Ungu Föroyar - 01.06.1915, Blaðsíða 2

Ungu Föroyar - 01.06.1915, Blaðsíða 2
— 42 — Tað skal tola størstu sjógvar, trygt á botni, turt til bógvar. Sum fuglur skjótt tað fer á bárum við segli og sexti eikiárum. Borð og bond úr besta evni, bogið sporl og drekastevni. Reyðgylt høvd sum eldur skinur, eygu glógva, gronin grínur. Seglið seymað reytt og blátt, veðurringar leika hátt. Mannað væl við đreingjum reystum, brynjaðum í málmi bestum. Tú skalt vera stavnamaður. Grát so ikki, ver nú glaður. Stýrið havi eg í hondum, sigli so mót suðurlondum. Hildardans vit kátir trína, eggjar smella, ođđar hvína. Rudda drekar, knarrar, skeiðir, vinna vald og góðs og heiður. Síðan vit til Føroya stevna faðirs bana hart at hevna. Borgir tvær vit okkum gera, høvdingar vit báðir verða. Høvdingar á Føroya landi. Tá er gloymdur allur vandi.« ijergtikin. Eftir Hans A. Djurhuus. V. Teir leita eftir Haraldi; uppi undir Hamrinum og fram við strondina leita teir; men eingin leitar í ánni. Hann hevur verið so undarligur í sumar; tað kom á hann ein morgun, hann fór burtur í haga, siðani tá hevur hann ikki verið fólk. Teir eru bangnir fyri, at hann hevur gjørt enda á sær sjálvum; tó eingin torir at siga tað — tað er so sárt at hugsa sær slikt. Men teir óttast fyri ti. Allan dagin leita teir og finna einki; nú í skýmingini eru teir farnir at leita i ánni; tó tað er eingin ivi um, at har er hann ikki. Heima i túninum gongur mamman, ør av sorg og bangilsi, og inni í glas- stovuni situr pápin og starir fram fyri seg; andlitið er foyrað av sorg og gremjing. Er Haraldur farin, so ' er eingin at leiða ættina viðari fram, so má ættin doyggja; tí hann er einasta barn. Og hin gamli bóndin strýkur sær um ennið, meðan eitt tárið fyri og annað eftir rennur oman eftir hinum foyrutu kjálkunum. Hann sær Karina koma gangandi yvir um bøin. Hon hevur ikki verið her yviri síðani tíðliga í sumar; men nú, tá sorgin er komin, nú kemur hon. Neyðar Karin. Hon, sum skuldi verða bóndakona; giftast við Haraldi; nú kemur hon at troysta tey — at bera teimum lina.

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.