Várskot - 01.07.1905, Blaðsíða 8

Várskot - 01.07.1905, Blaðsíða 8
\ — 32 — Tey epli vøkur hanga, og Eva mundi ganga til kunnskaps træið tætt, og slangan eggjar hana: Hví ivast tú hin væna? mítt orð tað er allt satt. Slangan át nú íyri Evu eyga fulla máltíð av tí epli reyða, longur kundi nú ei Eva streya, Eva át og át nú dóm og đeyða. Nú var Guds boð forbrotið, nú hevði Eva notið tann fyrsta syndar bit; ei dvøldist Sátan longur; nú Adóm hegar gongur, enn hevði helligt vit. Eva nú mót Ádómi sær vendi, đeyðsins epli eitt hon bar í henđi, kinnar reyðar, synd á anlit brendi: Kunnskaps epli ikki fyrr eg kendi. Her Adóm tú mín keri, eg tær tað epli beri, er frukt av kunnskaps træ; so lærdi klóka slanga: tú guddómskraft skal fanga, um tú vilt eta tað. Slangan át og slanguskikk hon misti, allar fólkasnildir hon straks visti, •lærdi meg at eta tað við listi, líkur Gud skal verða maður fyrsti. Nú Adórn var sum vigin, hann stóð sum torusligin, hann tók tá so til orð: 0 Gud, o mín manninna, hvør kom tær so at synda, hvør voldi hetta morð? ei á jørð eg eftir teg vil verða, beiski deyði hæði skal fortera somu synd sum tú skal eg nú gera. Tungt av sorg hans hjartapvar besverað. Her Eva Adóm flýddi tað epli — Ádóm stríddi ei móti Evu ráð. Hann át og át sín deyða av sama epli reyða, so fullu bæði tá. Guđ, sumhimmal, jørð ogalt man ráða, sendi sín einborna, so var spáað, hvør sum trýr á hann, hann skal uppuáa sáligheit og himmiríki fáa. 0, evig prís og æra skal Harrans navni vera, sum tók burt Sátans makt; við góðheit uttan enda hann sín einborna sendi, so hevur bíbil sagt. Eor okkum læt sítt dýra blóðið reyða, knústi Sátans makt og fúla deyða, tí bør hvørt syndigt knæ f or honuin neya, skýggja synd og eftir góðum streya. Sum „Púkaljómur“ nú finnst her i „Yár* skoti“, er hann niðurskrivaður av yrkjarinum, Jens Christiani, sjálvum; einans stavsetingin er broytt. Saman við „Leiv Øssursons kvæði“ er ljómurin sendur til próst (tá student) V. U. Hammershaimb i 1842. — Føroyingafelag gevur út. — Valentin & Lund, Niels Juelsgade 9.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.