Ungu Föroyar - 01.10.1910, Blaðsíða 4

Ungu Föroyar - 01.10.1910, Blaðsíða 4
— 76 — hann sá andlit hennara, undraðist hann á vakurleika hennara. Hann hugsaði við sær sjálvuin: »Sum hon í andliti og kroppi er lík brøðrum sínum! og eg hugsi, at um leitað verður í bý og bygd í øllum ríki mínum, so finst eingin, sum í vakurleika og góðum siðum kann metast javnt við hana. Á sama hátt eru hesi húsini vakrari og prúðari enn nøkur, eg fyrr havi sæð.« Kongsdóttirin fór síðani við kongi gjøgnum øll húsini og vísti honum alla dýrđina, og hann gleddi seg y vir øllum, sum hann sá. Tá ið hann hevði verið allastaðni og hugt at øllum, segði hann við Perisadu: »Hús tíni eru nógv, nógv vakrari enn nakað av slottum kongs, og hann hevur nú hug til at síggja urtagarðin, sum ikki man standa aftanfyri húsini í vakurleika.* Kongs- dóttirin koyrdi so eina hurð upp, og úr durunum kundu tey síggja útyvir allan urtagarðin. Og við tað sama rakti kongur fram um alt annað við spring- brunnin, sum sendi sínar strálur av himnareinum, gull littnm vatni upp í loft. Tá ið hannsá hetta undurverk, segði hann: »Hatta er so sanniliga ein frálíka vakur springbrunnur! Hvaðani kemur alt hatta vatniðfrá, og hvussu erbrunn- urin gjørdur? Kongur hevur hug at síggja hann nærri hjá.« Kongsdóttirin svaraði: »0 kongur kongana og høvd- ingi jarðarinnar! Gerið tað, sum tygum finna mestan stuttleika í.« Tey fóru so oman at springbrunninum, og meðan kongur bilsin stóð og undraðist á hann, fekk hann at hoyra fagran sjong frá mongum røddum. Hann vendi sær á og leit í kring um seg fyri at síggja tey, ið sungu; men hóast eygu hansara leitaðu bæði ovarlaga og niðarlaga, so rakti hannikki við nakran; hannhoyrdi raddirnar, men sá ongan sangara. Hann gjørdist bilsin og segði: »Hvaðani kemur hesin undurfagri sjongurin? Kemur hann upp úr jørð ella niður av himni? Hann gleðir hjarta mítt, men villir vit mítt; tí eg síggi ongan sang- ara.« Lægandi svaraði hon: »Harri kongur, her eru eingir sangarar; men sjongurin, ið ljómar fyri oyrum tygara, kemur úr hasum trænum. Farið nærri og hyggið betur at tí.« Kongur fór so nærri, og enn meira bilsin og í størri undran enn fyrr stóð hann nú og kveitti, stundum at trænum og stundum at hinum gylta vatninum, til tess hann nærum var reiðiliga í ørviti, og hann mutlaði fyri seg sjálvan: »0 guð! Er hetta rættskaffið, ella er hetta gandur? Ja so satt er hesin staðurin fullur av loyndarmálum!« So vendi hann sær at kongsdótturini og segði við hana: »Valdkvinna! Sig mær, hvussu fekst tú hatta sjaldsama træið, sum stendur mitt í urtagarðinum? Og hvussuverður tað nevnt?« Perisada svaraði: »0 kongur kongana! Hasin undurfulli lutur eitur hitt syngjandi træið og vexur ikki í okkara landi. Tó verður taðov- ! langt at siga frá, hvar og hvussu eg | fekk tað. Fyri fyrst skal eg einki siga, j utan at eg sjálv havi funnið hittsyngj- andi træið, hitt gylta vatnið og hin talandi fuglin, og at eg fann allarhesar lutirnar í senn. Nú kann kongur fylgja mær og hyggja at hinum triðja undur- fulla lutinum, og tá ið so høvdingi jarðarinnar er afturhvíldur eftir veiði- ferðina í dag, skal øll søgan um hinar tríggjar undurfullu lutirnar verða søgd honum.« Kongurin svaraði: »Møðin er horvin av at síggja alt tað sjald-

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.