Ungu Föroyar - 01.10.1910, Page 7

Ungu Föroyar - 01.10.1910, Page 7
— 79 av skaða og ikki ríkur; tí tá ið Hanus beiggi í fjør var úti og fiskaði og datt niður úr mastrini, tá kom hann at vera býttur av skaðanum, og hann fekk 3000 krónur aftur fyrilr * * * Frá$ymis8um sjónarmiðum. Abbin: »Nú, Pætur, hvussu gongst tær at læra í skúlanum?« Pætur (errin): »Hvussu mær gongst? Abbi kann ætla, at mær gongst væl. Eg eri ikki komin so langt sum hinir drongirnir, men teir hava eisini gingið nógv longur enn eg. Men eg dugi longu at standa á høvd- inum, tá ið eg sleppi at styðja føturnar eitt syndur upp æt klæđninginum; men tað ganga ikki nógvir đagar, til eg kann gera tað utan at styðja meg.« Tvørur lærari. Pápin (illskur): »Hoyr, Sørin, mær dámar reiðiliga illa vitnisburðin, sum lærari tín hevir givíð tær.« Sørin: »Ja, eg hugsaði við tað sama, at pápa fór ikki at dáma hann, og eg segði tað eisini við lærarin, men hann vilđi ikki skriva tað um aftur kortini; hann er altíð so tvørur.« * * * Ferðarminni. Ferðarmáður sigir við húsfrúnna í gistihúsinum: »Men — men góða kona! Tygum turka borðdiskarnar upp í svintu tygara?« Konan: »Spell var! Hon var longu skitin frammanundan.* Talgáta. 3. 2. Henda er ein, men tíggju í alt; allar tú eigir, hevur tú tær talt? 4. 1. 1. 4. 10. Tú eigir ella átti tveir eins og eg, men ikki fleir. 1. 2. 5. 9. 10. Á mær hon svevur, á mær hon otur, á mær hon býr í ró allan hin langa, kalda vetur, um sumarið sjaldan tó. 1. 2. 3. 9. 10. Eg havi ferðast víða livar í góðuin og ringum, tykist mær. 3. 4. 10. 7. Eg havi hvørki frið ella rógv, allarminst tá ið brimið er nógv. 5. 6. 7. 8. 9. 10. Hevur hann vit og hegni gott, so kann hann gera smáttu og slott. 1. 2. 3. 4. 5. 6. 7. 8. 9. 10. Eg ivist ikki í at tú eisini kanst gita hetta nú. Stavatalv. a a a d d e 8 8 8 1) Konufólkanavn. 2) Navn á einum í bóndans garði. 3) So verður sagt, tá ið illa gongur í hond.

x

Ungu Föroyar

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.