Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1914, Síða 2

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1914, Síða 2
Han er Enkernes Forsvar og de faderløses Fader. Hvo, som sig paa ham forlader, ham sin Hjælp han lovet har; han vil ikke fra dig vige, om hans Haand end kærlig slog. Gid enhver med Job kan sige: Herren gav og Herren tog. Jacob siger: Salig den, som af Gud i Verden prøves, og i Tro og Taalmod øves til sin Gud i Himmelen; han skal Livsens Krone vinde, naar han gaar af Verden ud, dór, hvor Suk og Sorg forsvinde, hos den eviggode Gud. De dog ikke tabte er, men gik bort kun for at gemmes; dog de ikke kan forglemmes af dem, som tilbage er. De skal engang atter mødes hist i Himlens trygge Havn, dór, hvor Suk og Sorg forsødes. Amen, ja, i Jesu Navn. Kvívíks Jógvan við Gjógv. Hvat byggir tú á? Prædika á 8. sunnudegi e. trin. • Mangir munnu siga við meg á hinum degi: Harri, Harri, hava vit ikki profeterað við navni tínum, og hava vit ikki rikið út illar andar við navni tinum, og hava vit iklci útint mangar kraftargerðir við navni tínum ? Og tá vil eg vitna fyri teimum: Á ongum sinni havi eg kent tykkum; víkið burtur frá mær, tit, ið havast við órætt. Hvór hann, ið tí hoyrir hesi orð míni Og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellu- botn. Og gloppregnið brast á og áarforið kom og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi, og tað fall ikki, tí at tað var grundað á hellubotni. Og hvór hann, ið hoyrir hesi orð míni og ikki ger eftir teimum, hann skal líknast við ein fávit*>kutan mann, ið bygdi hús sítt á kyksendi. Og gloppregnið brast á og áarforið kom og stormarnir leikaðu og hildu á hetta húsið, og tað fall, og stórt var fallið tess. Og tað hendi, táið Jesus hevði endað hesar talur sínar, lá stóð mannamúgvan bilsin yvir læru hansara; ti hann lærdi tey sum ein, ið eigur mekt og mæti, og ikki soleiðis sum teir skriftlærđu teirra.« (Matt. 7, 22—29.) í grundini, sigur Jesus í hesum evan- geliinum í dag, eru tað bert tvey slog av menniskjum: tey, ið verða líknað við ein vitugan mann og tey, ið verða líknað við ein fávitskutan mann, ein dára. Og eisini eru tað bert tvey slog av byggigrundum, sum menniskjur byggja lívshús teirra á: hellubotnur og kyksendi. Táið nú hetta evangeliið aftur ljóðar til okkara í dag, so er tað orsok hjá okkum óllum álvarliga at spyrja okkum sjálv: Hvórjum slagi av menniskjum hoyrir tú aftur at? Bert tú teg at sum hin vitugi maðurin ella bert tú teg at sum dárin? Tað liggur ikki einki á, hvórjum tú hoyrir aftur at og hvussu tú bert teg at. Tað ræður um stóðu ella fall hjá tær. Og tað er orsók hjá okkum óllum álvarliga at spyrja okkum sjálv: Hvat byggir tú lív titt á? Byggir tú á hellu- botn, tann fasta klettin, ið ikki vikast; ella byggir tú á tann leysa, svikaliga sand, ið ryður burtur? Tað liggur ikki einki á, hvat tú byggir lív títt á. Tað ræður um stóðu ella fall fyri lív títt. Tað ræður um æviga stóðu ella ævigt fall. Jesus setur upp her, sum hann annars tíðum ger, sítt stóra, avgerandi annað- hvórt—ella: Annaðhvórt heima hjá Guði ella burturi frá honum, annaðhvðrt barn hjá faðirinum í himli ella fremmandur langt av leið í heimi, annaðhvórt frelstur hjá Guði ella farin hjá hinum illa, annað- hvórt stóða ella fall. Hvussu álvarsamt, hvussu ævinliga álvarsamt hetta er, tað hoyra vit av hesum orðum Jesusar: Mangir munnu siga við meg á hinum degi: Harri, Harri, hava vit ikki profeterað við navni tínum og hava vit ikki rikið út illar andar við navni tínum og hava vit ikki útint mangar kraftargerðir við navni tínum? Og tá vil eg vitna fyri teimum: A ongum sinni havi eg kent tykkum; víkið burtur frá mær, tit, ið hav- ast við órætt! Hugsið tykkum til, hvussu ræðuligt tað hevði verið, um hesi orð av Jesusar munni skuldu ljóða til nakran av okkum: Á ongum sinni havi eg kent teg! Og tað so kemur sum eitt blankt snarljós og sum ein torusláttur: Vík burtur frá mær, tú, ið hevst við órætt! Hetta er so álvarsamt, tí tað er, kunna vit siga, bert einans sannur og ófalskaður kristindómur, tnen tað er mangur falskur og ósannur kristindómur, mangar eftir- líkningar, mangar eftirgerðir av sonnum kristindómi, og menniskjurnar taka ofta eftirlikningarnar. Tað finnast jú ediligir

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.