Oyggjarnar - 20.12.1905, Síða 1
OYGGJARNAR.
i. árgangur.
Mikudagin 20. december 1905.
Nr. 2 3
aOyggjarnar* kosta, goldnar frammanun-
dan l Kr. hálvárið, flutningspeningur
undantikin.
Fjúrtandadags blað.
Lýsingar: smæstu skrift 12 oyrur reglan
á fyrsti síðu, hinar 8, útlendskar 15—i2oyr.
At verja sítt mál er at verja
sítt land.
Maður evnar tað hann vil,
tí hugsandi menniskja vil ikki
meira, enn hann evnar, og ein
góður vilji evnar ómetuligt.
— Tað er okkum øllum
kunnugt, at í Føroyum liggja
nógv mál fyri nú á døgum.
Eitt hitt virðiligasta at taka
upp, er at fáa móðurmálið víða
nýtt — í skrift og talu. —
T. d. um allir Føroyingar
undir 25 ár tóku sær fyri, her
eftir dags, at skriva føroyskt,
og alla teirra ævi ikki nýtti
annað mál í skrift, sína millum,
so kundu vit um 50 ár ikki
peika á ein einasta føroyskan
mann ella kvinnu, sum ikki
skrivaði føroyskt í Føroyum tí,
tey sum í dag eru 25, verða tá
75 ár gomul.
011 sum vóru undir 75 ár
skrivaði tá føroyskt.
Onkur kann tykjast hetta
torført verk at byrja við, men,
sum áður sagt, tá tann góði
viljin ikki fattast, er tað væl
gjørligt.
»Hægri mál, størri virki«.
Her liggur eitt mál fyri,
sum tað unga Førjafólki kann
vera stolt av at geva sín heita
huga og síni besti evnir.
Ein ampi fyri framgongd í
okkara málarbeiði er, at vit
eru sum hundar eftir beini eftir
at prenta uppá danskt — og
fólk fáa einkið at lesa, at teir
»skrivandi« Føroyingar eru í
tí trúgv, at tað hevur týdning
fyri várt almanna starv at vit
brúka danskt mál í bløðinum
og i meginpartinum av tí, sum
prentað verðir her á landi.
Týdningurin er ógvuliga lítil,
og tað virði, teir hava av hesum
er lítil í Føroyum og enn minni
uttanoyggjar.
Stakmenn millum Danir,
sum trúligt nakrar ferðir um
árið nýta at síggja eitt ella
annað í »Dimmalætting«, eru
menn, sum eru so frætt heima í
oldnordisk, at teir skilja tað,
teir hava behov — og væl tað,
úr einum føroyskum blað.
Ella:
Teir flestu danski embætis-
menn hava verið búsitandi í
Føroyum, halda »Dimmalætting«
— kanska »Tingakross«. Eg
havi onkuntíð hugsa uppá, um
tað nú er fyri teirra skylđ, at
blaðstýrarir og blaðskrivarir í
Føroyum ikki troysta sær til
at nýta føroyskt mál!!! S.
Tað fólki, sum verjir um sín
tjóðskap og sínu stóru minnir,
hevur ljósa framtíð fyri sær.
Geijer.
Oyggjarnar.
Her eftir dags noyðast vit
at læta »Oyggiarnar« koma
út eftir sum blaðgjaldið kemur
inn, men hopa, at teir góðu be-
talarnir ikki ótolnast fyri teir
ikki góðis skuld.
Hanna Winther Viderø.
Hanna Viderø, s. Winther,
1 Trøðum á Sandi, sum doyði
6. h. m., verður sakna av fleiri
enn av sínum.
Hennara hugsan var meiri
enn til matnar og klædnar.
»Ein sera vitug kona« søgdu
tey mongu, sum kendi hana.
Hennara tala var greið, betonk-
som og spakfør, soleiðis sum
fínur karakterur ber seg, og
hon troystaði sær væl at leggja
sítt til fyri at rætta hánd til næst-
ans fyritøku — tað vit alt ov
nógv tróta.
Sum Føroya konur allarflest,
var hon húslig og heimakær ..
sparsommulig og — gestfrí.
Húsið hjá Viderø í Trøðum,
hevur verið eitt hugnaligt til-
hald hjá ferðafólki tí, frúan
dugdi at vera vertinda, eins