Oyggjarnar - 20.12.1905, Blaðsíða 1

Oyggjarnar - 20.12.1905, Blaðsíða 1
OYGGJARNAR. i. árgangur. Mikudagin 20. december 1905. Nr. 2 3 aOyggjarnar* kosta, goldnar frammanun- dan l Kr. hálvárið, flutningspeningur undantikin. Fjúrtandadags blað. Lýsingar: smæstu skrift 12 oyrur reglan á fyrsti síðu, hinar 8, útlendskar 15—i2oyr. At verja sítt mál er at verja sítt land. Maður evnar tað hann vil, tí hugsandi menniskja vil ikki meira, enn hann evnar, og ein góður vilji evnar ómetuligt. — Tað er okkum øllum kunnugt, at í Føroyum liggja nógv mál fyri nú á døgum. Eitt hitt virðiligasta at taka upp, er at fáa móðurmálið víða nýtt — í skrift og talu. — T. d. um allir Føroyingar undir 25 ár tóku sær fyri, her eftir dags, at skriva føroyskt, og alla teirra ævi ikki nýtti annað mál í skrift, sína millum, so kundu vit um 50 ár ikki peika á ein einasta føroyskan mann ella kvinnu, sum ikki skrivaði føroyskt í Føroyum tí, tey sum í dag eru 25, verða tá 75 ár gomul. 011 sum vóru undir 75 ár skrivaði tá føroyskt. Onkur kann tykjast hetta torført verk at byrja við, men, sum áður sagt, tá tann góði viljin ikki fattast, er tað væl gjørligt. »Hægri mál, størri virki«. Her liggur eitt mál fyri, sum tað unga Førjafólki kann vera stolt av at geva sín heita huga og síni besti evnir. Ein ampi fyri framgongd í okkara málarbeiði er, at vit eru sum hundar eftir beini eftir at prenta uppá danskt — og fólk fáa einkið at lesa, at teir »skrivandi« Føroyingar eru í tí trúgv, at tað hevur týdning fyri várt almanna starv at vit brúka danskt mál í bløðinum og i meginpartinum av tí, sum prentað verðir her á landi. Týdningurin er ógvuliga lítil, og tað virði, teir hava av hesum er lítil í Føroyum og enn minni uttanoyggjar. Stakmenn millum Danir, sum trúligt nakrar ferðir um árið nýta at síggja eitt ella annað í »Dimmalætting«, eru menn, sum eru so frætt heima í oldnordisk, at teir skilja tað, teir hava behov — og væl tað, úr einum føroyskum blað. Ella: Teir flestu danski embætis- menn hava verið búsitandi í Føroyum, halda »Dimmalætting« — kanska »Tingakross«. Eg havi onkuntíð hugsa uppá, um tað nú er fyri teirra skylđ, at blaðstýrarir og blaðskrivarir í Føroyum ikki troysta sær til at nýta føroyskt mál!!! S. Tað fólki, sum verjir um sín tjóðskap og sínu stóru minnir, hevur ljósa framtíð fyri sær. Geijer. Oyggjarnar. Her eftir dags noyðast vit at læta »Oyggiarnar« koma út eftir sum blaðgjaldið kemur inn, men hopa, at teir góðu be- talarnir ikki ótolnast fyri teir ikki góðis skuld. Hanna Winther Viderø. Hanna Viderø, s. Winther, 1 Trøðum á Sandi, sum doyði 6. h. m., verður sakna av fleiri enn av sínum. Hennara hugsan var meiri enn til matnar og klædnar. »Ein sera vitug kona« søgdu tey mongu, sum kendi hana. Hennara tala var greið, betonk- som og spakfør, soleiðis sum fínur karakterur ber seg, og hon troystaði sær væl at leggja sítt til fyri at rætta hánd til næst- ans fyritøku — tað vit alt ov nógv tróta. Sum Føroya konur allarflest, var hon húslig og heimakær .. sparsommulig og — gestfrí. Húsið hjá Viderø í Trøðum, hevur verið eitt hugnaligt til- hald hjá ferðafólki tí, frúan dugdi at vera vertinda, eins

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.