Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.02.1915, Side 3

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.02.1915, Side 3
Táið hon hoyrdi tað, reistist hon skundisliga og fór til hansara, stendur tað um hana. Ja, hon reistist skundis- 1 i g a og hon f ó r , tí hon skilti, at meist- arin vildi geva henni nakað. Hvat hon fekk, vita vit 611. Hon fekk ta undurfullu upplivan, ta dýru troyst, ta stóru gleði: fyri eygum hennara opnaði eitt útsýni til hin æviga heimin, til landið hinumegin, land teirra livandu, hvaðan lívið sjálvt kom til hennara f Jesusi, harr- anum og meistaranum, og hon fekk at kenna lívsins stóra sigur yvir deyðanum. Tá lívsboðini komu til Mariu í hennara nívandi sorg, fekk hon mátt at reisast; hon risti ikki sorgina av sær, men hon lyfti hóvdinum upp ígjógnum hana; tí nú var hann nær hjá henni, ið kundi geva henni troyst; nú hómaði hon veg gjógnum sorgina og útgongd frá henni. Óll tit, sum eina ferð í Hvi tykkara hava fingið hesi boð send til tykkara: meistarin er her og kallar á teg, tit vilja óll sanna, at tann ferðin var ein góð og lukkulig stunđ, tann besta stundin í Hvi tykkara. Tað kann vera, at boðini komu til tin loyniliga, eins og tey komu til Mariu, so at tað var dult fyri óllum ððrum; boðini gingu eftir huldum loynistíggjum og hittu teg á eini alvarsamari, heiligari stund. og tú kendi, at tað var kallað á teg frá tí æviga heimi, og at tað var meist- arin, ið talaði til sál tína. Kann vera, at boðini koinu til tln 1 eini ríkari, sælari gleði, so at tær kendist, sum at himin gjórdist opin yvir tær og Guðs gleðisól stavaði niður yvir teg. Kann vera, at boðini komu tit tfn eftir sorgarinnar dimmu leiðum, tá tín sári grátur fell yvir tína sál sum lívgandi regn um várið, so títt gler- stoytta hjarta tiðnaði og sorgin varðtærtil signing, ti at tú gjógnum hana kom nærri til Jesusar, og hoyrdi hansara reyst tala til tin. Kann vera, at nakar av tinum næstingum bar tær boðini frá Jesusi, tini trúgvandi foreldur, ein bróðir, ein vinur, soleiðis sum Marta bar systur síni Mariu tey. Kann vera, at tey komu til tin utan nakran meðalgongumann, við tað at Jesus sjálvur møtti tær á lívsleið tini. Men um so er, at boðini á ymsan hátt kotnu til hvónn einstakan av tykkum, so gjórdu tit óll i grundini tasomuroynd: at tað var m e i s t a r i n , og at hann kallaði á t e g. Hetta var tað stóra og dýrabara, sum vit óll hóvdu til felags, at vit kenđu, at tað varð kallað á okkum frá lívsins landi hinumegin. Tað var lívið, ið kaliaði. Tað var lívið, ið kallaði á alt tað deyða í okkum. Og røddin kom frá honum, ið sigur: Eg eri uppreisnin og lívið; hann, ið trýr á meg, um enn hann đoyr, man hann liva. Herav fingu vit mátt at reisast og fara aftur til gongu. Og til teirra okkara millum, ið kann vera ikki enn hava fingið slík boð, teirra, ið leita og trilva og spyrja, teirra, ið hopa og ivast og stríða, teirra, sum í vónloysi siga: Harri, hevði tú verið her — skal tað verða sagt: Hav gott troyst, meistarin er her og kallar á teg! Meistarin er her. Tann sami Jesus, sum í forðum f Betánia og Náin vakti lív av deyða, hann er her enn, og gerð hansara er tann sama enn sum áður, at kalla fram til lívs, at vekja upp, alt tað, ið svevur deyðans svóvn í hvórjum einstakum. Hann stendur enn við doypu- funt og við sitt altarborð, og hann talar hins æviga lívsins orðið til okkara, sum í okkum elur fram lívsins kreftir og tær styrkir. Og hann kallar á teg. Hvór tú ert og hvar tú ert, Jesus kallar á teg; og hann vil geva tær tað, sum eingin annar kann geva tær, tað, sum tær mest tarvast og kann gera teg heilt lukkuligan og glaðan. Tað er nógv her á foldum, ið kallar á teg. Heim títt kallar á teg, land titt kallar á teg, arbeiði títt kallar á teg, allar tinar skyldur kalla á teg — og alt hetta er væl og sum tað eigur at vera. Men minst til, at Jesus, meistarin, eisini kallar á teg. Hann kallar á teg, ikki í mótstrfði til alt liitt, men fram um og upp um alt hitt. Syndin kallar eisini á teg. Men heilt mótsett henni kallar Jesus. Syndin kallar á alt tað illa í tær, tað ljóta og óreina og lága, tínar ringastu áfýsnir, tlnar meinastu áeggjanir. Jesus kallar á alt tað góða í tær. Jesus kallar á góða vilja tín, reinu hugsan tfna, mjúku kenslur tínar, tann djúpasta longsil í tínum barmi, ta instu trá í tíni sál, títt magn, tfn frfða sterka alva, alt tað i tær, sum leitar til Guð og ikki kann stillast av nókrum óðrum. Tað er vinur tín, Jesus, meistarin, ið kallar á teg — vend tær ikki burtur frá honum, hann vil lívslukku og lívsgleði tfna! Tað er Guðs kærleiki, ið vil fevna og fjálga teg — lat ikki hjarta tftt aftur fyri honum! Hvat vil Jesus okkum ðllum? Hann vil geva óllum, ið koma til hansara, at eiga lívið. Hann er sjálvur lívið og hann fær nýggja lfvskeldu at springa út í okk- ara sál. Hann vil fáa okkum at lyfta hóvdinum og hyggja fram eftir, inn á landið hinumegin deyða og grðv og hann beinar sjálvur útgongd fyri okkum gjógnum sorg- ina og deyðan. Hann veitir okkum fyri- geving fyri allar syndir okkara og gevur okkum harav frið, frið við Guð f góðari samvitsku — tað er einki, ið kann vera betri; gevur okkum gleði, gleðina yvir at kenna seg undir kærleiksumsorgan Guðs,

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.