Oyggjarnar - 07.09.1905, Side 1
i. árgangur.
Nr. 16.
OYGGJARNAR.
Hósdagin 7. september 1905.
sOyggiarnar® kosta 25 oyra um mánaðin
við flutningspeningi.
Føroyskt vikublað
Lýsingar: smæstu skrift 12 oyrur reglan
á fyrsti síðu, kinar 8, útlendskar 15—!2oyr.
Tað sær út sum málstríðið
í Føroyum fer at vakna aftur
á øðrum sinni, og tað sær út,
sum at hettar stríð fær eitt
annað lag; tað er ongum líkari
enn at Føroyingar hesu ferð
fara at standa eínigur. At-
burðurin hjá teimum donsku,
sum enn hava talað her uppí
um hettar nú á hesum døgum,
er so løgin, at tað kanska
hendur, sum ikki hevur borið
á i langa tíðir, at teir koma at
stanđa einsumallir. Teirra at-
burður er slíkur, at tað nú
neyvan finst Føroyingur, sum
fyri almanna vil leggja navn
sitt til og siga, at hann heldur
við teimum. Og teir munnu
vera fleiri enn ein og tveir
Danskarir í Føroyum, sum líka
litið eru samsintir við teir í
hesum.
Nýggjastu donsku bløðini
bera eisini røstar fram um
okkara málstarv. Ein »Færø-
bo« fortelur í »Vort Land« og
eitt »C.« í »Dannebrog«. Teir
skriva fólkaliga, men illviljin
hómast fullt væl, i »Vort Land«
skjiggir hann ljótur *— — alt
manar tað okkum Føroyingar
til at halda saman.
So mikið ilt er sagt okk-
um uppá nú. og so mikið mis-
tonksamheit er løgd í hvat vit
tala og hvat vit gera og hvat
vit syngja, at nú gongur eitt
yvir okkum øll; sjálvt teir,
sum mest afturhildnir hava
verið, fáa smekkin.
Kannska var tað ein so-
vorðin alminduiig skorts flongja
sum tann, ið nú allir Føroying-
ar hava fingið, íð vit helst
trongdu til. S.
Hví er Føroya kvinnan bleik
og kraftaleys ?
í »Husmoderen«, Kristiania,
hevur ein Føroyingur síðsta
heyst grein, sum kallast »Den
færøske Kvinde*. Innihalđið
av hesu grein er kunnugt fyri
fleiri kvinnum her á landi------
vit hava bæði hoyrt uppá og
frætt um, at tær flestu dáma
hana illa og hava mikið at
finnast at av ti, sum har er
skrivað.
Nakað av tí kann lættliga
mótsigast; men, síggja tit ikki,
at maðurin vil tað besta fyri
føroyskar kvinnur? Hann grem-
ur seg um, at vit røra okkum
ov lítið úti í frískari luft; at
tær flestu av okkum eru bleik-
ar og kraftaleysar, sum vóru
vit kvinnur frá stórbý og ikki
frá hinum stormmiklu, havum-
girđi Føroyum.
»Eri tær nógvar bleikar og
veikar, so eri tær eisini nógv-
ar frískar, væl đámdar og
stinnar — sum tit siga.
Summar hava funnist at ti,
at hann sigir fiskagentirnar at
vera tær frískasti og livligasti
(væl, um tær eri bæði frískar,
raskar og lívligar); men hann
tekur tó aftur í: tær hava ofta
mist nógv av ti ynđi og tekki,
sum eyðkennir allar hinar Før-
oya kvinnur. Nakað úti í
greinini stendur:
»Men um summarið koma
tær føroysku kvinnirnar ikki so
lítið út. Tær eri ofta á útiróð-
uri í fjørðinum eftir smáfiski —
summar bara til stuttleika.
Flest allir Føroyingar eiga
jørð; meðan teir eri burturi og
rokja havið, røkja konufólkini
ofta jørðina. Á størri gørðum
er tað alla staðnis siður, at
matmóðurin við døtrum og ar-
beiðskonum hjálpir til við úti-
arbeiði um summarið — tá tær
sleppa frá húsinum.
— Men so kemur veturin,
hin langi dimmi føroysku vet-
urin, tá ið kvinnan steingir seg
inni við vev, seyming og hússtel
— sum fangin i torninum, Tá
rýmur tað friska dami — sum
hon fekk úti um summartíð —
á dyr.
Hetta sitandi innilívið allan
veturin minkar enn meira um
heilsuna, av tí at nógv hús
eru bæði smá og trong. Okk-
ara hús eru flest øll gjørd av
viði, sum er innførdur, ti Før-
oyar eru skógleysar. Prísurin
fyri við verður tá so høgur,
at vit ikki hava ráð at byggja
so stórt, sum vit fegin vildu,
og sum heilsan krevur tað.