Oyggjarnar - 07.09.1905, Blaðsíða 2

Oyggjarnar - 07.09.1905, Blaðsíða 2
Ársakin í, at føroyskar kvinnur síggja so rnáttleysar *) út, er hetta stilla vetralivið innandura, og at menn og kvinnur her av útsjón eru so ólík, sum hoyrđu tey hvør til sitt fólkaferð. Okkara kvinnur kundu fingið mikið gagn av at eftirliknatær norsku í vetrafimleika. Men hetta mátti tá verið ein nýggjur fimleikur! tí veturin i Føroyum er størsta partin kavaleysur, regnmikil og baldrandi, hóskar tí ikki til skilop ella glerfim- leikir. Men hví nettupp fimleika? Um tær bara tóku seg saman, ikki fýrdu fyri regn og rusk, men gingu dúgliga úti, tá var nógv vunnið.* Vit leggja her afturat: Hevði so meginparturin av teimum, sum bæði summar og vetur. dagin út, sita og seyma, tveitt nál og tráð og i staðin fingið sær kunnleika í at kóka mat — vit meina ikki franska sauce, samanvevjing, koyr í, men góð- an, sunnan mat, sum nørir um heilsuna, styrkir arbeiðshugan og frískar sinnið, og síðani elvdi nógvar aðrar til at læra kunstin frá sær, — tá var ei- sini nógv vunnið. Tí hetta er ein av teimum fyrsti uppgáv- inum, sum framilig fólk (smá ella stór lond) nú á døgum leggja sær eina við. Vit kenna so mikið til tær føroysku gentirnar, at tær kun- na, hvat tær vilja — tá ið tær vilja. Vit tørvast so ómetuligt dygtigar kvinnur, sum kunna reka burtur nógv av kaffi — og heila drekkaríinum, og í staðin fyri tað læra fólk at *) hetta hava vit merkt uppí. Blaðst. gera sunnan og neringsmiklan kost. Men okkum tørvast ikki smagfordervarir til at seyma teir ræðuligu mótarnar, hálv- gamlar og nýggjar, sum mangar av okkum tigandi taka ímóti og lata seg i. Føringafelag er afturvaknað, sum tað sýnist til nýtt lív. Tað samtykti á aðalfundi sunnu- dagin 27. august at útgeva »Føringatíðindi« aftur og an- nars at starva fyri sama enda- máli sum áður. Nýggj nevnd varð kosin og ymisligt latið henni upp í henđur, slíkt sum væntast við tíðini at spyrjast væl burtur úr. Vit vóna, at felagið ger onkrar skreytur, helst nú í hesu tjóðskapligu brotara tíð, tá so nógv stendur á. * * * Pettið omanfyri var skrivað til síðsta nr. av >Oyggjunum«, men fall av óvart niður á »Dimmalætting«. Føroyskt! hevði tað verið eingilsktl Tá íð vit í fjør hest vóriúti á ferð og hoyrdi um blaðhald til føroyskt blað, komi vit í nús hjá manni »við Nest« i Kvalba, sum var bæði tídligur og skemt- ingasamur, men táið vitframbori ørindið, helt hann av við gaman og var heldur bøsin. »Tit við tykkara føroyskt! hevði tað veri eingilsk, so var tað til nyttu« ; og hann helt frámm langt og leingi um nyttina Føroyingar høvdu av at kunna eingilsk mál. »Eg eri samsint við tygum í, at einkið mál er hentari at kenna enn tað eingilska, td ein ætlar sær út um verøld----------r annans var tað kona tj'gara ella dótturin eg í dag vilđi hitt. Tær munnu ikki ætla sær so langa leið, har tær sakna tað eingilska málið.« Inn komi tveir ungir menn, og talan fall saman. Tann eldri tyktist spakførur og teinkjandi; hin var ógvuliga ungur og iðin fyri tí eingilska, hann var alt í einum i lutinum við hinum gamla. .......»eingilsk má ein lera sje — tað lera allir nú á døgum.« Tá dótturin kom, hevði hon eisini meining um málini, sum hon ikki læt seg tala frá, og tað var, at hon vildi kunna før- oyskt, áðrenn hon lærdi seg eingilsk. Svikin. 1. Hon stærdi tungt og vón- leyst fram fyri seg, tí hon bar verðsins tungasti sorg. Eitt bræv! tað sísta hann hevði skrivað, lá á borðinum; hon læs tað ferð eftur ferð. At øll onnur menniskir kundi volda henni sorg, trúi hon; men hann — — — hon ræddist at hugsa. Einans gott hevði hon hildið um hann, og so var hann ikki matari enn teir flestu. — Soleiðis var tó Hvið. Alt, sum hon gjøgnurn ár hevði bygt sær upp, var niðir brotið. Hon var ikki ment at byrja av nýggjum. Allar hennara ljósi vónir vóri køvdar . . . ársakin var bara eitt lítið bræv. Á gud og faðir sum menn- iskjan er veik. skepnan køld og beisk. Meðan sólin lýsir høgt yvir bjørg og tindar, kemur náttin — døkk sum grøvin. »Kemur tú skjótt at hjálpa mær stakkalin*. Gentan kvapp saman; tað var móðurin, sum rópti. Hon loyndi brævið viðbarmin, reisti seg upp og svaraði aftur: Nú komi eg skjótt. Hon skuldi'

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.