Ungu Föroyar - 01.10.1910, Blaðsíða 7
— 79
av skaða og ikki ríkur; tí tá ið Hanus
beiggi í fjør var úti og fiskaði og datt
niður úr mastrini, tá kom hann at vera
býttur av skaðanum, og hann fekk 3000
krónur aftur fyrilr
* *
*
Frá$ymis8um sjónarmiðum.
Abbin: »Nú, Pætur, hvussu gongst
tær at læra í skúlanum?«
Pætur (errin): »Hvussu mær
gongst? Abbi kann ætla, at mær
gongst væl. Eg eri ikki komin so
langt sum hinir drongirnir, men teir
hava eisini gingið nógv longur enn eg.
Men eg dugi longu at standa á høvd-
inum, tá ið eg sleppi at styðja føturnar
eitt syndur upp æt klæđninginum; men
tað ganga ikki nógvir đagar, til eg
kann gera tað utan at styðja meg.«
Tvørur lærari.
Pápin (illskur): »Hoyr, Sørin,
mær dámar reiðiliga illa vitnisburðin,
sum lærari tín hevir givíð tær.«
Sørin: »Ja, eg hugsaði við tað sama,
at pápa fór ikki at dáma hann, og eg
segði tað eisini við lærarin, men hann
vilđi ikki skriva tað um aftur kortini;
hann er altíð so tvørur.«
* *
*
Ferðarminni.
Ferðarmáður sigir við húsfrúnna
í gistihúsinum: »Men — men góða
kona! Tygum turka borðdiskarnar
upp í svintu tygara?«
Konan: »Spell var! Hon var
longu skitin frammanundan.*
Talgáta.
3. 2.
Henda er ein, men tíggju í alt;
allar tú eigir, hevur tú tær talt?
4. 1. 1. 4. 10.
Tú eigir ella átti tveir
eins og eg, men ikki fleir.
1. 2. 5. 9. 10.
Á mær hon svevur, á mær hon otur,
á mær hon býr í ró
allan hin langa, kalda vetur,
um sumarið sjaldan tó.
1. 2. 3. 9. 10.
Eg havi ferðast víða livar
í góðuin og ringum, tykist mær.
3. 4. 10. 7.
Eg havi hvørki frið ella rógv,
allarminst tá ið brimið er nógv.
5. 6. 7. 8. 9. 10.
Hevur hann vit og hegni gott,
so kann hann gera smáttu og slott.
1. 2. 3. 4. 5. 6. 7. 8. 9. 10.
Eg ivist ikki í at tú
eisini kanst gita hetta nú.
Stavatalv.
a a a
d d e
8 8 8
1) Konufólkanavn.
2) Navn á einum í bóndans garði.
3) So verður sagt, tá ið illa gongur í
hond.