Oyggjarnar - 22.11.1905, Blaðsíða 3

Oyggjarnar - 22.11.1905, Blaðsíða 3
Jólasálmur. (Føroyskaður av A: S.J Lag: Den yndigste Rose er funden. 1. Hin vænasta rósa er funnin, á hvassastu tornum útrunnin. Mín Jesus hin bjartasti fríði hjá beskaðum mannalið gróði. 2. Frá heiður vár spilltist hin fróði, Gudsmyndið at bera til prýði; lá verold í villu og oyðu, i synduni vit ell burturdoyðu. 3- Gud beyð tá, at rósan hin dýra á foldum sum sáðið skal spira, at reinska til fullnar og sota vár ættana gróður — og bata. 4- 011 verald seg eigir at froða Og lovsálmar mangar at kvoða; men stutt er hin kunnleiki nomin, at rósan til jarðar er komin. 5* Tit harðvunnu tistula sinnir! tit suðlar og stólpar so stinnir! Hvi standa tit altíð so reystir í oyðandi stórlati festir? 6. Oh! sokið at eyðmjúkum stoðum! for frelsarnum grátið á knoðum! við Jesus tit tala tá blíða, sum rósur í dalinum fríða. 7- Mín Jesus, tú verði mítt vali, mín rósa og dýrgripur sæli! mær eitrandi lystir, tú oyður til kross tín meg blídliga leiður. 8. Lat verold meg hána og aga! lat tornirnar stinga og naga! lat hjarta mítt stegga og bresta! mín rósa er troystin hin besta. Spæðbarnarøkt. Tá barni er vaska og »sveipt« má tað ikki — sum gamal siður er — leggjast í arm hjá mammini, men í lítla song fyri | seg, vegna at tað ikki órógvast — tað hevur mangan hent, at j mamman kvaldi nýføðingin meðan hon svav — , so tað ikki innándar sveitta úr seingjar- klæðunum, dunstir fra mamm- uni,. ósunnir dunstir koma sjálvt frá tí reinasta menniskjalakami, og til tess at barni kann fáa dýnina væl upp um seg. Spæðbarni skal liggja fløtt i síni song; til tað nýtust ein slíkur leirdunkur við heitum vatni, sum fyri lítlan pening fæst í hvørjari krambúgv — so leingi tann nýggja brennuvins- lógin ikki er góðkend. Leir- ! đunkurin má vera væl umvav- dur so hann ikki brennur barni. Seingjarklæðini: Hoyggj- ella onnur madrassa, fjøðurdýna og lágur koddu. tí barni skal liggja næstan rætt út; tað mkaldrinn naggast, tað tolir spæðbarna- heilsan ikki, hon skal hava frið; mangur er vorin hálv og heil »idiot« av hesu vannlukku vaggingini. Einkið er hentari til barnasong enn ein stór toy- kurv við honk í báðum endum, hon kann lætt flytast um eftir sum ein hevur stovunar flógvar. Spæðbarni skal fyri alt liggja í frið og trívast, vegna at tað skal vera eitt sunt, rask og nyttugt menniskja og ikki leikutoy; tað skal ikki vera havt á hondum tíðari enn til pleiðuna, ikki gangast við ella takast upp at vísa fram. Tað er spinnanđi gali at trúgva. at barni grætur tí tað vil vera vagga ella tí tað vil sleppa upp — slík eru einans óvand børn, tá tað ikki er sjúkt, er ársakin antin at tað er »av- tiki«, vátt, svangt ella —- ein loppa! tí má ansast eftir, at barni er turt áðrenn tað verður lagt í seingina, eftir at tað hevur fingið boppu ella fløsku, barnið ger seg sum oftast vátt meðan tað drekkur ella beint sum tað hevur drukki! Blæður mugu ikki turkast uttan at vera vaskaðar, ti land skaðar illa tað bleytu barnahúðina; blæðan má heldur ikki tváast i sodu, men kókast váel út í sápu, og skulu blæðunar og hitt annað bindast so lagaliga, at barni sleppur at spjølka og røra armar og bein sum tað lystir. »Flonel« er betur enn lin til navlabind, hitt fyrsta tekur ikki so illa av um tað verur vátt; teir allar- fyrstu dagarnar er tað líka so gott at nýta línserk — ella skjúrtu næst kroppinum, men naka skjótt má barni fara í ulltroyggju. Tá barni fer í kjóla, má tað á somu tí í buksir; ber mamman seg undan av tí ár- saka, at buksunar vera for títt vátar, so má hon fáa sær 12—14 pør at skifta á barninum. Hvørki mamman ella tann sum hevur ans um barnið kann forsvara, at sleppa ti — við ongum buksum — á bert gólv, sjálvt um ein pottir stenđir i ferð við at kóka í eldin; slíkur gáleysir atburðir kann volda barninum bæði magasjúkur og lungasjúku. Neglunar skulu skerast titt og haldast reinar, so barni ikki klórar seg og fær óreint sár; tað skal vaskast við linari sápu, sum ikki svíðir á tungina tá ein bítur i hana, og turkast leysliga, ikki gníggja. Spæð- barni skal viðast einaferð um vikuna, tá sæst gløggast um tað fer fram ella mistrívist, og lætast í bað hvønn dag — helst um hvøldi. Vatni skal vera 28—30 gr. celcius og barni skal vera 5 minuttir har í. Tað er sjálvsagt tað menniska- ligasta og sunnasta, bæði fyri mammu og barn, at tað fær »brósti« eitt ár. Ænsa hesum! Tann, sum veiðir »Oyggjun- um« 3 haldarir fær vakurt, ekta toy til eina summarblusi ella 4 stór frynsahándklæðir. Tann, sum veiðir »Oyggjun- umi 4 haldarir, fær antin i dúg,

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.