Ungu Föroyar - 01.10.1910, Blaðsíða 2
74
Stgan um tvaer svundsjúkar systrar.
(Úr Tútnnd náttnm ng rini.)
(Framhald.)
Kongssynirnir báðir sogdu, at hon
mundi vita at gera sum best, og teir
fóru so til hvíldar. Perisada tók búrið
og segði við fuglin! »Góði fuglur!
Kongur ætlar sær higar í morgin at
vitja okkum, og hann má fáa okkurt
gott at eta; eg biði teg tí um at siga
mær, hvat eg skal lata kokkarnar kóka
til hansara.* Hin talandi faglurin
sváraði: »Valdkvinna, tú hevur hinar
bestu kokkar og bakarar, ið finnast
kunna. Bið teir gera eina máltíð av
útvaldum góðum mati, og fram um alt
mást tú sjálv ansa eftir, at ein rættur
av grønum gurkum, sum mugu vera
fyltar við [perlum, verður settur fyri
hann.« Kongsdóttirin undraðist á hetta
og segði: »Aldri havi eg fyrr enn nú
vitað um slíkt nammi-nammi. Hvussu?
Gurkur fyltar við perlam? Hvat fer
kongur at siga um slíkan rætt? Honum
man dáma breyð, men ikki steinar til
at eta. Umframt tað havi eg ikki so
mangar perlur, at taðer nóg mikið uppí
einans gurku.« Fuglurin svaraði: »Tað
koma vit lættliga yvir, og ger tú eftir
mínum ráðum. Eg vil tær væl, og
einki ilt skalt tú njóta av mínum ráð-
um. Hvat perlunum viðvíkur, so skalt
tú fáa tær á henda hátt: Fartúsnimma
í morgin oman í urtagarðin og grav
eitt hol hjá hinum fyrsta trænum
høgrumegin gøtuna, og har finnur tú
so nógvar perlur, sum tær tørvar.*
1 lýsingini morgunin eftir bað hon
ein urtagarðsdrong koma við sær oman
í urtagarðin, á tann staðin, sum fugl-
urin hevði víst á. Her gróv drongurin
eitt djúpt hol, og endin var, at hann
rendi grevið móti hørðum, Hann koyrdi
tá moldina burtur frá við hondunum,
og fann eina stóra gullkistu niðri í
jørðini. Hann vísti kongsdótturini á
kistuna, og hon segði við hann: »Tí
hevði eg teg higar at grava. Ansa
eftir, at tú ikki meislar kistuna, og tak
hana upp.« Tá ið drongurin hevði gjørt
eftir hennara boðum, læt hon kistuna
upp, og hou var full av perlutn. Nú
hevði Perisada nóg mikið at fylla í
gurkurnar, og hon var so hjartans
fegin við hesa sjón og fór heirn við
kistuni.
Kongssynirnir undraðust báðir yvir
at síggja systur teirra so tíðliga á
morni fara í urtagarðin, tí tað var hon
ikki von at gera, og tá ið teir sógu
hana koma niðan aftur, fóru teir ímóti
henni. Tá ið teir raktu við, at hon
undir hondini bar ein sjaldsaman lut,
ja eina gullkistu, sum teir einki vistu
um framman unđan, søgdu teir við hana:
»Systir góða, vit sógu teg snimma í
morgun fara oman í urtagarðin við
tómum hondrm, — eingin fylgdist við
tær utan urtagarðsdrongurin —, og nú
kemur tú aftur við hasi stóru gull-
kistuni. Sig okkum hvar og hvussu tú
hevur funnið hana; kann vera, at her
liggur onkur dýrgripur huldur í urta-
garðinum.o Perisada svaraði: »Rætt
hava tit, brøður mínir; eg tók henda
đrongin við mær og læt hann grava
undir einum træ, og har funnu vit hesa
kistuna fulla av perlum, sum eru so
vakrar, at tit mugu gleða tykkum yvir
at síggja tær.« Síðani læt hon kistuna
upp, og brøður hennara stóðu bilsnir
| og stardu, tá ið teir høvdu rakt við
perlurnar. Tá tók kongsdóttirin aftur
i