Várskot - 01.07.1905, Blaðsíða 2

Várskot - 01.07.1905, Blaðsíða 2
— 26 í flammur luftin sker. nú hann Sátan sær tann herin stanđa í longum rekjum alt foruttan vanda, vildi troysta, tó var samanhlandað tala rødd, tí stóra mót var stranđað. So stórur eingin herur í hesi verøld verður sum henda djevla-mongd, av óndskap var betikin, frá sáligheit útrikin, og nú í avgrund slongd. Byggja teir upp tað helvits-slottið reysta, við stál og j arn teir tað tilsaman festa, gjørt við djevla-handaverki treysta, har at halda helvit-ráð tað versta. Nú ráð varð hildið saman, tað var foruttan gaman, teir vísastu hildu ráð har í helvits krókum, men út úr lívsins bókum tey nøvn eru strokin frá. Spilla vildu teir Harrans góða verki, tað lovaði hvør ein helvits djevul sterki, antin tað fell so lættliga ella berkið, allir løgdu so nøja tað til merki. Tað ráð nú enda hevði, sum forðum kvæðið segði, hvør sín forrætning tók, teir mektugastu fylgdust, men hinir sundur skildust at speia hvønn ein krók; summir fóru grant seg um at hyggja, summir fóru váning til at byggja, summir uppi í svørtum skýggjum skyggja, summir niðri á brendu avgrund liggja. Sátan ilskusnúgvin til ferðar var hann búgvin at finna skaptu verð, hann spennir gyltu veingir við sterkar djevlastreingir at fremja sína ferð. Stunđum mundi hann miðjan luftin fúka, stundum undir loftið mundi dúka, stundum fram við avgrundmundistrúka, so var skund á hesum ónda púka. Nú helvitvegur líður, tá fram mót honum skríður tað øðiliga trøll, for hvørt tað spor tað strevar, alt helviti tað bevar og syndins avkom øll. Yið portrið læt seg fúli djevil kenna, syndin hjá tí ókrút munđi renna, læt upp helvitportur til at menna mót hjá đjevli, dømdur til at brenna. Synd helvits port uppletur og Sátan tykist betur, tá hann ta opning fekk; tað portur tók at knaka, út slapp tann gamla draka og út av helvit gekk; flamrnu og royk tann pølur vítt út- sprændi í svælandi djúp, alt út áv hrendum landi, leiddi tann ónda sum í einum banđi, tó enn hjá honum kom ein størri vandi. Ei mót hjá djevli trýtur, hann inn í dýpið brýtur ígjøgnum myrk og grús, sum elementir sandast og altíð samanhlandast í evigt sús og dús. Stunđum hann í høgdu mundi støkka, stunđum attur móti avgrund hvøkka, djúpt í gomlu nátt hann mundi søkka; lítið hop var ljósinum at røkka.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.