Oyggjarnar - 07.09.1905, Blaðsíða 1

Oyggjarnar - 07.09.1905, Blaðsíða 1
i. árgangur. Nr. 16. OYGGJARNAR. Hósdagin 7. september 1905. sOyggiarnar® kosta 25 oyra um mánaðin við flutningspeningi. Føroyskt vikublað Lýsingar: smæstu skrift 12 oyrur reglan á fyrsti síðu, kinar 8, útlendskar 15—!2oyr. Tað sær út sum málstríðið í Føroyum fer at vakna aftur á øðrum sinni, og tað sær út, sum at hettar stríð fær eitt annað lag; tað er ongum líkari enn at Føroyingar hesu ferð fara at standa eínigur. At- burðurin hjá teimum donsku, sum enn hava talað her uppí um hettar nú á hesum døgum, er so løgin, at tað kanska hendur, sum ikki hevur borið á i langa tíðir, at teir koma at stanđa einsumallir. Teirra at- burður er slíkur, at tað nú neyvan finst Føroyingur, sum fyri almanna vil leggja navn sitt til og siga, at hann heldur við teimum. Og teir munnu vera fleiri enn ein og tveir Danskarir í Føroyum, sum líka litið eru samsintir við teir í hesum. Nýggjastu donsku bløðini bera eisini røstar fram um okkara málstarv. Ein »Færø- bo« fortelur í »Vort Land« og eitt »C.« í »Dannebrog«. Teir skriva fólkaliga, men illviljin hómast fullt væl, i »Vort Land« skjiggir hann ljótur *— — alt manar tað okkum Føroyingar til at halda saman. So mikið ilt er sagt okk- um uppá nú. og so mikið mis- tonksamheit er løgd í hvat vit tala og hvat vit gera og hvat vit syngja, at nú gongur eitt yvir okkum øll; sjálvt teir, sum mest afturhildnir hava verið, fáa smekkin. Kannska var tað ein so- vorðin alminduiig skorts flongja sum tann, ið nú allir Føroying- ar hava fingið, íð vit helst trongdu til. S. Hví er Føroya kvinnan bleik og kraftaleys ? í »Husmoderen«, Kristiania, hevur ein Føroyingur síðsta heyst grein, sum kallast »Den færøske Kvinde*. Innihalđið av hesu grein er kunnugt fyri fleiri kvinnum her á landi------ vit hava bæði hoyrt uppá og frætt um, at tær flestu dáma hana illa og hava mikið at finnast at av ti, sum har er skrivað. Nakað av tí kann lættliga mótsigast; men, síggja tit ikki, at maðurin vil tað besta fyri føroyskar kvinnur? Hann grem- ur seg um, at vit røra okkum ov lítið úti í frískari luft; at tær flestu av okkum eru bleik- ar og kraftaleysar, sum vóru vit kvinnur frá stórbý og ikki frá hinum stormmiklu, havum- girđi Føroyum. »Eri tær nógvar bleikar og veikar, so eri tær eisini nógv- ar frískar, væl đámdar og stinnar — sum tit siga. Summar hava funnist at ti, at hann sigir fiskagentirnar at vera tær frískasti og livligasti (væl, um tær eri bæði frískar, raskar og lívligar); men hann tekur tó aftur í: tær hava ofta mist nógv av ti ynđi og tekki, sum eyðkennir allar hinar Før- oya kvinnur. Nakað úti í greinini stendur: »Men um summarið koma tær føroysku kvinnirnar ikki so lítið út. Tær eri ofta á útiróð- uri í fjørðinum eftir smáfiski — summar bara til stuttleika. Flest allir Føroyingar eiga jørð; meðan teir eri burturi og rokja havið, røkja konufólkini ofta jørðina. Á størri gørðum er tað alla staðnis siður, at matmóðurin við døtrum og ar- beiðskonum hjálpir til við úti- arbeiði um summarið — tá tær sleppa frá húsinum. — Men so kemur veturin, hin langi dimmi føroysku vet- urin, tá ið kvinnan steingir seg inni við vev, seyming og hússtel — sum fangin i torninum, Tá rýmur tað friska dami — sum hon fekk úti um summartíð — á dyr. Hetta sitandi innilívið allan veturin minkar enn meira um heilsuna, av tí at nógv hús eru bæði smá og trong. Okk- ara hús eru flest øll gjørd av viði, sum er innførdur, ti Før- oyar eru skógleysar. Prísurin fyri við verður tá so høgur, at vit ikki hava ráð at byggja so stórt, sum vit fegin vildu, og sum heilsan krevur tað.

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.