Oyggjarnar - 20.12.1905, Blaðsíða 3

Oyggjarnar - 20.12.1905, Blaðsíða 3
at næstin, av óvara, trakkaði á stivlanæsarnar hjá Klausen, so bað han uunskylda seg, á slíkan hátt, at eingin visti betir, enn at tað var Klausen sjálvur, sunx hevði trakka á hin, sum var komin honum for nær. Ongantíð hevði hann gjørt sær tankar um, æntin hann var góður nokk fyri hesa verð ella ikki, tí hann hugsaði sum so, at var verðin góð nokk fyri hann, so var hann væl eisini góður nokk fyrihana; sum gam- alur limur í kommunalforstandar- skapinum átti hann at hava rætt í hesum. »Principper« hevði hann ikki; bær tað á, at hann segði sína meining, har sum umráđdi, tá var hon soleiðis framsett, at eingin rætt fataði, hvat sum maðurin meinti, og tí hevði hann allar sinar dagar staði seg væl bæði við Gud og grannar. Slíkur maður var Klausen. Tann stóra mannamúgva, sum | fylgdi honum út í kirkjugarðin, var at líkna við golgatha ferð, so illa bóru tey seg: hvar skuldu tey finna hansara líka aftur? Næst aftaná kistuna gekk einkjan. Hon leiddi ein 5 ár gamlan smádrong. Anlit hennara bar prógv um langa beiska sorg, sum i tøgn rópar til himmals. Tað var mjørkasurkin og ikki tárur, sum høvdu vátt hennara kinn, og smádrongurin rætti seg upp at henni og teskaði: »Mamma, er pápi nú rættu- liga deyður?« kvak hon upp sum úr marri. »Ja Carl lítli, nú er pápi deyður«. »Og kemur 'nann so ongan- tíð aftur at banka meg?« »Nei, nei, vælsignaður, pápi kemur ongantíð aftur.« Lítlu drongur hyggur um seg og tekur fastari i hándina á mammu sini: Skal eg so ikki takka Jesus pápa — tí hann tók pápa? »Nú skulu vit bæði altíð vera vinfólk — tú og eg kæri sonurin, — so fer eingin at gera okkum fortreð longur. — Tú kann takka Jesus pápa í kvøld.« Nakað aftaná gingu tveir harrar av stórkeypmannsfólka- ferðini, báðir nakað út um miðal aldur: »Har er neyvan feittligt eftir hann.« »Okkurt um sviði soð —sum eg veit; men einkjan hevur rika slekt«. »Vitjaði tygum nakað Klau- sens — æh — meðan tygum fylgja, meini eg?« »Tað sigi eg ikki — at eg vitjaði tey; — vit hittust í klubbanum; tó var eg onkun- tið hjá teimum fyrr — tað var dekans gott vín tey setti á borði — slíkt hevði eingin betur skil á enn hin rodni sáli . . . . men so . . . .« Núdá ? »Eg rýmdi . . . har var altið ein mongd at dylja fyri í húsin- um. Eg hevði ilt av konuni.« »Hon fekk ikki haft arbeiðs- konu, uttan hon var ljót sum træmin og upp um 50 ár?« »Trúgv mær, hon noyddist at tiga til mangt«. Aftaná hesar gingu tríggjur yngri, av kontoristfólkaferðini, bleikir og visasligir, framá bygdir. »Hevur tú læti krans Jørgen- sen ?« »Aja, eg keypti einavteim- um lættasti, har 3 ganga uppá krónuna — ein mest fyri at hava nakað at henga spjaldri á.« >Dekanin skuldi oytt eitt oyra til slíkan jørðhund« — helđur hin triðji tilvegs. »Nú havi eg í 8 ár siti á hansara pilrotni skrivarastovu fyri 35 kr. um mánaðin. Tað skuldi ikki verið eviga nógv, at eg gangi her og trakki iljarnar úr ga- loschinum fyri at síggja hann fara undir molđ.« »Eru galochir tínar heilar, er tað við at vera ónógv av- gjørt haldi eg . . . . Kom tað ann uppá at gera eitt kanón- dundrandi etugilđi fyri rík- manni, so kvepti hann seg ikki við at læta allar dyr upp á víðan vegg í pengapunginum, meðan eg illa fekk eina ‘/2 fløsku av øli f nýggjárspálegg. »Verið nú sum tað vil — nú er óseint at đeila hann; læt hann nú taa frið í kuffertinum hjá sær«. Aftast í fylginum gingu tveir gamlir kallar. Húsverturin hjá Klausen. og ein skúlalærari. Hin fyrstnevndi fylgdi, tí kona hansara hevði biðji hann; kenn- arin hevði fyri vana at fylgja liki, tó gekk hann og var so væl hýrdur vvir, at tað ikki var hann sjálvur, sum skuldi fara undur mold, at hann aftaná kundi fara heimaftur til konuna og fáa sær flesk og kál. Eisini hesir báðir høvdu mangt og hvat at bera uppá mál um Klausen. At enđanum heldur kennarin: »Tá rætt skal vera, so hevur hann ongantíð fornermað nak- ran«. »Har rakti tú á høvdi. Hann hevur -— harrin beini fyri sálini — ongantíð gjørt annað enn læti veri at fornerma nakran«. I.íkvognurin við Klausen var komin at kirkjugarðsgrind- ini. Tá teir lótu hurðina upp hvein og læt hon og gjørdi slíkan larm, at tað tyktist, sum teir bardist við hana fyri at sleppa Klausen inn um. Vildi hon ikki hava so rætt- skafnan mann inn í kirkju- garðin! Góð jól, og skjemtulig jól frá leygarkvølđ til mikukvøld ynskja vit »Oyggjarnar« blað- haldarir. 4 samdøgur! so long eru jólini i ár. Húshaldi. Appelsinskøl kunnu nýtast til mangt og kvat. Flis tað hvíta burtur undan skølinum og læt tey uppí lítla krukku, koyr so mikið av stoytt- um sukri úty vir at tey verða undir kav; bint so grovt papír um.

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.