Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.02.1915, Page 2
opnaði eyguni hjá ti blinda, hava gjort, at eisini hesin
ikki var deyður? Jesus harmast tá upp aftur í sær og
kemur til grovina; men hon var eitt helli, og ein steinur
lá fyri tí. Jesus sigur: Takið steinin frá. Marta, systir
tann deyða, sigur við hann: Harri, roykur gongur
longu av honum; tí hann hevir ligið har fýra dagar.
Jesus sigur við hana: Segði eg tær ikki, at um tú
trýrt, skalt tú síggja Guðs dýrd? Teir tóku tá steinin
frá. Men Jesus hevði eyguni upp móti himli og segði:
Faðir, eg takki tær, at tú hevir hoyrt meg. Væl visti
eg, at tú altíð hoyrir meg; men vegna mannaflokksins,
ið stendur rundan um, segði eg tað, at tey skulu
trúgva, at tað er tú, ið hevir útsent meg. Og tá ið
hann hetta hevði sagt, rópaði hann hart: Lázarus, kom
út higar! Hin deyði kom út, bundin um føturnar
og hendurnar við líkklæðum, og andlit hansara var urn-
bnndið við sveittadúki. Jesus sigur við tey: Loysið
hann og latið hann ganga. Nógvir av teimum Jedunum,
ið vóru komnir til Mariu og hovdu sæð, hvat hann
gjordi, trúðu tá á hann.« (Jðhs. II, 19—45.)
Meistarin er her o£ kallar á teg!
Hesi vóru boðini, ið vórðu send frá
Jesusi til Mariu í Betánia ta ferðina, tá
hon sat í síni stóru sorg um bróður síns
đeyða.
Oivað eru tað tey okkara millum, sum
í eini góðari, dýrari stund í livi teirra
hava fingið hesi somu boð send til sin frá
Jesusi: Meistarin er her og kallar á teg,
og sum ígjógnum hesa boðsending hava
fir.gið tann sama mátt og ta somu troyst,
sum Maria í Betánia fekk. l.atum okkum
tí stedga eina lótu f dag við hetta orðið og
hava hug og hjarta saman um hetta:
Meistarin er her og kallar á teg.
Tað, ið var so ógviliga sárt og meint
hjá teimum báðum systrunum í Betánia og
gjórdi sorg teirra um bróðurin so tunga
og nívandi og hopleysa, var júst hetta, at
meistarin, at Jesus ikki var staddur har
hjá teimum, men at tær sótu tvær einar
eftir, einsamallar við sorg teirra. Vit
kunna hoyra hetta av teimum orðunum,
sum bæði Marta og Maria taka ímóti
Jesusi við: Harri, hevði tú verið her, mundi
bróðir mín ikki verið deyður. Javnt og
samt hevir henda eina og sama hugsan
verið í teirra sál hesar dagarnar. Væl
vóru nógv komin, bæði av vinfólki teirra
og skyldfólki, at troysta tær eftir bróður
teirra; men nakra rættuliga og sannveruliga
troyst fingu tær ikki hjá teimum. Hvat
kundi eisini menniskjutroyst hjáipa, táið
tann eini, ið av sonnum kundi veita troyst,
Jesus. meistarin, ikki var har.
Maria varð sitandi heima í húsinum,
sigst tað um hana. Vit síggja hana fyri
okkum har hon situr, útgrátin, málleys,
máttleys og givin, niðursokkin í sína sorg
og í heilum malandi aftur á hesa somu
hugsan: Hevði bert Jesus komið, hevði
bert Jesus verið hjá okkum, — Harri,
hevði tú verið her, munđi bróðir mín ikki
verið deyður! —
Tær hóvdu sent boð til Jesusar og
sagt honum: Hann sum tú elskar er sjúkur.
Tær hóvdu bíðað ein dag fyri og annan
eftir, og so langir hóvdu hesir dagar verið,
men eingin Jesus kom. Og so var tað
ræðuliga hent, sjúkan varð til deyða, tær
sóu bróður teirra slókna, likið varð borið
út úr heimi teirra og lagt i gróvina. men
eingin Jesus kom. Deyðin hevði gist heim
teirra, sorgin hevði fingið tilhald inni í
stovu teirra; men hann, ið eina kundi
troysta tær í sorgini og ímóti deyðanum,
Jesus sjálvur, meistarin, hann var har ikki.
Harri, hevði tú verið her
Tann stund kemur fyri hvórjum menn-
iskja, tann stund kemur fyri hvórjum einum
okkara, táið einki og eingin kann veita
okkum hjálp og troyst utan meistarin
sjálvur, Jesus sjálvur.
Táið tað menniskja, ið vit eru best við,
táið okkara Htla barn liggur at doyggja,
táið vit sjálv skulu stríða deyðans tunga
strið, tá er tað einki minni, ið okkum tarv-
ast, einki minni, ið vit kunnu troystast við
enn Jesus sjálvur. Menniskjur kunna jú
royna at troysta og ugga seg og onnur
so væl sum tey duga og við óllum ti, sum
tey halda nakar uggi er í — og væl veri
óllum teimum, ið eftir førimuni royna at
veita øðrum ugguleika —; men tað er ein
royndur lutur, og tað vil sannast, at óll
troyst er fátæk og at óll troyst er í grund-
ini til einkis, sum ikki kemur frá Jesus
sjálvum. Móti deyðanum er tað av sanni
eittans, ið kann okkum troysta, og tað er
1 i v i ð , hitt æviga Hvið. Hetta lívið hevir
eina Jesus við sær. Hitt æviga lívið er
Guðs náðigáva til okkara í Jesusi, várum
harra. Hetta er troystin fyri okkum
óllum, hvórjum deyðin er syndarinnar gjald.
í Jesusi sjálvum, við trúnni á hann, hava
vit hitt æviga livið. E g e r i 1 i v i ð ,
sigur hann sjálvur, hann, ið trvr á meg,
um enn hann doyr, man hann liva. Tað
vóru hesi boðini frá lívsins harra, ið komu
til Mariu ta ferðina, tá henni vær sagt:
meistarin er her og kallar á teg.
Meistarin er her — og hann
kallar áteg. Hesi orð fingu Mariu at
lyfta hóvdinum og at geva ljóð. Hesi orð
líkasum skræddu ein glotta i sorgarinnar
myrku skýggj, ið hingu yvir Mariu, so at
sólareygað kunđi sleppa út úr og kundi
senda eina fiøvandi ljósglæmu inn í hennara
sorgstirdu sál. Hesi orð fingu hana at
líta upp i glaðari, nýggjari vón, tí var tað
nakar, ið kundi hjálpa,, kundi grøða sár-
ini og turka tárini, so mátti tað vera hann,
Jesus, meistarin.