Várskot - 01.05.1905, Blaðsíða 3

Várskot - 01.05.1905, Blaðsíða 3
19 — hann sum eitt ræðuligt kavafjall omaná tí stóra staðnum, sum liggur í tungum dreymum í vetrarnáttini. Alt er fjalt og burturgoymt; bert tann gyltu kir- kjukrossur, trúnartegnið, lyftir seg upp av kavagrøvuni og glógvar í tí bláu luft, 1 tí klára sólskini. Og uppi yvur tí grivna staðnum flagsa himmalins fuglar, smáir og stórir og teir láta og syngja, sum teir duga best — hvør við sínum nevi. Fyrst koma teir flagsandi í flokki, ið geyla og láta um alt, ið fyri seg gongur bæði inni og úti, ber sum har; teir kenna alt og meta einki bøgt. Og so koma aðrir — svartir ravnar og krákur — „gravið, gravið“, nýsta teir „enn er nakað at vinna, nakað til krovið, tað er tað, ið umræður, og so halda eisini tey, har niðri á botninum eru“. Teir villu svanir koma siglanđi á spentum veingjum; teir syngja um alt tað avbara og stóra, ið enn nørist av teim menniskjum — teirra tonkum og hjørtum, — sum eru harniðri í staðnum, sum hvílir seg undir kavafonnunum. Deyðin er bar ikki, lívið tað flóðar, vit kenna tað í tónum og løgum, tei- num, sum skapast í kirkjuurgu, sum ljóða úr álvarheygi, sum kvæðir Ossians, sum randargný. Hoyr samljóðið! Tað talar til hjarta várt, lyftir tanka vár—táð er sangfuglur ættana vithoyra! Og vid eitt: Harrin andar á okkum, kavafjallið bránar, sólin skínur, várið og fuglarnir koma og nýggjar ættir við teim somu heimligu tónum í fylgju. Hoyr! árið syngur: hvat kavastormurin var at meini, hvat vetrarnáttin og teir tungu dreymar køvdu — alt loysist, alt lyítir seg, meðan fuglurin syngur — sangfuglur ættana, ið aldri doyr. (Sett út av M. M.) Trýmskviđa. reiður var hann Vingtórur, tá hann vaknaði, og sín hamar tá saknaði; hann risti skegginum, hár sítt hann syfti, tók tá Jarðarsonur til at trilva. Og hann tað orðið allarfyrst segði: „Hoyr nú tú, Loki! hvat eg mæli, ei fyrr hevir borist til á foldum ella í himni; frá Asi er hamar stolin!“

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.