Ungu Föroyar - 01.06.1915, Blaðsíða 5

Ungu Föroyar - 01.06.1915, Blaðsíða 5
— 45 — Men nú er tað gloymt, vit minnast ti betur ikki so leingi; tí gjørdu vit tað, tá var hvør dagur okkum ein knógvandi byrði, ein sorgar sekt. Tó, ein er, sum ikki gloymir, tað er Karin: Hon varð verandi á garðinum hjá teim gomlu, og nú gongur hon nær- um hvønn dag oman á grøvina, stendur har og hyggur at krossinum; tí hon hugsar um nakað, hon ikki kann fata. Hvi fór Haraldur frá henni? Tey høvdu jú hildið saman líka til hitt sunnukvøldið, tá hann so tíðliga fór úr dansinum. Og hvar hevði hann verið um náttina. Hann kom ikki heim fyrr enn í sólar- renning; tá høvdu fólk sæð hann koma innan úr dalinum, og siðani tá hevði hann gingið sum burtur i øðrum heimi. Nei, hon fatar tað ikki. Fet fyri fet gongur hon heim i garðin, har sita tey gomlu og hugsa um sama spurningin, hann er teimum ein ógitilig gáta. Tey vita ikki, at Haraldur hevði sæð eina gulhærda gentu, sum ein bjartan sumarmorgun sat við áarbakkan og kembdi sær við gullkambi; ti tey trúgva ikki, at huldufólk eru til. Og hvør trýr ti? Nýtt og vakurt lag, Eitt nýtt føroyskt lag er útkomið hjá Wilhelm Hansen, Keypmannahavn, og tað er til kvæðið: »Situr tú seggur í oyðini helU, sum Jens Djurhuus hevur yrkt, og lagið hevur Hans Arvesen gjørt. Hesin Hans Arvesen er gitin fyri dugna- skap í tónalist; hann hevur longu gjørt mong løg, sum út eru komin hjá Wil- helm Hansen. Mamma hansara er føroysk. Hetta lagið, sum kannað er Før- oyingaýelag í Keypmannahavn eitur „TÍ1 Føroya“, og tað er frálíka væl og prýðiliga úr hondum greitt. A tittil- blaðinum er ein sjaldsama vøkur tekning av tarabløðum og krossfiskum. 011 tey, ið hava hug til at fáast við tónalist, og sum eigað annaðhvørt fiól ella urgan ella okkurt annað ljóðamboð, mugu fáa sær hetta vakra lagið, sum er í so fríðum og tekkiligum búna. Víggja-6lúms søga. (Framhald.) XXVII. Um Risoyar Narva. Narvi æt maður. Hann búði í Rísoy og hevði verið giftur við Úlveið, ið var dóttir Ingjalds Helgasonar hins magra. Synir teirra vóru: Oyólvur, Klængur, Torbrandur og Torvaldur. Allir vóru teir rætt reystmenni og frændur Glúms. Teir Klængur og Oyólvur búðu eftir faðir sín í Rísoy. Máður búði í Haga; hann æt Torv- aldur, kallaður menni; hann var giftur við Helgu, sum var dóttir Tórðar Ravnssonar frá Stokkaløðu. Eitt várið kom Torvaldur úr Haga og at Risoy við skútu síni; hann ætlaði sær til útróðrar, og tá Klængur varð varur við hann, fór hann 1 ferðina við honum. Tá teir komu út úr firðinum funnu teir eina nýdeyða reiður. Teir gjørdu línur fastar í hana og sigldu við

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.