Ungu Föroyar - 01.06.1915, Side 3
— 43 —
Hann reisir seg og fer út í tún.
»Nú.» Karin stødgar á og lítur at
honum. »Hvat hava tit frætt?«
>Einki enn,« sigur hann.
»Hvat halda tit?« Hon spyr, sum er
hon bangin fyri at fáa vissu fyri sín
egna ótta; tí bóndin er ein skilamaður,
og tað, sum hann heldur, man vera rætt.
»Eg haldi einki,« svarar hann. —
»Bert tað, at vit kunnu vóna, so leingi
sum vit einki vita; men ringar eru vón-
irnar.«
Hann fer inn í roykstovuna, og hon
aftan á. Har situr móðirin og grætur,
grætur yvir einasta syni sínum.
Tá kann Karin ikki halda sær
longur, hon setist stillisliga undir liðini á
hini gomlu, og tárini koma so stríð. —
Hon kykkar eftir andanum.
»Á nei; tit dylja eitthvørt fyri mær.
Hvar er hann? — eg vil síggja hann,«
sigur hon.
Bóndin stendur uppi yvir teimum.
At Karin er eins sorgarbundin og tey,
tað er ikki vont at skilja — kann vera
er hennara sorg nógv tyngrí.
Hann fer innar 1 glasstovuna. — —
í myrkrinum koma teir, sum hava
leitað, aftur. Einki hava teir funnið, ikki
so mikið sum eina húgvu. Boð eru send
til hinar bygdirnar; eisini har hevur
verið leitað; men til onga nyttu.
Hetta verður meiri og meiri óhugn-
aligt, Mánin kemur upp eina løtu fyri
niðurfaringartíð; tá fara teir av stað
aftur, og nú er hin gamli bóndin við.
Nú skal áin verða roynd fyrst, síðani
vágurin.
Teir ganga fram við ánni, sóknast
undir hvørjum kletti, har eru vfðar holur
inn undir fleiri av teimum, so víðar, at
tær meiri enn so kunnu fjala ein mann,
har eru eisini djúpir hyljar, so djúpir, at
maður minni enn so grynnir í teimum;
bakkin er í fleiri støðum so svikaligur,
at væl kann hava borist manni á at
stíga út fyri hann.
Nú leita teir, leita gjølla.
Teir hava býtt seg sundur í tveir
bólkar, hvør gongur síni megin ánna;
stund um stund rópa teir hvør til annan.
Annar bólkurin kemur fram at hinum
stóra klettinum miðskeiðis í ánni — har
er ein djúpur hylur. ið gongur beinleiðis
inn til bakkan, sum í einum staði er
skrædnaður heilt niður frá.
Tó at mánin nú skínur av tí bjart-
asta, kunnu teir ikki síggja botn; men
her má verða leitað. — Teir hava eitt
sterkt garn við sær; tað seta teir tvørtur
um hylin. Nú kemur hin bólkurin til,
og báðir draga so garnið inn i móti landi.
Fyrstu ferð fáa teir einki.
So verður roynt eina ferð aftur at,
og tá finna teir hann; dygst inni við
klettin hevur hann ligið; tí hava teir
ikki sæð hann í skýmingini.
Eyguni eru aftur; men um varrarnar
liggur eitt so ovurvakurt bros, at teir
eru vísir í, at ikki hevur Haralđur tikið
seg sjálvan av døgum; hann hevur verið
á hálsin og gliðið út fyri, meðan hann í
blíðum dreymum hevur gingið fram við
ánna.
Jú soleiðis hevur tað verið.
Hin gamli pápin er vorðin bleikur,
hann er hoknaður niður á ein stein, har
situr hann og starir fram fyri seg, sum
sá hann alt og einki. Nú veit hann tað
vist, at ættin skal doyggja, hann er síðsti
maður — eingin er at leiða hana víðari
fram.
Aftur at hesum kemur so sorgin,
tung — nfvandi tung.
Teir taka Harald og bera hann heim
f garðin. Aftast f skaranum gongur hin