Ungu Föroyar - 01.11.1915, Qupperneq 5

Ungu Föroyar - 01.11.1915, Qupperneq 5
— 85 — gamlari konu. So búgvin gekk hon yvir um hini sjey fjøllini til hinar sjey dvørgarnar, pikkaði upp á hurðina og rópti: »Góðar vørur her at fáa:« Snjóhvíta hugdi út og segði: »Gakk bert longur; eg tori ikki at lova nøkr- um inn.« »Tú skalt kortini sleppa at síggja hvat eg havi,« segði hin gamla; hon tók so eiturkambin fram, og holt hann upp í loft. Tá dámdi Snjóhvítu hann so væl, at hon fekk hug at eiga hann, og læt hurðina upp. Tá tær vóru komnar á samt um prísin, segði hin gamla: »Nú skal eg einaferð greiða tær til gagns.« Neyðar Snjóhvíta hugs- aði um einki og læt hina gomlu gera sum hon vildi. Men neyvan hevði hon sett kambin í hárið, so kendist eiturs- magnið, og gentan misti vit og skil og fall sum deyð til jarðar. Tá segði hin ónda konan: »Nú er tað liðugt við tær,« og hon fór burtur haðani. Tað visti tó so væl við, at tað var liðið langt út á kvøldið, so at hinir sjey smáu dvørgarnir brátt komu heim. Tá ið teir sóu Snjóhvítu liggja sum deyða á jørðini, fingu teir upp aftur illgruna til stjúkmóðurina. Teir leitaðu og funnu eiturkambin, og neyvan høvdu teir tikið hann úr hári hennara, fyrr enn hon fór at kvaklast við aftur. Brátt var hon røsk aftur, og hon segði teimum tá alt, ið tilborist hevði. Einaferð enn varaðu teir hana við, at hon mátti ansa væl eftir sær og ikki lata hurðina upp fyri nøkrum. Heima á borg síni fór đrottningin fram fyri spegilin og segði: »Mín lítli spegil á bróstinum uppi, í vísdómi er ei tín líki. Sig mær: Hvør er fríðast av kvinnum í hesum landi og ríki?« Tá svaraði hann sum áður: »Drottning! her manst tú fríðast vera; men tað sigi eg tær nú, at frammi undir fjøllum í dvørgahøllum — túsund ferðir Snjóhvíta fríðari er enn tú.« Nú hon hoyrdi spegilin tala so, fór hon at skelva og nøtra av illsinni. »Snjóhvíta skal doyggja,« ýldi hon, »um tað 80 verður mín egin bani.« So fór hon inn í eina dulda stovu, sum eingin visti um, og sum eingin kom at. Har gjørdi hon eitt ræðuliga eitrandi súrepli. Utan á var tað vakurt at síggja: hvítt við reyðum bletti, og øll, sum sóu tað, fingu hug á tí; men tann, sum át ein bita av tí, hann mátti doyggja. Tá ið súreplið var liðugt, lit- aði hon seg í andlitinum og læt seg í onnur klæði, so hon kom at líkjast eini bónđakonu, og so búgvin gekk hon yvir um hini sjey fjøllini til hinar sjey dvørgarnar. Hon kom at durum og pikkaði upp á. Snjóhvíta rætti høvdið út í gjøgnum gluggan og segði: »Ongum tori eg at lova inn; hinir sjey dvørg- arnir hava noktað mær at gera tað.« • Líka leggi eg lag í,« svaraði bónda- konan, »men súreplum mínum vil eg fegin sleppa frá. Hygg, eitt skal eg geva tær.« »Nei,« segði Snjóhvíta, »eg tori ikki at taka við ti.« »óttast tú fyri eitri?« spurdi vin gamla, »sært tú? eg skal skera tað í helvt; hin reyða helmingin skalt tú eiga, hin hvíta skal eg sjálv eta.« Men súreplið var so snildiliga gjørt, at bert hin reyði helm- ingurin var eitraður. Snjóhvíta fekk hug á hesum vakra

x

Ungu Föroyar

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.