Ungu Föroyar - 01.10.1910, Side 2

Ungu Föroyar - 01.10.1910, Side 2
74 Stgan um tvaer svundsjúkar systrar. (Úr Tútnnd náttnm ng rini.) (Framhald.) Kongssynirnir báðir sogdu, at hon mundi vita at gera sum best, og teir fóru so til hvíldar. Perisada tók búrið og segði við fuglin! »Góði fuglur! Kongur ætlar sær higar í morgin at vitja okkum, og hann má fáa okkurt gott at eta; eg biði teg tí um at siga mær, hvat eg skal lata kokkarnar kóka til hansara.* Hin talandi faglurin sváraði: »Valdkvinna, tú hevur hinar bestu kokkar og bakarar, ið finnast kunna. Bið teir gera eina máltíð av útvaldum góðum mati, og fram um alt mást tú sjálv ansa eftir, at ein rættur av grønum gurkum, sum mugu vera fyltar við [perlum, verður settur fyri hann.« Kongsdóttirin undraðist á hetta og segði: »Aldri havi eg fyrr enn nú vitað um slíkt nammi-nammi. Hvussu? Gurkur fyltar við perlam? Hvat fer kongur at siga um slíkan rætt? Honum man dáma breyð, men ikki steinar til at eta. Umframt tað havi eg ikki so mangar perlur, at taðer nóg mikið uppí einans gurku.« Fuglurin svaraði: »Tað koma vit lættliga yvir, og ger tú eftir mínum ráðum. Eg vil tær væl, og einki ilt skalt tú njóta av mínum ráð- um. Hvat perlunum viðvíkur, so skalt tú fáa tær á henda hátt: Fartúsnimma í morgin oman í urtagarðin og grav eitt hol hjá hinum fyrsta trænum høgrumegin gøtuna, og har finnur tú so nógvar perlur, sum tær tørvar.* 1 lýsingini morgunin eftir bað hon ein urtagarðsdrong koma við sær oman í urtagarðin, á tann staðin, sum fugl- urin hevði víst á. Her gróv drongurin eitt djúpt hol, og endin var, at hann rendi grevið móti hørðum, Hann koyrdi tá moldina burtur frá við hondunum, og fann eina stóra gullkistu niðri í jørðini. Hann vísti kongsdótturini á kistuna, og hon segði við hann: »Tí hevði eg teg higar at grava. Ansa eftir, at tú ikki meislar kistuna, og tak hana upp.« Tá ið drongurin hevði gjørt eftir hennara boðum, læt hon kistuna upp, og hou var full av perlutn. Nú hevði Perisada nóg mikið at fylla í gurkurnar, og hon var so hjartans fegin við hesa sjón og fór heirn við kistuni. Kongssynirnir undraðust báðir yvir at síggja systur teirra so tíðliga á morni fara í urtagarðin, tí tað var hon ikki von at gera, og tá ið teir sógu hana koma niðan aftur, fóru teir ímóti henni. Tá ið teir raktu við, at hon undir hondini bar ein sjaldsaman lut, ja eina gullkistu, sum teir einki vistu um framman unđan, søgdu teir við hana: »Systir góða, vit sógu teg snimma í morgun fara oman í urtagarðin við tómum hondrm, — eingin fylgdist við tær utan urtagarðsdrongurin —, og nú kemur tú aftur við hasi stóru gull- kistuni. Sig okkum hvar og hvussu tú hevur funnið hana; kann vera, at her liggur onkur dýrgripur huldur í urta- garðinum.o Perisada svaraði: »Rætt hava tit, brøður mínir; eg tók henda đrongin við mær og læt hann grava undir einum træ, og har funnu vit hesa kistuna fulla av perlum, sum eru so vakrar, at tit mugu gleða tykkum yvir at síggja tær.« Síðani læt hon kistuna upp, og brøður hennara stóðu bilsnir | og stardu, tá ið teir høvdu rakt við perlurnar. Tá tók kongsdóttirin aftur i

x

Ungu Föroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.