Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.02.1915, Blaðsíða 3
Táið hon hoyrdi tað, reistist hon
skundisliga og fór til hansara, stendur tað
um hana. Ja, hon reistist skundis-
1 i g a og hon f ó r , tí hon skilti, at meist-
arin vildi geva henni nakað.
Hvat hon fekk, vita vit 611. Hon
fekk ta undurfullu upplivan, ta dýru troyst,
ta stóru gleði: fyri eygum hennara opnaði
eitt útsýni til hin æviga heimin, til landið
hinumegin, land teirra livandu, hvaðan
lívið sjálvt kom til hennara f Jesusi, harr-
anum og meistaranum, og hon fekk at
kenna lívsins stóra sigur yvir deyðanum.
Tá lívsboðini komu til Mariu í hennara
nívandi sorg, fekk hon mátt at reisast;
hon risti ikki sorgina av sær, men hon
lyfti hóvdinum upp ígjógnum hana; tí nú
var hann nær hjá henni, ið kundi geva
henni troyst; nú hómaði hon veg gjógnum
sorgina og útgongd frá henni.
Óll tit, sum eina ferð í Hvi tykkara
hava fingið hesi boð send til tykkara:
meistarin er her og kallar á teg, tit vilja
óll sanna, at tann ferðin var ein góð og
lukkulig stunđ, tann besta stundin í Hvi
tykkara. Tað kann vera, at boðini komu
til tin loyniliga, eins og tey komu til
Mariu, so at tað var dult fyri óllum ððrum;
boðini gingu eftir huldum loynistíggjum
og hittu teg á eini alvarsamari, heiligari
stund. og tú kendi, at tað var kallað á teg
frá tí æviga heimi, og at tað var meist-
arin, ið talaði til sál tína. Kann vera, at
boðini koinu til tln 1 eini ríkari, sælari
gleði, so at tær kendist, sum at himin
gjórdist opin yvir tær og Guðs gleðisól
stavaði niður yvir teg. Kann vera, at
boðini komu tit tfn eftir sorgarinnar dimmu
leiðum, tá tín sári grátur fell yvir tína sál
sum lívgandi regn um várið, so títt gler-
stoytta hjarta tiðnaði og sorgin varðtærtil
signing, ti at tú gjógnum hana kom nærri
til Jesusar, og hoyrdi hansara reyst tala
til tin. Kann vera, at nakar av tinum
næstingum bar tær boðini frá Jesusi, tini
trúgvandi foreldur, ein bróðir, ein vinur,
soleiðis sum Marta bar systur síni Mariu
tey. Kann vera, at tey komu til tin utan
nakran meðalgongumann, við tað at
Jesus sjálvur møtti tær á lívsleið tini.
Men um so er, at boðini á ymsan
hátt kotnu til hvónn einstakan av tykkum,
so gjórdu tit óll i grundini tasomuroynd:
at tað var m e i s t a r i n , og at hann kallaði
á t e g. Hetta var tað stóra og dýrabara,
sum vit óll hóvdu til felags, at vit kenđu,
at tað varð kallað á okkum frá lívsins
landi hinumegin. Tað var lívið, ið kaliaði.
Tað var lívið, ið kallaði á alt
tað deyða í okkum. Og røddin kom
frá honum, ið sigur: Eg eri uppreisnin
og lívið; hann, ið trýr á meg, um enn
hann đoyr, man hann liva. Herav fingu
vit mátt at reisast og fara aftur til gongu.
Og til teirra okkara millum, ið kann
vera ikki enn hava fingið slík boð, teirra,
ið leita og trilva og spyrja, teirra, ið hopa
og ivast og stríða, teirra, sum í vónloysi
siga: Harri, hevði tú verið her — skal
tað verða sagt: Hav gott troyst, meistarin
er her og kallar á teg!
Meistarin er her. Tann sami
Jesus, sum í forðum f Betánia og Náin
vakti lív av deyða, hann er her enn, og
gerð hansara er tann sama enn sum áður,
at kalla fram til lívs, at vekja upp, alt tað,
ið svevur deyðans svóvn í hvórjum
einstakum. Hann stendur enn við doypu-
funt og við sitt altarborð, og hann
talar hins æviga lívsins orðið til okkara,
sum í okkum elur fram lívsins kreftir
og tær styrkir.
Og hann kallar á teg. Hvór tú
ert og hvar tú ert, Jesus kallar á teg; og
hann vil geva tær tað, sum eingin annar
kann geva tær, tað, sum tær mest tarvast
og kann gera teg heilt lukkuligan og
glaðan.
Tað er nógv her á foldum, ið kallar
á teg. Heim títt kallar á teg, land titt
kallar á teg, arbeiði títt kallar á teg, allar
tinar skyldur kalla á teg — og alt hetta
er væl og sum tað eigur at vera. Men
minst til, at Jesus, meistarin, eisini kallar
á teg. Hann kallar á teg, ikki í mótstrfði
til alt liitt, men fram um og upp um
alt hitt.
Syndin kallar eisini á teg. Men heilt
mótsett henni kallar Jesus. Syndin kallar
á alt tað illa í tær, tað ljóta og óreina og
lága, tínar ringastu áfýsnir, tlnar meinastu
áeggjanir. Jesus kallar á alt tað góða í
tær. Jesus kallar á góða vilja tín, reinu
hugsan tfna, mjúku kenslur tínar, tann
djúpasta longsil í tínum barmi, ta instu
trá í tíni sál, títt magn, tfn frfða sterka
alva, alt tað i tær, sum leitar til Guð og
ikki kann stillast av nókrum óðrum. Tað
er vinur tín, Jesus, meistarin, ið kallar á
teg — vend tær ikki burtur frá honum,
hann vil lívslukku og lívsgleði tfna! Tað
er Guðs kærleiki, ið vil fevna og fjálga
teg — lat ikki hjarta tftt aftur fyri honum!
Hvat vil Jesus okkum ðllum? Hann
vil geva óllum, ið koma til hansara, at
eiga lívið. Hann er sjálvur lívið og hann
fær nýggja lfvskeldu at springa út í okk-
ara sál.
Hann vil fáa okkum at lyfta hóvdinum
og hyggja fram eftir, inn á landið
hinumegin deyða og grðv og hann beinar
sjálvur útgongd fyri okkum gjógnum sorg-
ina og deyðan. Hann veitir okkum fyri-
geving fyri allar syndir okkara og gevur
okkum harav frið, frið við Guð f góðari
samvitsku — tað er einki, ið kann vera
betri; gevur okkum gleði, gleðina yvir at
kenna seg undir kærleiksumsorgan Guðs,