Oyggjarnar - 22.11.1905, Síða 3
Jólasálmur.
(Føroyskaður av A: S.J
Lag: Den yndigste Rose er funden.
1.
Hin vænasta rósa er funnin,
á hvassastu tornum útrunnin.
Mín Jesus hin bjartasti fríði
hjá beskaðum mannalið gróði.
2.
Frá heiður vár spilltist hin fróði,
Gudsmyndið at bera til prýði;
lá verold í villu og oyðu,
i synduni vit ell burturdoyðu.
3-
Gud beyð tá, at rósan hin dýra
á foldum sum sáðið skal spira,
at reinska til fullnar og sota
vár ættana gróður — og bata.
4-
011 verald seg eigir at froða
Og lovsálmar mangar at kvoða;
men stutt er hin kunnleiki nomin,
at rósan til jarðar er komin.
5*
Tit harðvunnu tistula sinnir!
tit suðlar og stólpar so stinnir!
Hvi standa tit altíð so reystir
í oyðandi stórlati festir?
6.
Oh! sokið at eyðmjúkum stoðum!
for frelsarnum grátið á knoðum!
við Jesus tit tala tá blíða,
sum rósur í dalinum fríða.
7-
Mín Jesus, tú verði mítt vali,
mín rósa og dýrgripur sæli!
mær eitrandi lystir, tú oyður
til kross tín meg blídliga leiður.
8.
Lat verold meg hána og aga!
lat tornirnar stinga og naga!
lat hjarta mítt stegga og bresta!
mín rósa er troystin hin besta.
Spæðbarnarøkt.
Tá barni er vaska og »sveipt«
má tað ikki — sum gamal
siður er — leggjast í arm hjá
mammini, men í lítla song fyri
| seg, vegna at tað ikki órógvast —
tað hevur mangan hent, at
j mamman kvaldi nýføðingin
meðan hon svav — , so tað ikki
innándar sveitta úr seingjar-
klæðunum, dunstir fra mamm-
uni,. ósunnir dunstir koma sjálvt
frá tí reinasta menniskjalakami,
og til tess at barni kann fáa
dýnina væl upp um seg.
Spæðbarni skal liggja fløtt
i síni song; til tað nýtust ein
slíkur leirdunkur við heitum
vatni, sum fyri lítlan pening
fæst í hvørjari krambúgv —
so leingi tann nýggja brennuvins-
lógin ikki er góðkend. Leir-
! đunkurin má vera væl umvav-
dur so hann ikki brennur barni.
Seingjarklæðini: Hoyggj- ella
onnur madrassa, fjøðurdýna og
lágur koddu. tí barni skal liggja
næstan rætt út; tað mkaldrinn
naggast, tað tolir spæðbarna-
heilsan ikki, hon skal hava
frið; mangur er vorin hálv og
heil »idiot« av hesu vannlukku
vaggingini. Einkið er hentari
til barnasong enn ein stór toy-
kurv við honk í báðum endum,
hon kann lætt flytast um eftir
sum ein hevur stovunar flógvar.
Spæðbarni skal fyri alt
liggja í frið og trívast, vegna
at tað skal vera eitt sunt, rask
og nyttugt menniskja og ikki
leikutoy; tað skal ikki vera
havt á hondum tíðari enn til
pleiðuna, ikki gangast við ella
takast upp at vísa fram.
Tað er spinnanđi gali at
trúgva. at barni grætur tí tað
vil vera vagga ella tí tað vil
sleppa upp — slík eru einans
óvand børn, tá tað ikki er sjúkt,
er ársakin antin at tað er »av-
tiki«, vátt, svangt ella —- ein
loppa! tí má ansast eftir, at
barni er turt áðrenn tað verður
lagt í seingina, eftir at tað
hevur fingið boppu ella fløsku,
barnið ger seg sum oftast vátt
meðan tað drekkur ella beint
sum tað hevur drukki! Blæður
mugu ikki turkast uttan at vera
vaskaðar, ti land skaðar illa tað
bleytu barnahúðina; blæðan má
heldur ikki tváast i sodu, men
kókast váel út í sápu, og skulu
blæðunar og hitt annað bindast
so lagaliga, at barni sleppur
at spjølka og røra armar og
bein sum tað lystir. »Flonel«
er betur enn lin til navlabind,
hitt fyrsta tekur ikki so illa av
um tað verur vátt; teir allar-
fyrstu dagarnar er tað líka so
gott at nýta línserk — ella
skjúrtu næst kroppinum, men
naka skjótt má barni fara í
ulltroyggju.
Tá barni fer í kjóla, má
tað á somu tí í buksir; ber
mamman seg undan av tí ár-
saka, at buksunar vera for títt
vátar, so má hon fáa sær 12—14
pør at skifta á barninum. Hvørki
mamman ella tann sum hevur
ans um barnið kann forsvara,
at sleppa ti — við ongum
buksum — á bert gólv, sjálvt
um ein pottir stenđir i ferð við
at kóka í eldin; slíkur gáleysir
atburðir kann volda barninum
bæði magasjúkur og lungasjúku.
Neglunar skulu skerast titt og
haldast reinar, so barni ikki
klórar seg og fær óreint sár;
tað skal vaskast við linari sápu,
sum ikki svíðir á tungina tá
ein bítur i hana, og turkast
leysliga, ikki gníggja. Spæð-
barni skal viðast einaferð um
vikuna, tá sæst gløggast um
tað fer fram ella mistrívist, og
lætast í bað hvønn dag — helst
um hvøldi. Vatni skal vera
28—30 gr. celcius og barni skal
vera 5 minuttir har í.
Tað er sjálvsagt tað menniska-
ligasta og sunnasta, bæði fyri
mammu og barn, at tað fær
»brósti« eitt ár.
Ænsa hesum!
Tann, sum veiðir »Oyggjun-
um« 3 haldarir fær vakurt,
ekta toy til eina summarblusi
ella 4 stór frynsahándklæðir.
Tann, sum veiðir »Oyggjun-
umi 4 haldarir, fær antin i dúg,