Ungu Föroyar - 01.06.1915, Blaðsíða 8
- 48
Á henda hátt var endin á viðurskiftunum
millum Glúms og Oyfirðinga.
Men tá ið kristindómurin kom higar
til íslands, tók Glúmur skírn, og hann
livdi tríggjar vetrar eftir tað. Tá ið hann
lá í banasótt varð hann konfirmeraður av
Kol biskupi, og hann andaðist í skírnar-
klæðum sínum.
Tá búði Máur Glúmsson í Fornhaga
og hevði latið gera kirkju har, og varð
Glúmur jarðaður har og eisini Máur, tá
ið hann andaðist, og mangir aðrir menn;
tí at langa tið var eingin kirkja í Hørg-
áardali utan tann eina.
So hava menn sagt, at Glúmur hevur
verið tjúgu vetrar mektugasti høvdingi í
Oyafirði, og í aðrar tjúgu vetrar vóru
eingir meir enn til javns við hann. Tað
hava menn eisini sagt, at í brøgdum og
vápnaleikum var Glúmur mætasti maður
á íslandi.
Og har endar søga Víggja-Glúms.
Úr skúlanum.
Ein skúlameistari stóð og greiddi
børnunum frá, hvussu blóðið ferðast runt
í kroppinum frá hjartanum og aftur til
hjartað. >Um eg standi á høvdinum,*
segði hann, »vil so blóðið renna niður í
høvdið á mær?< »Ja, tygum,« svaraðu
børnini. »Men,« segði so skúlameistarin,
»hví rennur so blóðið ikki niður í føt-
urnar á mær, tá ið eg standi á fótum
mínum?« — Har var tøgn eina góða
løtu; men so svaraði ein gløggur ungur
piltur: »Jú, tygum, tað er av teirri orsøk,
at føtur tygara eru ikki tómir.«
Eins-orðs leikurin,
Eitt hitt stuttligasta, sum børn
kunna havast at innan dura, er eins-orðs
leikurin. Tey, sum eru uppi í hesum
leiki, seta seg í ein ring, og eitt byrjar
so eina søgu við at siga bert eitt orð.
Tann, ið situr undir liðini á honum,
sigur næsta orðið, og so verður hildið
fram á henda hátt runt og uppaftur runt
allan ringin. Ein leikari, sum ikki fær
í lag at seta eitt orð aftur at, ella
sum nýtir eitt orð, ið einki høpi er i,
má fara burtur úr leikinum.
Allra stuttligast#r er leikurin, tá ið
bert eini tvey ella trý eru eftir. Tann
eini, sum eftir er, tá ið øll hini eru
burtur úr farin, hevur vunnið.
Robinson Kruso
verður innbundin í prýðiligt skreytbind
(pragtbind) av ymiskum litum, og við rein-
um gulltittli á rygginum fyri 85 Oyr. 1
H. N. Jacobsens bókhandli
í Havn.
UNGU FOROYAR
kosta 30 oyr. um ársfjórðingin,
I kr. 20 oyr. um árið og koma út
eina ferð í hvørjum mánaði.
UNGU FOROYAR
kunnu fáast við at skriva seg fyri tær
hjá postinum ella hjá blaðstjóranum.
Útgevari: Foroya kennarafelag. — Blaðstjóri: Símun av Skarði.
Prentsmiðja »Dimmalætting«ar, Tórshavn.