Oyggjarnar - 07.09.1905, Síða 2
Ársakin í, at føroyskar
kvinnur síggja so rnáttleysar *)
út, er hetta stilla vetralivið
innandura, og at menn og
kvinnur her av útsjón eru so
ólík, sum hoyrđu tey hvør til
sitt fólkaferð.
Okkara kvinnur kundu fingið
mikið gagn av at eftirliknatær
norsku í vetrafimleika. Men
hetta mátti tá verið ein nýggjur
fimleikur! tí veturin i Føroyum
er størsta partin kavaleysur,
regnmikil og baldrandi, hóskar
tí ikki til skilop ella glerfim-
leikir.
Men hví nettupp fimleika?
Um tær bara tóku seg saman,
ikki fýrdu fyri regn og rusk,
men gingu dúgliga úti, tá var
nógv vunnið.*
Vit leggja her afturat: Hevði
so meginparturin av teimum,
sum bæði summar og vetur.
dagin út, sita og seyma, tveitt
nál og tráð og i staðin fingið
sær kunnleika í at kóka mat
— vit meina ikki franska sauce,
samanvevjing, koyr í, men góð-
an, sunnan mat, sum nørir um
heilsuna, styrkir arbeiðshugan
og frískar sinnið, og síðani
elvdi nógvar aðrar til at læra
kunstin frá sær, — tá var ei-
sini nógv vunnið. Tí hetta er
ein av teimum fyrsti uppgáv-
inum, sum framilig fólk (smá
ella stór lond) nú á døgum
leggja sær eina við.
Vit kenna so mikið til tær
føroysku gentirnar, at tær kun-
na, hvat tær vilja — tá ið tær
vilja.
Vit tørvast so ómetuligt
dygtigar kvinnur, sum kunna
reka burtur nógv av kaffi —
og heila drekkaríinum, og í
staðin fyri tað læra fólk at
*) hetta hava vit merkt uppí. Blaðst.
gera sunnan og neringsmiklan
kost.
Men okkum tørvast ikki
smagfordervarir til at seyma
teir ræðuligu mótarnar, hálv-
gamlar og nýggjar, sum mangar
av okkum tigandi taka ímóti
og lata seg i.
Føringafelag er afturvaknað,
sum tað sýnist til nýtt lív. Tað
samtykti á aðalfundi sunnu-
dagin 27. august at útgeva
»Føringatíðindi« aftur og an-
nars at starva fyri sama enda-
máli sum áður. Nýggj nevnd
varð kosin og ymisligt latið
henni upp í henđur, slíkt sum
væntast við tíðini at spyrjast
væl burtur úr.
Vit vóna, at felagið ger
onkrar skreytur, helst nú í
hesu tjóðskapligu brotara tíð,
tá so nógv stendur á.
* *
*
Pettið omanfyri var skrivað
til síðsta nr. av >Oyggjunum«,
men fall av óvart niður á
»Dimmalætting«.
Føroyskt! hevði tað verið
eingilsktl
Tá íð vit í fjør hest vóriúti á
ferð og hoyrdi um blaðhald til
føroyskt blað, komi vit í nús
hjá manni »við Nest« i Kvalba,
sum var bæði tídligur og skemt-
ingasamur, men táið vitframbori
ørindið, helt hann av við gaman
og var heldur bøsin. »Tit við
tykkara føroyskt! hevði tað
veri eingilsk, so var tað til
nyttu« ; og hann helt frámm langt
og leingi um nyttina Føroyingar
høvdu av at kunna eingilsk mál.
»Eg eri samsint við tygum
í, at einkið mál er hentari at
kenna enn tað eingilska, td ein
ætlar sær út um verøld----------r
annans var tað kona tj'gara
ella dótturin eg í dag vilđi hitt.
Tær munnu ikki ætla sær so
langa leið, har tær sakna tað
eingilska málið.«
Inn komi tveir ungir menn,
og talan fall saman. Tann eldri
tyktist spakførur og teinkjandi;
hin var ógvuliga ungur og iðin
fyri tí eingilska, hann var alt í
einum i lutinum við hinum
gamla.
.......»eingilsk má ein lera
sje — tað lera allir nú á døgum.«
Tá dótturin kom, hevði hon
eisini meining um málini, sum
hon ikki læt seg tala frá, og
tað var, at hon vildi kunna før-
oyskt, áðrenn hon lærdi seg
eingilsk.
Svikin.
1.
Hon stærdi tungt og vón-
leyst fram fyri seg, tí hon bar
verðsins tungasti sorg.
Eitt bræv! tað sísta hann
hevði skrivað, lá á borðinum;
hon læs tað ferð eftur ferð.
At øll onnur menniskir kundi
volda henni sorg, trúi hon; men
hann — — — hon ræddist at
hugsa. Einans gott hevði hon
hildið um hann, og so var hann
ikki matari enn teir flestu. —
Soleiðis var tó Hvið.
Alt, sum hon gjøgnurn ár
hevði bygt sær upp, var niðir
brotið. Hon var ikki ment at
byrja av nýggjum.
Allar hennara ljósi vónir
vóri køvdar . . . ársakin var
bara eitt lítið bræv.
Á gud og faðir sum menn-
iskjan er veik. skepnan køld
og beisk. Meðan sólin lýsir
høgt yvir bjørg og tindar,
kemur náttin — døkk sum
grøvin.
»Kemur tú skjótt at hjálpa
mær stakkalin*. Gentan kvapp
saman; tað var móðurin, sum
rópti.
Hon loyndi brævið viðbarmin,
reisti seg upp og svaraði aftur:
Nú komi eg skjótt. Hon skuldi'