Oyggjarnar - 23.06.1905, Blaðsíða 3

Oyggjarnar - 23.06.1905, Blaðsíða 3
Føroyskar royndir. Livurpostei av bjørgfugli. io livrar og hjørtir av lunđa, lomvia ella ritu reinsast og skolast væl í køldum vatni, verða so fínt hakkaði saman við — um helvtina sum livurin — av góðari frískari tolg, nógvum leyki, i roka teskei av mjøli, og rørt aftaná við pipar, tvær stórar skeiðir av tjúkkum róma og i egg, Salt. 2—3 anchiovis smakkar væl at hakka uppi í. Smyr innan eitt lítu leyrfat ella spølkum, og sett posteiðina í bakarovnin 3 tímar við heldur linan varma —- døgura ella náttura eld. Tú kann stinga træpinn i at síggja nær liðugt er. Hendan livurposteiðin smak- kar betur enn nøkur keypt við »trøfler«. Røkið kálgarðin, Kál og aðrar urtur næla sum vera vil. Nú ræður um at røkja tað alt. Ymisligur áburður er væl- gerandi. Bert vatn, tá ið turkur er. Annars eitt syndur úr tí »hent- asta« ílátinum. Alskyns soð kemur væl við. Lokið má fáa ófrið, so skjótt tað kemur undan, annars verður tað brátt so rótfrekt, at tvífald- ur ómakur verður at vinna tað. Kálið má tíðliga tynnast út uppá tað at ikki vantrivni skal koma í. Har sum ov tunt er av tí, at ójavnt er sáað ella ódjór hava gjørt skaða, eigur at potast niður í av tí, ið burtur er slitið í øðrum støðum. Fyri at rótin ikki skal verða turr, áðr- enn hon hevur fest seg aftur, er best at slíta tey størstu bløðina av teim plantum, sum niður skulu potast. Vatn má, sum vituligt er, berast á alt fyri eitt sum plantað er. Urtagarðar prýða nú nógvar bygdirnar. Flest øll »dríva« mest blomstur og buskar. Læt olckum ikki gloyma køksurt- urnar! Tað loysur seg at dyrka nógv av teimum. T.ær veksa ógvuliga villiga, tá tær fáa na- túrliga røkt og kríatúr ikki sleppa til; tað er besta og bíl- igasta heilsubót og hevur stóran betýdning sum føði bæði fyri frísk og sjúk, ikki at tala um, hvussu hentar køksurturnar eru at taka til í húsinum. Á koloni-framsýningini. — Góðan dag! Góðan dag! Tillukku við bróður tygara, sum hevur fingju embæti í íslanđi. — Eg takki tygum, tað var nú annans í Grønlandi. — Hettar var tað mær tyk- tist, at tað var á einari av Før- oyum. Tíðliga krøkist. Nú, lítli 'mín! er tú fegin við stóra horni, eg senđi tær til jólar? Ja, guðpápi! Eg fái 1 oyra hvønn dag, fyri at eg ikki skal blása í tað. Prýðka heimið. (Helena Patursson.) Skipari á hvalabáti helt á sinni røðu í felag tá hann kom heim til Noreg um, hvussu Før- oyingar oyddu burtur dagar og løtur tá ið ikki veðraði til úti- arbeiði .... ein annar tekur til — í »Verdensspejlet« -— »teir ikki fái Føroyingart, sum livað eitt dolce far niente lív: Teir, sum eru fegnur við lívið, læta 7 vera líka tal, bara teir hava inn í munnin, uppi pípina, og góðar stundur eru til tos og tíðindir í krambúgvini, við ein nestaveg ella heimi á beink- inum. Llevði' hvør virksamir Før- oyingur — teir eru í stórstað lutinum — átt sær verkstað heima, við almindiligum am- boðum, so fingu vit mangt vakurt, bíligt og nyttigt hús- búnaði: ílæt, ymislig geraldir, hærtil møplar, sum kvinnunar kundi stoppa setur til og vovi yvirtræk á. Og møplarnir, sum vit fáa okkum — keyptir ella heima- gørdur — eiga at vera kosligur, \ sessinir breiðsetaðir, rættryggj- aðir; tað sær fornemt út at gott rúm er millum møplarnar í stovuni so tú kann ganga uttan øtta og føla teg væl har tú kemur í hús. Daniel Bruun sum hevir so miklan rós til đugandi Føroyingar, sigir mill- um annað um kvinnurnar .. »og i hjemmene ere de ypperlig dygtige«. Kvinnutilvirki hevði gingju j lættliga frá hondum, so raskar j sum tær eru til vev og seyming, spinning og binding. Tað eru tó ikki fá heimini millum Oyggj- arnar, sum hava heimagjørd gólvteppir, gardinir, ymislig for- heng, borðteppir yvirtrek á sofa- beinkum og stólum, hartil veva nógvar sera vøkur mynstir í fíntvevnað — í ull og lín — eftir húsfrúnni Anna Debess Liitzen. Vøkur og hent eru tey j ljósgrái føroysku gólvteppini j — einlitaði ella stríbut — tey hóska til alt slags møpulyvir- trek og skarn rýnur ikki við tey. Tá ið.tú hevur góð, virði- full bilætir á bróstinum hóskar j tað ikki at papíri (tapeti) er for sprøglita ella stórmynstrað; tí bílæti skal prýða veggin, og papíri má ikki leiða eyga burtur frá tí — valda disharmoni. Men seta vit stórmynstra papír í barnakamari er tað til stórt uggilsi fyri smáfólki. Ullgardinur við borda fyri vindeyga, til forheng og himmal- song er stílfult at henga upp rætt og slætt við »kappa«.

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.