Oyggjarnar - 20.12.1905, Blaðsíða 3
at næstin, av óvara, trakkaði á
stivlanæsarnar hjá Klausen, so
bað han uunskylda seg, á slíkan
hátt, at eingin visti betir, enn
at tað var Klausen sjálvur, sunx
hevði trakka á hin, sum var
komin honum for nær.
Ongantíð hevði hann gjørt
sær tankar um, æntin hann var
góður nokk fyri hesa verð ella
ikki, tí hann hugsaði sum so,
at var verðin góð nokk fyri
hann, so var hann væl eisini
góður nokk fyrihana; sum gam-
alur limur í kommunalforstandar-
skapinum átti hann at hava rætt
í hesum. »Principper« hevði
hann ikki; bær tað á, at hann
segði sína meining, har sum
umráđdi, tá var hon soleiðis
framsett, at eingin rætt fataði,
hvat sum maðurin meinti, og
tí hevði hann allar sinar dagar
staði seg væl bæði við Gud og
grannar.
Slíkur maður var Klausen.
Tann stóra mannamúgva, sum |
fylgdi honum út í kirkjugarðin,
var at líkna við golgatha ferð,
so illa bóru tey seg: hvar skuldu
tey finna hansara líka aftur?
Næst aftaná kistuna gekk
einkjan. Hon leiddi ein 5 ár
gamlan smádrong.
Anlit hennara bar prógv um
langa beiska sorg, sum i tøgn
rópar til himmals. Tað var
mjørkasurkin og ikki tárur, sum
høvdu vátt hennara kinn, og
smádrongurin rætti seg upp at
henni og teskaði:
»Mamma, er pápi nú rættu-
liga deyður?« kvak hon upp
sum úr marri.
»Ja Carl lítli, nú er pápi
deyður«.
»Og kemur 'nann so ongan-
tíð aftur at banka meg?«
»Nei, nei, vælsignaður, pápi
kemur ongantíð aftur.«
Lítlu drongur hyggur um seg
og tekur fastari i hándina á
mammu sini: Skal eg so ikki
takka Jesus pápa — tí hann tók
pápa?
»Nú skulu vit bæði altíð
vera vinfólk — tú og eg kæri
sonurin, — so fer eingin at
gera okkum fortreð longur. —
Tú kann takka Jesus pápa í
kvøld.«
Nakað aftaná gingu tveir
harrar av stórkeypmannsfólka-
ferðini, báðir nakað út um miðal
aldur:
»Har er neyvan feittligt eftir
hann.«
»Okkurt um sviði soð —sum
eg veit; men einkjan hevur
rika slekt«.
»Vitjaði tygum nakað Klau-
sens — æh — meðan tygum
fylgja, meini eg?«
»Tað sigi eg ikki — at eg
vitjaði tey; — vit hittust í
klubbanum; tó var eg onkun-
tið hjá teimum fyrr — tað var
dekans gott vín tey setti á
borði — slíkt hevði eingin betur
skil á enn hin rodni sáli . . . .
men so . . . .«
Núdá ?
»Eg rýmdi . . . har var altið
ein mongd at dylja fyri í húsin-
um. Eg hevði ilt av konuni.«
»Hon fekk ikki haft arbeiðs-
konu, uttan hon var ljót sum
træmin og upp um 50 ár?«
»Trúgv mær, hon noyddist
at tiga til mangt«.
Aftaná hesar gingu tríggjur
yngri, av kontoristfólkaferðini,
bleikir og visasligir, framá
bygdir.
»Hevur tú læti krans Jørgen-
sen ?«
»Aja, eg keypti einavteim-
um lættasti, har 3 ganga uppá
krónuna — ein mest fyri at
hava nakað at henga spjaldri á.«
>Dekanin skuldi oytt eitt
oyra til slíkan jørðhund« —
helđur hin triðji tilvegs. »Nú
havi eg í 8 ár siti á hansara
pilrotni skrivarastovu fyri 35
kr. um mánaðin. Tað skuldi
ikki verið eviga nógv, at eg gangi
her og trakki iljarnar úr ga-
loschinum fyri at síggja hann
fara undir molđ.«
»Eru galochir tínar heilar,
er tað við at vera ónógv av-
gjørt haldi eg . . . . Kom tað
ann uppá at gera eitt kanón-
dundrandi etugilđi fyri rík-
manni, so kvepti hann seg ikki
við at læta allar dyr upp á
víðan vegg í pengapunginum,
meðan eg illa fekk eina ‘/2
fløsku av øli f nýggjárspálegg.
»Verið nú sum tað vil — nú
er óseint at đeila hann; læt
hann nú taa frið í kuffertinum
hjá sær«.
Aftast í fylginum gingu tveir
gamlir kallar. Húsverturin hjá
Klausen. og ein skúlalærari.
Hin fyrstnevndi fylgdi, tí kona
hansara hevði biðji hann; kenn-
arin hevði fyri vana at fylgja
liki, tó gekk hann og var so
væl hýrdur vvir, at tað ikki
var hann sjálvur, sum skuldi
fara undur mold, at hann aftaná
kundi fara heimaftur til konuna
og fáa sær flesk og kál.
Eisini hesir báðir høvdu
mangt og hvat at bera uppá
mál um Klausen. At enđanum
heldur kennarin:
»Tá rætt skal vera, so hevur
hann ongantíð fornermað nak-
ran«.
»Har rakti tú á høvdi. Hann
hevur -— harrin beini fyri sálini
— ongantíð gjørt annað enn
læti veri at fornerma nakran«.
I.íkvognurin við Klausen
var komin at kirkjugarðsgrind-
ini. Tá teir lótu hurðina upp
hvein og læt hon og gjørdi
slíkan larm, at tað tyktist, sum
teir bardist við hana fyri at
sleppa Klausen inn um.
Vildi hon ikki hava so rætt-
skafnan mann inn í kirkju-
garðin!
Góð jól, og skjemtulig jól
frá leygarkvølđ til mikukvøld
ynskja vit »Oyggjarnar« blað-
haldarir. 4 samdøgur! so long
eru jólini i ár.
Húshaldi.
Appelsinskøl
kunnu nýtast til mangt og kvat.
Flis tað hvíta burtur undan
skølinum og læt tey uppí lítla
krukku, koyr so mikið av stoytt-
um sukri úty vir at tey verða undir
kav; bint so grovt papír um.