Ungu Föroyar - 01.10.1910, Blaðsíða 6

Ungu Föroyar - 01.10.1910, Blaðsíða 6
— 78 — øðrum ríkidømi góvu skipini, sum nltíð vóru á siglingaferðum, honum góðan ávinning. Hansara hugsan mundi vera at hevði lív hansara verið baldrandi fyrr, so skuldi hann nú njóta friðin t,ess betur oman á. Men: »Prísi eingin lukkuni fyrr enn á gravarbakka.« Og | hetta gamla orðatakið mátti Magnus sanna; tí nú, tá ið hann helt lívsskútu sína vera komna í havn við góðum akkersbotni, og alt tóktist at vera góð- veður, nú brast ódnin á so ógvilig, sum hon aldri kann vera, utan tá ið gomul øvund og hevndart.osti blása undir hana. XV. Magnus kærdur.*) Seint á sumri 1588 komu sendi- harrar úr Onglandi til Danmarkar; teir førdu kæru yvir Magnus Heinason fyri, at hann í 1585 hevði tikið eitt enskt skip, sutn handilshúsið Wollison, Read & Co. átti. Nú var heldur seint at koma við hesi kæru; men tess størri vón høvdu sendiharrarnir um, at alt fór at ganga teimum eftir vilja; tí Fríðrikur kongur var deyður, og Kri- stoffer Valkendorf, Magnusar mesti øvundarmaður, var ein av ríkisstýr- arunum. Magnus møtti eisini óttaleysur fyri sendiharrunum; tí hann visti, at um lóg og rættur nútu frama, so kundi Kristoffer Valkendorf líka lítið granda honum hesa ferð sum áður. Tað sá eisini væl út fyri at alt kundi javnast í góðum millum Magnusar og sendi- harrana. Stutt eftir sigldi Magnus við einum av skipum sínum til Bjørgvinjar; har av fekk Kristoffer Vaikendorf tann ill- gruna, at Magnus ætlaði at rýma av landinum, og hann sendi tí menn av stað til at fanga hann. Tað leiðikki langt um, so hevði Kristoffer Valkendorf hann í varðveitslu síni, og hann gav honum ikki blíða viðgerð. Hann læt Magnus fjøtra*) og seta í fangilsi í »bláa turni«, har sum so mangur maður mátti sita síðstu tíðina av ævi síni, til tess bøðilsøxin skildi høvur frá kroppi. Nú sat Magnus fastur, og eingi líkindi vóru til, at Kristoffer Valken- dorf vildi lata hann sleppa leysan aftur Hann var so blindaður av hevndarhug og hatri, at hann dugdi ikki at síggja, at hann ongan rætt hevði til at lata deyðadóm falla yvir Magnus Heinason. (Meira.) Smásøgur. Ikki enn. Mamman: »Nú hevjr tú fingið nóg mikið av køkum, lítla Anna mín. Eg hugsi, tú manst ikki kunna eta meir.^ Anna: »Hví? Eg havi ikki fingið ilt í búkin enn, skal eg siga mammu.« * * * Hóskar ikki altíð. Lærarin hevði greitt børnunum frá orðatakinum: »Av skaða verður ein vísur, men ikki ríkur,* og hann hevði sagt teimum hvat tað hevir at týða. — Tá reistist lítli Jógvan og segði: »Tað hóskar ikki altíð, at ein verður vísur ') klagaður. ') lnnkja.

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.