Ungu Föroyar - 01.10.1910, Qupperneq 4
— 76 —
hann sá andlit hennara, undraðist hann
á vakurleika hennara. Hann hugsaði
við sær sjálvuin: »Sum hon í andliti
og kroppi er lík brøðrum sínum! og eg
hugsi, at um leitað verður í bý og bygd
í øllum ríki mínum, so finst eingin, sum
í vakurleika og góðum siðum kann
metast javnt við hana. Á sama hátt
eru hesi húsini vakrari og prúðari enn
nøkur, eg fyrr havi sæð.«
Kongsdóttirin fór síðani við kongi
gjøgnum øll húsini og vísti honum alla
dýrđina, og hann gleddi seg y vir øllum,
sum hann sá. Tá ið hann hevði verið
allastaðni og hugt at øllum, segði hann
við Perisadu: »Hús tíni eru nógv,
nógv vakrari enn nakað av slottum
kongs, og hann hevur nú hug til at
síggja urtagarðin, sum ikki man standa
aftanfyri húsini í vakurleika.* Kongs-
dóttirin koyrdi so eina hurð upp, og
úr durunum kundu tey síggja útyvir
allan urtagarðin. Og við tað sama rakti
kongur fram um alt annað við spring-
brunnin, sum sendi sínar strálur av
himnareinum, gull littnm vatni upp í
loft. Tá ið hannsá hetta undurverk, segði
hann: »Hatta er so sanniliga ein frálíka
vakur springbrunnur! Hvaðani kemur
alt hatta vatniðfrá, og hvussu erbrunn-
urin gjørdur? Kongur hevur hug at
síggja hann nærri hjá.« Kongsdóttirin
svaraði: »0 kongur kongana og høvd-
ingi jarðarinnar! Gerið tað, sum tygum
finna mestan stuttleika í.« Tey fóru so
oman at springbrunninum, og meðan
kongur bilsin stóð og undraðist á hann,
fekk hann at hoyra fagran sjong frá
mongum røddum. Hann vendi sær á
og leit í kring um seg fyri at síggja
tey, ið sungu; men hóast eygu hansara
leitaðu bæði ovarlaga og niðarlaga, so
rakti hannikki við nakran; hannhoyrdi
raddirnar, men sá ongan sangara. Hann
gjørdist bilsin og segði: »Hvaðani
kemur hesin undurfagri sjongurin?
Kemur hann upp úr jørð ella niður av
himni? Hann gleðir hjarta mítt, men
villir vit mítt; tí eg síggi ongan sang-
ara.« Lægandi svaraði hon: »Harri
kongur, her eru eingir sangarar; men
sjongurin, ið ljómar fyri oyrum tygara,
kemur úr hasum trænum. Farið nærri
og hyggið betur at tí.« Kongur fór so
nærri, og enn meira bilsin og í størri
undran enn fyrr stóð hann nú og kveitti,
stundum at trænum og stundum at
hinum gylta vatninum, til tess hann
nærum var reiðiliga í ørviti, og hann
mutlaði fyri seg sjálvan: »0 guð! Er
hetta rættskaffið, ella er hetta gandur?
Ja so satt er hesin staðurin fullur av
loyndarmálum!« So vendi hann sær
at kongsdótturini og segði við hana:
»Valdkvinna! Sig mær, hvussu fekst
tú hatta sjaldsama træið, sum stendur
mitt í urtagarðinum? Og hvussuverður
tað nevnt?« Perisada svaraði: »0
kongur kongana! Hasin undurfulli
lutur eitur hitt syngjandi træið og vexur
ikki í okkara landi. Tó verður taðov-
! langt at siga frá, hvar og hvussu eg
| fekk tað. Fyri fyrst skal eg einki siga,
j utan at eg sjálv havi funnið hittsyngj-
andi træið, hitt gylta vatnið og hin
talandi fuglin, og at eg fann allarhesar
lutirnar í senn. Nú kann kongur fylgja
mær og hyggja at hinum triðja undur-
fulla lutinum, og tá ið so høvdingi
jarðarinnar er afturhvíldur eftir veiði-
ferðina í dag, skal øll søgan um hinar
tríggjar undurfullu lutirnar verða søgd
honum.« Kongurin svaraði: »Møðin
er horvin av at síggja alt tað sjald-