Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.02.1915, Blaðsíða 2

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.02.1915, Blaðsíða 2
opnaði eyguni hjá ti blinda, hava gjort, at eisini hesin ikki var deyður? Jesus harmast tá upp aftur í sær og kemur til grovina; men hon var eitt helli, og ein steinur lá fyri tí. Jesus sigur: Takið steinin frá. Marta, systir tann deyða, sigur við hann: Harri, roykur gongur longu av honum; tí hann hevir ligið har fýra dagar. Jesus sigur við hana: Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja Guðs dýrd? Teir tóku tá steinin frá. Men Jesus hevði eyguni upp móti himli og segði: Faðir, eg takki tær, at tú hevir hoyrt meg. Væl visti eg, at tú altíð hoyrir meg; men vegna mannaflokksins, ið stendur rundan um, segði eg tað, at tey skulu trúgva, at tað er tú, ið hevir útsent meg. Og tá ið hann hetta hevði sagt, rópaði hann hart: Lázarus, kom út higar! Hin deyði kom út, bundin um føturnar og hendurnar við líkklæðum, og andlit hansara var urn- bnndið við sveittadúki. Jesus sigur við tey: Loysið hann og latið hann ganga. Nógvir av teimum Jedunum, ið vóru komnir til Mariu og hovdu sæð, hvat hann gjordi, trúðu tá á hann.« (Jðhs. II, 19—45.) Meistarin er her o£ kallar á teg! Hesi vóru boðini, ið vórðu send frá Jesusi til Mariu í Betánia ta ferðina, tá hon sat í síni stóru sorg um bróður síns đeyða. Oivað eru tað tey okkara millum, sum í eini góðari, dýrari stund í livi teirra hava fingið hesi somu boð send til sin frá Jesusi: Meistarin er her og kallar á teg, og sum ígjógnum hesa boðsending hava fir.gið tann sama mátt og ta somu troyst, sum Maria í Betánia fekk. l.atum okkum tí stedga eina lótu f dag við hetta orðið og hava hug og hjarta saman um hetta: Meistarin er her og kallar á teg. Tað, ið var so ógviliga sárt og meint hjá teimum báðum systrunum í Betánia og gjórdi sorg teirra um bróðurin so tunga og nívandi og hopleysa, var júst hetta, at meistarin, at Jesus ikki var staddur har hjá teimum, men at tær sótu tvær einar eftir, einsamallar við sorg teirra. Vit kunna hoyra hetta av teimum orðunum, sum bæði Marta og Maria taka ímóti Jesusi við: Harri, hevði tú verið her, mundi bróðir mín ikki verið deyður. Javnt og samt hevir henda eina og sama hugsan verið í teirra sál hesar dagarnar. Væl vóru nógv komin, bæði av vinfólki teirra og skyldfólki, at troysta tær eftir bróður teirra; men nakra rættuliga og sannveruliga troyst fingu tær ikki hjá teimum. Hvat kundi eisini menniskjutroyst hjáipa, táið tann eini, ið av sonnum kundi veita troyst, Jesus. meistarin, ikki var har. Maria varð sitandi heima í húsinum, sigst tað um hana. Vit síggja hana fyri okkum har hon situr, útgrátin, málleys, máttleys og givin, niðursokkin í sína sorg og í heilum malandi aftur á hesa somu hugsan: Hevði bert Jesus komið, hevði bert Jesus verið hjá okkum, — Harri, hevði tú verið her, munđi bróðir mín ikki verið deyður! — Tær hóvdu sent boð til Jesusar og sagt honum: Hann sum tú elskar er sjúkur. Tær hóvdu bíðað ein dag fyri og annan eftir, og so langir hóvdu hesir dagar verið, men eingin Jesus kom. Og so var tað ræðuliga hent, sjúkan varð til deyða, tær sóu bróður teirra slókna, likið varð borið út úr heimi teirra og lagt i gróvina. men eingin Jesus kom. Deyðin hevði gist heim teirra, sorgin hevði fingið tilhald inni í stovu teirra; men hann, ið eina kundi troysta tær í sorgini og ímóti deyðanum, Jesus sjálvur, meistarin, hann var har ikki. Harri, hevði tú verið her Tann stund kemur fyri hvórjum menn- iskja, tann stund kemur fyri hvórjum einum okkara, táið einki og eingin kann veita okkum hjálp og troyst utan meistarin sjálvur, Jesus sjálvur. Táið tað menniskja, ið vit eru best við, táið okkara Htla barn liggur at doyggja, táið vit sjálv skulu stríða deyðans tunga strið, tá er tað einki minni, ið okkum tarv- ast, einki minni, ið vit kunnu troystast við enn Jesus sjálvur. Menniskjur kunna jú royna at troysta og ugga seg og onnur so væl sum tey duga og við óllum ti, sum tey halda nakar uggi er í — og væl veri óllum teimum, ið eftir førimuni royna at veita øðrum ugguleika —; men tað er ein royndur lutur, og tað vil sannast, at óll troyst er fátæk og at óll troyst er í grund- ini til einkis, sum ikki kemur frá Jesus sjálvum. Móti deyðanum er tað av sanni eittans, ið kann okkum troysta, og tað er 1 i v i ð , hitt æviga Hvið. Hetta lívið hevir eina Jesus við sær. Hitt æviga lívið er Guðs náðigáva til okkara í Jesusi, várum harra. Hetta er troystin fyri okkum óllum, hvórjum deyðin er syndarinnar gjald. í Jesusi sjálvum, við trúnni á hann, hava vit hitt æviga livið. E g e r i 1 i v i ð , sigur hann sjálvur, hann, ið trvr á meg, um enn hann doyr, man hann liva. Tað vóru hesi boðini frá lívsins harra, ið komu til Mariu ta ferðina, tá henni vær sagt: meistarin er her og kallar á teg. Meistarin er her — og hann kallar áteg. Hesi orð fingu Mariu at lyfta hóvdinum og at geva ljóð. Hesi orð líkasum skræddu ein glotta i sorgarinnar myrku skýggj, ið hingu yvir Mariu, so at sólareygað kunđi sleppa út úr og kundi senda eina fiøvandi ljósglæmu inn í hennara sorgstirdu sál. Hesi orð fingu hana at líta upp i glaðari, nýggjari vón, tí var tað nakar, ið kundi hjálpa,, kundi grøða sár- ini og turka tárini, so mátti tað vera hann, Jesus, meistarin.

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.