Oyggjarnar - 23.06.1905, Síða 2
samtykt av øllum uttan einum
gomlum manni, sum rætti knýt-
tan neva mótir himli og hart
og dýrt protesteraði, og annars
so hvørt, hánaði talarnar tí teir
stóðu og brútu seg. og hugsaði
ikki um at takka fólki, sum
høvdu gørt so langa leið til
fundar.
Maðurin var Kollafjørðingur
og »væl farin«.
Ein yngri maður, sjómans-
klæddir, ikki drukkin, men
ikki minni stuttligur — geilaði
og rópti á Rasmus Rasmussen
tí hann talaði um ándiligt lív
og ikki um útiróður og skipini!!!
»Torskur, sandflundra, há-
kelling, havtaska, sibbi!« rópti
ein uppvaktir ungur drongur,
og fiskarin stoytti oman av fjøll-
inum, sama vegin sum Kolla-
fjørðingurin, miskendir og mis-
forstaðin sum hin.
Ein og hvør, sum stendur
framm í mannamúgvi og manar
sín næsta til einigheit og sam-
arbeiði, má fyrst og fremst
sjálvur vísa seg umgangjuligan
og fordraguligan; annars bíður
hann steinar fyri breyð.
Hann má við køldum blóði
tola at hoyra annan manns kri-
tik og meining — skeiv ella
bein, ikki loypa upp i øði at
forsvara seg áðrenn hin hevur
talað út, tí slíkur atburir vekir
misljóð, ilvilja, splid, og spillur
gott spæl.
Tann maður, sum ikki dugur
at brúka fordragiligheit, vinnur
einki fyri øðrum og minnst
fyri sær sjálvum.
Fordragiligheit er fólkalig-
heit.
Lýsing um at vera á »Smi-
ril« til Klakksfundin- kl 6 annan
kvítusunnumorgum, stóð á hvørj-
um geilarhorni í Havn fyrsta
hvítusunnudag.
Eg var úti í vertskapi fyrsta
kvøld, men skundaði mær heim-
aftur í song um miðunátt, fyri
ikki at koma til fundar hálv-
svøvntur og illa hýrdur. Eitt
sindur av øtta og anvekri
liggur ein svøvnskarvur við, tá |
hann skal upp kl. 5, og er [
vanur at rætta seg eftir fast-
settum klokkuslet — sum fólka-
lig og pálidilig menniskir. Mær
tykti næstan synd í konufólk-
inum, teimum, sum skuldu kóka |
drekka, seta fram. og beskikka
sítt hús áðrenn tey skuldu møta
á kongabrúgvini kl 6.
Kl. bleiv 6, 7, 7 ‘/2. »Smiril«
lá enn fyri ankar. og tá fyrst
kom tað mesta fólki umborð.
Iilsinni fley í meg, men eg visti
ikki hvønn eg skuldi draga til
ansvar fyri so stóra hensýns-
leysheit, sum at narra fólk av
seingini kl. 5, og ongan veg
fara fyrr enn kl. 8, at læta
tey bíða tveir tímar umborð og |
gera tey leið við ferðina áðrenn [
hon er begynt.
Eg tók í herðatoppin á
síðsta manni, sum kom umborð
og rópti tætt inn í anliti hans:
Torir tú at sova til kl. 8, tá ið
ferðin er sett til kl. 6?
— Tað gera teir bara fyri
at fáa fólk upp og av stað.
— Hvørjir teir?
— Ja kapteinurin er sak-
leysur, hann er altíð greiðir at
koma á samt við — men teir
sum stanđa fyri ferðini seta af-
gangstíðina.
Tað er sluttiligt meira strev
enn stuttleiki at standa fyri slík-
ari útferð, tað er tí ógvuligani
neyðugt at hava ein snórbeinan
ordning at rætta seg eftir, uppá
tað, at ikki for nógv misljóð
kemur upp í leikin. Tey, sum
ikki møta í rættan tíð, kunnu
vera eftir; trúgv mær, tey
minnast á, tá ferð býðst aftur.
í bygdum nær Havnini sótu
nógv fólk eftur, sum høvdu
ætla sær á Klakksfundin, tí tey
høvdu frætt at »Smiril« fór norð
kl. 6 — summi søgdu kl. 4 á
morni. Fundurin var lýstir í
bløðunum til kl. 4 um eftir-
miđdagin! Kl. 8 præcis hevði
tí veri ógvuliga væl hóskandi
tið at sett.
Karl N. Ellendersen.
Betri tíðir.
(Eftir Lars Eskeland.)
Stór er stund
fyri steinuta landið:
Fólkið várt fegið
frælsi nú sær.
Og leingi í landi
liva vit skulu
um fegin vit fylgja,
feðrum góðum.
Læt rættin ráða
í ríki, á bygd,
og signing og sæli
hjá harranum søkið.
Fagurt í fylgi
fram vit ganga
við vón um vænasta
vár fyri Noreg.
Tað livnar í landi,
tað lýsnar av fagnað.
Latið smáfuglanar hava frið.
í kálveltum herskar ofta
smáfenaður, sum vit nóg illa
kunnu fáa eyga á; tó ger
hann nógv um seg og kann
stundum gera bert.
Steinstólpa og erla kongs-
đóttur eru idnar eftir slikum
smádjórum og tita títt í veltuni,
so snart sum stingur sæst á
bløðkunum, Tær eru okkara
góðu vinir og verja veltuna,
men fáa ofta ringa takkaløn.