Oyggjarnar - 20.05.1908, Qupperneq 4
teirra. Neytuni røktar arbeiðs-
konan og đrongurin, og tað
við lít og so góðum skili, sum
fer at verða sjálsamt nú á
døgum; hin gamla hevur m. a.
alla skúringina leygardag.
So kemur sunnumorgum!
frið- og halgjudagur! tá skuldu
tit sæð ferðina á mostir um tað
heila hús at rudda og skava,
vaska ílætir, ið standa grógvin
frá døgum, vaska hosur, sokkar,
tveingir m. a., busta klæðir;
tá kókar hon kjøt og' søta
súpan, bakar pannukøkur, melur
kaffi, við hvørt brennir hon
kaffi sunnudag! allar dyr hevur
hon opnar eftir sær! Tá ið
dagurin líðir, er hon farin í
reint; so tekur hon lestrabók-
ina, men tá er dimmið mest
komið og sleppur henni frá
lestrinum.
A tann hátt heldur Johanna
mostir sundagsfrið og hálg
mótsatt allar hampuligar konur,
ið »taka húsið« frá morgum-
stund og gera sum mest frá
sær leygardag, til tess at m' ta
e i n hugnaligan hvíldardag um
vikuna; enn tá vil hon eitast
at halda hálg betur enn annar,
bara tí hon læsur stokkarnar
og seym niður í ovasti skuffu
leygarkvøld og setur seg við
lestrabók sunnudag eftirmiddag
so síðla, at hon sleppir frá at
lesa! men hon hevur systrar
— nógvar tíverri.
Annelisbet gongur inn
til mostur. Hon spyr meg altið
eftir »miðlingargentuni«, sum
hon rópar Evu mostir, ið gongur
heifna ógift og ber nógv orð
av at vera tídligt fólk og ógv-
uliga skjemtingasom.
Mær hevur altíð tykt stutt-
leika í at lurta eftir eldri fólki,
vegna tey siga frá mongum
natúrligari og trúsk}'ldigari enn
vit yngri.
»Hvussu ber tað til Anne-
lisbet, at tá ið fleiri systrar eru,
so gongur mestur altfð tann
vakrasta eftir ógift. Evu haldi
eg meg minnast tann fagrasta
genta, eg havi sæð, men mamma
og Johanna mostir eru einki
fram um fólk fle.st?«
»Hvør man kenna sínasøgu
sum best, og søgur vita øll
um, sum hava verið ung.
Evusa skaði var, at hon ikki
var »tilbørliga« giftulistin, sum
fólk eiga at vera í teimum
ungu árinum«, heldur Anne-
lisbet.
Annelisbet eigir eina hálv-
bitta dóttir Friderikka, sum hon
átti 6 ár aftaná 3 dreingir og
eina gentu. »Tað er Guđs
fingur við Fridrikku«, sigur
Annelisbet, »vit vóru for arm
til at æla upp fleiri børn, og
so legði eg meg uttar í stov-
una, men hon kom alikavæl —
Stakkal . . . .«
P. N. Trangisvágsgenta.
Húshaldi.
Høsn, ið fáa eina mjólka-
skál út í garðin upp ímillum,
verpa dúgligari enn tey, ið
noyðast at sakna mjølkina.
Verpingatíðin er nú uppá
tað hægsta. Knip tí ikki um
tær átuligu og matmiklu eggja-
rættinar. Eggjaloypingur\ Teytt
2 spónur av mjólk ella róma
uppí hvørteggiðásamteittsindur
av salti og sukur. I.æt smør-
flis í r e i n t — helst glerað —
ílæti uppi yvir eldinum og hav
smátt skornan leyk út í. Um-
far evni hovliga eftir botninum
við træspón og hav tað út av
meðan tað er lint, til tess loyp-
irgurin ilcki verðir harðir og
turrir. Eggjaloypingurin (morg-
ummatir) er borðreiddur heitur
á flatum fati, har »tomat« flísar
sandaðar við pipar kunnu breið-
ast íkring; enn tá skal eingin
græsleykur í.
Eggjajmólk.
Umfar 3 — 4 eggjareyðar,
ásamt sukur í súpanabollanum.
Stoyt næst tað i'/2—2 pottar
av kókandi mjólk út yvur meðan
evni er brádliga og javnt um-
farið. Borin á borð við brank-
aðum hveititerningum.
Hørðsoðin egg i persillusós.
Smørflis og mjøl er tynnt
upp vil mjólk til javning; hav
salt og sukur út á eftir vild
og hartil mongd av smátt
saksað persillu. I.at hartkók-
aði, tvískorin flógv egg niður í
sósina og borðreið tey á flatum
fati. Persillu kann ein, so at
siga við ongum ómaki, hava
sær fríska árið íkring.
Nøkur orð um urtabrúk.
(av H. Norđby Olsen.)
— Alle slags »grønsaker«
er god mat: det er mykje mat-
mun i dei, og dei er lette aa
melta; mange av dei er sers
rike paa slike grjot — emne
som kroppen treng mest til,
kalk, jarn og fosfor. Ogberre
ein prøver syner det seg snart,
at dei fleste er lette at lage
til rettes, og at ein ikkje torv
bruka mykje av dyre tilsetn-
ingar, slikt som smør rjome og
egg. Ei husmor, naar hon
nokre aar hev vore van ved
aa hava ein liten kjøkenhage
um summaren og ein kjellar
um vinteren med kaal, gulerot,
pastinakk, persille, kaalrot o.
dl., ho vil ikkje missa dei for
mykje gott.
Og fær ein litevetta aa av-
henda( so det vert ein skilling
aa tena, me teg imot den med.
Lýsingar.
-O—
Joks. Patursson : Færøsk Politik
1 kr.
— Gunløgskvæði 25 oyr.
— Tingstarv 25 oyr.
Sverre Patursson: Dagdvølji
25 oyr.
fæst í bókhandlinum i Havn.
Blaðs;ýrari: Helena Patursson.
Prentað í Prertsmiðju »Di'mmalætting«s*