Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1914, Qupperneq 2
Han er Enkernes Forsvar
og de faderløses Fader.
Hvo, som sig paa ham forlader,
ham sin Hjælp han lovet har;
han vil ikke fra dig vige,
om hans Haand end kærlig slog.
Gid enhver med Job kan sige:
Herren gav og Herren tog.
Jacob siger: Salig den,
som af Gud i Verden prøves,
og i Tro og Taalmod øves
til sin Gud i Himmelen;
han skal Livsens Krone vinde,
naar han gaar af Verden ud,
dór, hvor Suk og Sorg forsvinde,
hos den eviggode Gud.
De dog ikke tabte er,
men gik bort kun for at gemmes;
dog de ikke kan forglemmes
af dem, som tilbage er.
De skal engang atter mødes
hist i Himlens trygge Havn,
dór, hvor Suk og Sorg forsødes.
Amen, ja, i Jesu Navn.
Kvívíks Jógvan við Gjógv.
Hvat byggir tú á?
Prædika á 8. sunnudegi e. trin.
• Mangir munnu siga við meg á hinum
degi: Harri, Harri, hava vit ikki profeterað
við navni tínum, og hava vit ikki rikið
út illar andar við navni tinum, og hava vit
iklci útint mangar kraftargerðir við navni
tínum ? Og tá vil eg vitna fyri teimum: Á
ongum sinni havi eg kent tykkum; víkið
burtur frá mær, tit, ið havast við órætt.
Hvór hann, ið tí hoyrir hesi orð míni
Og ger eftir teimum, hann skal líknast við
ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellu-
botn. Og gloppregnið brast á og áarforið
kom og stormarnir leikaðu og dundu móti
hesum húsi, og tað fall ikki, tí at tað var
grundað á hellubotni. Og hvór hann, ið
hoyrir hesi orð míni og ikki ger eftir teimum,
hann skal líknast við ein fávit*>kutan mann,
ið bygdi hús sítt á kyksendi. Og gloppregnið
brast á og áarforið kom og stormarnir leikaðu
og hildu á hetta húsið, og tað fall, og stórt
var fallið tess.
Og tað hendi, táið Jesus hevði endað
hesar talur sínar, lá stóð mannamúgvan bilsin
yvir læru hansara; ti hann lærdi tey sum ein,
ið eigur mekt og mæti, og ikki soleiðis sum
teir skriftlærđu teirra.«
(Matt. 7, 22—29.)
í grundini, sigur Jesus í hesum evan-
geliinum í dag, eru tað bert tvey slog av
menniskjum: tey, ið verða líknað við ein
vitugan mann og tey, ið verða líknað við
ein fávitskutan mann, ein dára.
Og eisini eru tað bert tvey slog av
byggigrundum, sum menniskjur byggja
lívshús teirra á: hellubotnur og kyksendi.
Táið nú hetta evangeliið aftur ljóðar
til okkara í dag, so er tað orsok hjá
okkum óllum álvarliga at spyrja okkum
sjálv: Hvórjum slagi av menniskjum hoyrir
tú aftur at? Bert tú teg at sum hin vitugi
maðurin ella bert tú teg at sum dárin?
Tað liggur ikki einki á, hvórjum tú
hoyrir aftur at og hvussu tú bert teg at.
Tað ræður um stóðu ella fall hjá tær.
Og tað er orsók hjá okkum óllum
álvarliga at spyrja okkum sjálv: Hvat
byggir tú lív titt á? Byggir tú á hellu-
botn, tann fasta klettin, ið ikki vikast;
ella byggir tú á tann leysa, svikaliga
sand, ið ryður burtur?
Tað liggur ikki einki á, hvat tú byggir
lív títt á. Tað ræður um stóðu ella fall
fyri lív títt. Tað ræður um æviga stóðu
ella ævigt fall.
Jesus setur upp her, sum hann annars
tíðum ger, sítt stóra, avgerandi annað-
hvórt—ella: Annaðhvórt heima hjá Guði
ella burturi frá honum, annaðhvðrt barn
hjá faðirinum í himli ella fremmandur
langt av leið í heimi, annaðhvórt frelstur
hjá Guði ella farin hjá hinum illa, annað-
hvórt stóða ella fall.
Hvussu álvarsamt, hvussu ævinliga
álvarsamt hetta er, tað hoyra vit av hesum
orðum Jesusar: Mangir munnu siga við
meg á hinum degi: Harri, Harri, hava vit
ikki profeterað við navni tínum og hava
vit ikki rikið út illar andar við navni tínum
og hava vit ikki útint mangar kraftargerðir
við navni tínum? Og tá vil eg vitna fyri
teimum: A ongum sinni havi eg kent
tykkum; víkið burtur frá mær, tit, ið hav-
ast við órætt!
Hugsið tykkum til, hvussu ræðuligt
tað hevði verið, um hesi orð av Jesusar
munni skuldu ljóða til nakran av okkum:
Á ongum sinni havi eg kent teg! Og tað
so kemur sum eitt blankt snarljós og sum
ein torusláttur: Vík burtur frá mær, tú, ið
hevst við órætt!
Hetta er so álvarsamt, tí tað er, kunna
vit siga, bert einans sannur og ófalskaður
kristindómur, tnen tað er mangur falskur
og ósannur kristindómur, mangar eftir-
líkningar, mangar eftirgerðir av sonnum
kristindómi, og menniskjurnar taka ofta
eftirlikningarnar. Tað finnast jú ediligir