Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.02.1915, Blaðsíða 1
«
r^lilGT UNGDOj^,
FOR
'Z
4/j
FÆRØERNE.
Han drikker af Hækken paa Vejen, derfor løfter ltan sit Hoved højt.
Salme 110, 7.
7. Aargang.
Februar 1915.
Nr. 5.
Tá vit í storstu neyðum stá JSeistarin er her og kallar áteg!
Tá vit i størstu neyðum stá,
og vita onga hjálp at fá,
ei vita okkum veg, ei ráð,
um sárt várt hjarta gráta má.
Tá eina tað vár uggi er,
at vit 611 somul einmælt her
ákalla Guð, vár hjálparmann,
sum út úr neyðum bjarga kann.
Guð, faðir góði, sorgarstund
vit til tín hevja sál og lund,
um fyrigeving biðja teg,
at reiði tin má blíðka seg!
Tú lovar, at titt blidni fá
skal hvort tað barn, teg heitir á;
vit biðja teg í Jesu navn,
tak okkum í tín faðirfavn!
Tú várar syndir ikki goym,
vár stóru misbrot 611 tú gloym!
í hvórji neyð statt okkum lijá,
hvórt bágaverk vend okkum frá!
Og tá vit óll av hjartans grund
tær fegin takka hvórja stund,
tær lýðin tæna hvónn ein dag,
tær ævigt lova, sæl og glað!
y. D. týddi.
Prædika á 16. sunnudegi e. trin.
■ Men nógvir av Jødunum vóru komnir til Martu
og Mariu at troysta tær eftir bróður teirra. Tá ið nú
Marta Iroyrdi, at Jesus kom, fór hon út ímóti honum;
men Maria varð sitandi heima i húsinum. Tá segði
Marta við Jesus: Harri, hevði tú verið her, mundi
bróðir min ikki verið deyður; men eisini nú veit eg, at
alt sum tú biður Guð um, tað man Guð geva tær.
Jesus sigur við hana: Bróðir tín man reisast upp aftur.
Marta sigur við hann: Eg veit, at hann man reisast upp
aftur i uppreisnini á evsta degi. Jesus segði við hana:
Eg eri uppreisnin og lívið; hann, ið trýr á meg, um
enn hann doyr, man hann liva, og hvór tann, sum livir
og trýr á meg, hann skal aldri um ævir doyggja; trýrt
tú hesum? Hon sigur við hann: Ja, Harri; eg havi
trúð, at tú ert Kristus, sonur Guðs, hann ið kemur i
heimin. Og tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað
og rópaði systur sina Mariu og segði loyniliga: Meist-
arin er her og kallar á teg. Tá ið hon hoyrdi tað,
reistist hon við skundi og fer til hansara. Men Jesus
var enn ikki komin i bygdina, nren var á tí staði, hvar
Marta hevði møtt honum. Tá ið nú Jøđarnir, sum vóru
hjá henni i húsinum og troystaðu hana, sóu, at Maria
við skundi reistist og fór út, fóru teir aftaná hana i
teirri hugsan, at hon fór út til gróvina at gráta har.
Tá ið nú Maria kom hagar, hvar Jesus var, og sá hann,
fall hon honum til fóta og segði við hann: Harri,
hevði tú verið her, so var bróðir mín ikki deyður. Tá
ið nú Jesus sá hana gráta og teir Jødar gráta, ið vóru
komnir við henni, harmaðist hann i andanum og rordist
almikið; og hann segði: Hvar hava tit lagt hann?
Teir siga við hann: Harri, kom og siggj? Jesus feldi
tár. Jadarnir sógdu tá: Si, hvussu hann elskaði hann!
Men summir av teimum sógdu: Kundi ikki hann, ið