Ungu Föroyar - 01.06.1915, Blaðsíða 3

Ungu Föroyar - 01.06.1915, Blaðsíða 3
— 43 — Hann reisir seg og fer út í tún. »Nú.» Karin stødgar á og lítur at honum. »Hvat hava tit frætt?« >Einki enn,« sigur hann. »Hvat halda tit?« Hon spyr, sum er hon bangin fyri at fáa vissu fyri sín egna ótta; tí bóndin er ein skilamaður, og tað, sum hann heldur, man vera rætt. »Eg haldi einki,« svarar hann. — »Bert tað, at vit kunnu vóna, so leingi sum vit einki vita; men ringar eru vón- irnar.« Hann fer inn í roykstovuna, og hon aftan á. Har situr móðirin og grætur, grætur yvir einasta syni sínum. Tá kann Karin ikki halda sær longur, hon setist stillisliga undir liðini á hini gomlu, og tárini koma so stríð. — Hon kykkar eftir andanum. »Á nei; tit dylja eitthvørt fyri mær. Hvar er hann? — eg vil síggja hann,« sigur hon. Bóndin stendur uppi yvir teimum. At Karin er eins sorgarbundin og tey, tað er ikki vont at skilja — kann vera er hennara sorg nógv tyngrí. Hann fer innar 1 glasstovuna. — — í myrkrinum koma teir, sum hava leitað, aftur. Einki hava teir funnið, ikki so mikið sum eina húgvu. Boð eru send til hinar bygdirnar; eisini har hevur verið leitað; men til onga nyttu. Hetta verður meiri og meiri óhugn- aligt, Mánin kemur upp eina løtu fyri niðurfaringartíð; tá fara teir av stað aftur, og nú er hin gamli bóndin við. Nú skal áin verða roynd fyrst, síðani vágurin. Teir ganga fram við ánni, sóknast undir hvørjum kletti, har eru vfðar holur inn undir fleiri av teimum, so víðar, at tær meiri enn so kunnu fjala ein mann, har eru eisini djúpir hyljar, so djúpir, at maður minni enn so grynnir í teimum; bakkin er í fleiri støðum so svikaligur, at væl kann hava borist manni á at stíga út fyri hann. Nú leita teir, leita gjølla. Teir hava býtt seg sundur í tveir bólkar, hvør gongur síni megin ánna; stund um stund rópa teir hvør til annan. Annar bólkurin kemur fram at hinum stóra klettinum miðskeiðis í ánni — har er ein djúpur hylur. ið gongur beinleiðis inn til bakkan, sum í einum staði er skrædnaður heilt niður frá. Tó at mánin nú skínur av tí bjart- asta, kunnu teir ikki síggja botn; men her má verða leitað. — Teir hava eitt sterkt garn við sær; tað seta teir tvørtur um hylin. Nú kemur hin bólkurin til, og báðir draga so garnið inn i móti landi. Fyrstu ferð fáa teir einki. So verður roynt eina ferð aftur at, og tá finna teir hann; dygst inni við klettin hevur hann ligið; tí hava teir ikki sæð hann í skýmingini. Eyguni eru aftur; men um varrarnar liggur eitt so ovurvakurt bros, at teir eru vísir í, at ikki hevur Haralđur tikið seg sjálvan av døgum; hann hevur verið á hálsin og gliðið út fyri, meðan hann í blíðum dreymum hevur gingið fram við ánna. Jú soleiðis hevur tað verið. Hin gamli pápin er vorðin bleikur, hann er hoknaður niður á ein stein, har situr hann og starir fram fyri seg, sum sá hann alt og einki. Nú veit hann tað vist, at ættin skal doyggja, hann er síðsti maður — eingin er at leiða hana víðari fram. Aftur at hesum kemur so sorgin, tung — nfvandi tung. Teir taka Harald og bera hann heim f garðin. Aftast f skaranum gongur hin

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.