Várskot - 01.05.1905, Blaðsíða 4

Várskot - 01.05.1905, Blaðsíða 4
20 — Inn til ta fagru Froyju teir gingu, og hann tað orðið allari’yrst segði: „Kannst tú mær, Froyja, tín fjaðraham lána, at eg mín hamar aftur kann heinta?“ Froyja svaraði: „Yar hann av gulli, við gaman eg lánti hann tó, av silvuri fullur, tú fekkst hann tó.“ Fleyg tá Loki — fjaðrahamur dundi — til hann kom utan fyri Asagarðar, til hann kom innan fyri Jotnaheim. Trýmur sæt á heygi, tussa drottur, gullband hongdi á hunđar sinar, javnaði faxið á fylum sínum. Trýmur orðar: ,.Hvussu veit ásum og álvum við? Einsamallur í Jotnaheim?“ Loki svaraði: „Ringt er hjá ásum, ringt er hjá álvum; hevir tú fjalt tann hamar hjá Lórida?“ Trýmur svaraði: rFjalt eg havi Lórida hamar átta mílir undir mold; eingin maður hann aftur heintar, utan hann førir mær Froyju til konu“. Fleyg tá Loki fjaðrahamur dundi — til hann kom utan fyri Jotnaheim, til hann kom innan fyri Asagarðar; møtti liann Tóra í miðjum garði, sum tað orðið allarfyst segði: „Yar lltt ørindi eydnuverk ? Sig tú á lofti long tíðindi: oftum hinn sitandi søguna gloymir, oftum hinn liggjandi lygnarboð sigir.“ Loki svaraði: „Endað verk er ørinđi mítt: Trýmur hevir tín hamar,

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.