja, feðrum góðum. Læt rættin ráða í ríki, á bygd, og signing og sæli hjá harranum søkið. Fagurt í fylgi fram vit ganga við vón um vænasta vár fyri Noreg. Tað livnar í landi, tað lýsnar av fagnað. Latið smáfuglanar hava frið. í kálveltum herskar ofta smáfenaður, sum vit nóg illa kunnu fáa eyga á; tó ger hann nógv um seg og kann stundum gera bert. Steinstólpa og erla kongs- đóttur eru idnar eftir slikum smádjórum og tita títt í veltuni, so snart sum stingur sæst á bløðkunum, Tær eru okkara góðu vinir og verja veltuna, men fáa ofta ringa takkaløn.

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.